Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-03, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. desember 1998síða 24

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

5 | i Nr. 230 — 3. DESEMBER 1998 tíðindablaðið S082lu 25 Tá ið hin danski UNIBANK fyri fáum árum síðani gekk út ímóti tromini og var stutt frá troti, mælti nestorurin í donsku bankaverðini, Alex Brask Thomsen, til at stjórin Steen Ras- borg varð avsagdur. Í eini bersøgnari bladsamrødu har hann samanbar úrslitini í týsku og schweisisku bankunum við tey donsku, segði hann hesi kontroversiellu orðini: »Bankfolk er jo í princippet nogle af de dummeste mennesker vi har. De har ingen penge, men stor magt. Også i forhold til deres evner. Ingen af dem ejer personligt en bank. De er bae nogle funktionærer med - som tilfældet Rasborg - gode for- bindelser« Um gamli eigarin av Fin- ansbankanum hevur rætt í hesi vurdering, er ilt at meta um hjá vanliga manninum, men undir øllum umstødum havi eg altíð mett, at Jørn Astrup Hansen var eitt frá- vik frá hesi regluni. Dugna- liga hevur hann bankað tveir sperdar bankar upp til ein mastodont í føroyska fíggjarheiminum. Eisini hevur hann megnað, at skapað Føroya Banka stórt álit, bæði her á landi og all- arhelst uttanlands eisini. Og álit er væl ein stórur partur av øllum samskifti í banka- verðini sum aðrastaðni. Bara hettar, at tú hevur dirv- ið til, at fara innan í ein pen- ingastovn við einari millión krónum og flýggja hana yvir um skivuna ímóti eini kvittan, sum í framleiðslu- virði kostar 5 oyru, sigur ikki so lítið um hesi viður- skifti. Astrup, sum føroyingar so familiert eru farnir at rópa bankastjóran, hevur við sínum fastleika, fingið ein hóp av føroyingum at skilja, at eitt yvirfiggjad- og útspekulerað vinnuliv eing- in grundvøllur er undir tjóð- ini, soleiðis sum ein stórur partur av fólkinum var farið at halda, eftir at hesir ábyrgdarleysu, garvillu og útspekuleraðu yuppie'arnir høvdu herjað landið í longri tíð - vælhjálptir av m.a. tá- verandi Føroya Banka. Nú var undirritaði langt av landi skotin í vinnugrind- um, tá ið Áki á Sosialinum slerdi uppá tráðin, fyri at frætta mína stóðu, til upp- skotið hjá Finnboga Arge, um at hækka markið fyri útlendskum kapitali í før- oysku alivinnuni úr 33% upp í 49%. Í stóran mun er rætt endurgivið, sjálvt um hann kanska hevur havt eitt av hesum journalistisku blitz-andføllunum tá ið hann hevur tikið viðmerk- ingina um Føroya Banka fram á forsíðuna og upp í undiryvirskriftina. At tað er fallið hægstlønta almenna bossinum í Føroy- um fyri bróstið, at Føroya Banki í núverandi líki verð- ur samanborin við ein gam- lan sparikassa, er ilt at skilja, tá ið tað er almenn vitan, at sparikassarnir í eindarstainum Danmark vóru tryggastu og best kon- solideraðu peningastovn- arnir, kanska í gllum heim- inum, áðrenn teir fingu somu treytir at virka undir sum bankarnir. At Astrup nú skammast við sítt ovurvarðsemi er ilt at fata. Kanska er tað vorið ov mødsamt at ganga bæði við reim og selum, og um hann hevði slept selunum nú, so hugsi eg at brøkurnar hóast alt høvdu verið hang- andi í reimini frameftir. Tað er vanlig fatan í vinnuni, at bankin er ómetaliga tungur og stirvin í útlándspolitikk- inum og uttan at kanna mál- ið, so er Christian í Grótin- um helst besta dómi um hetta. Tá ið teir menninir, innløgumenn og rokskipar- ar fgjøgnum fleiri ættarlið,. sum sigst, einki ålit åttu ímillum landkrabbarnar í Niels Finsensgøtu, tá eru tað helst mangir sum ivast í, um metingar teirra eru fuglur ella fiskur. Tá ið hesir gigantarnir í føroysk- um fiskiskapi vórðu sneidd- ir av, so er lítið hjá okkum smáu at heinta. Tvey skiftir var eg við til at samráðast um fígging í Bankanum og báðu ferðirnar fingu vit at vita, at verkætlaninar vórðu ikki burdardyggar, tær høvdu snøgt sagt ongan liv- andi tjans - varð svarið eftir mánaðarlanga parlamenter- an. Føroya Sparikassi tók um endan tá ið Føroya Banki slepti honum og í ár gjalda hesi bæði felggini eina slaka millión í skatti til land og kommunu. Hetta bara fyri at vísa hvussu skeivir hesir turru åstøding- arnir kunnu fara í teirra met- ingum. Loðnir í lógvunum blaða teir ú tjúkkum papp- írssátum og vilja einki álit lata útaftur í samfelagið. Tað sæst sjáldan ein glæma í bergholsmunnanum. Vit sum hava ta áskoðan, at frælsu marknaðarkreft- irnar eru einasta búskapar- modellið, ið ført er fyri, at halda fólksins vælferð á ein- um nøktandi stødi, syrgja ikki fhaldna bankapolitikkin meiri enn tad, at broytist hann ikki, veksur ein annar peningastovnur upp undir lið hansara eftir kravi marknaðarins. Tað var tað sum hendi tá ið Sjóvinnu- bankin sá dagsins ljós, og sum Finnbogi Arge segði um núverandi Føroya Banka undir viðgerðini á Løgtingi hendan dagin, so var forleyparin vorðin so steindeyður, at føroyskt vinnuliv var um at kvalast í figgingartroti. Minnist ser- liga væl abba min tosa um ta ferðina hann fór suður til Havnar at royna eftir fígg- ing til hina seinri so kendu skonnartina >Sannu<. Hetta var í 1933 og hann hevði tá verið skipari í eini 17 ár, í tí frægara endanum. Eftir at verða sneiddur av í Føroya Banka gloymdi hann hetta ongantíð aftur. Á veg oman í Vágsbotn, har mjólkarbát- urin lá, møtti hann skyld- manninum Carl å Lag, sum lånti honum somikid av peningi, at keypid gjørdist veruleiki. Utgerðarmaðurin í Havn fekk allan peningin aftur árið og annað árið eftir og »Sanna« sigldi haðartil hon varð bumbað og sekt norðanfyri í 1942. Nú er tað mangt sum bendir á, at Astrup hevur lisið samrøduna á sama hátt sum tá ið Belsebub kagar í heilagu skriftirnar. Klórar okkurt burturúr saman- heinginum og í ovursinni ristir hann ákæruna saman og prosederar: >Konstate- ringen er imidlertid ikke blot opsigtsvækkende. Den er ogsá irrelevant og for- vrøvlet«. Hetta og tað sum síðani kemur, minnir ikki sørt um skinnsakirnar undir hinum reyda zarinum. Osøgd orð og óhugsaði motivir vórðu åløgd monn- um og hareftir dømdu hirð- menninir í ræðsluresjimi Stalins. Í viðmerkingunum til lóg- aruppskotið verður stórt sæð, sum einasta grundgev- ing, barslað við hesi frasu: »Ætlanin vid broytingini er at geva tekin um, at út- lendskur kapitalur og vitan eru vælkomin til Føroyar«. Í sjálvum sær ein horribul tanki, at nýta eina av etab- leraðu høvudsvinnunum sum signalvirði, til at eggja fremmandum kapitali til landið. Vit minnast hvussu eymir danir hava verið, tá ið serliga týskarar hava ligið framvið at keypa jørð í Dan- mark - landbúnaðurin hevur verið mettur sum heilagur nationalur eigindómur, og hvør minnist ikki rokilsi tå id spekulanturin Jan Bonde Nielsen seldi tysku verk- smidjuni M.A.N. 49% og fyrrverandi norska verju- málaráðharranum Otto Grieg Tidemand 2% av nat- ionala klenodiinum B & W - og endin gjørdist hin sami, sum hann gerst í føroysku alingini, glíða vit nú í sving- inum. Missir tú ognarrættin fer dispositiónsrætturin sama veg - á bláman. Nú havi eg ongantíð sagt og meini tað sjálvandi held- ur ikki, at Føroya Banki skal eiga partabrøv í føroysku alivinnuni - Harrin forbjóði tí. Sjálvandi skal partapen- ingurin vera á privatum hondum líka so sjálvandi má tað verða, at hann er menniskjapeningur. Nú er partapeningurin bara ein lít- il partur av hesi kapital- krevjandi vinnu og tí er tað sjálvandi neyðugt at bankar, sparikassar og aðrir koma inn at fíggja raksturin í vakstrartíðini og her er tað, at veruliga svarið kanska liggur uppá, hví uppskotið nakrantíð hevur sæð dags- ins ljós (?) Tað er kanska ikki óhugs- andi, at Bankin óbeinleiðis er upphavið til uppskotið, so heitur sum stjórin er fyri at hækka prosentið. Draga útlendingarnir fremmanda rakstrarfígging við sær sam- svarandi hækkaða prosent- inum, minkar vandin hjá føroysku peningastovnun- um og lættari verður at lata fólkinum fígging til bilar, stereovarparar og annað marglætisgóðs - við veð í sethúsum, sjálvandi. Sjálvandi eru tað parta- eigararnir sum koma við vágafúsa kapitalinum og tað mega vit ganga út frá at teir hava gjørt tá ið m.a. Føroya Banki annars hevur fíggjað upp til 70% av engagement- inum (ytstir í vandanum sita fóðurlatararnir). Grundirnar fyri at tað júst nú skal seljast út av vágafúsa kapitalinum, eru torfgrar at fáa eyga á, serliga tá ið vinnan er í stór- ari menning og eftir gllum at døma fer at geva stórt avkast til eigarar, fíggjar- Astrup 8 aling? stovnar og ikki minst til landshúsarhaldið. Vinnan verður einki betri fyri bara av ti, at partabrøv- ini verða handlaði. Líka- mikið um tað er fyri pari ella meira, so kemur kapit- alurin ongantíð inn í felagið, men endar heldur í húsa- & jarðaspekulatión o.s.fr. í høvudsstadnum ella aðra- staðir. Og hvat er so vunnið við hesum(?) Nú er hettar, at oysa pen- ing burtur úr feløgum tóma tey, eitt vælkent fyribrigdi í m.a. Danmørk. Og vit báðir Astrup eru fullkomuliga samdir um, at hettar er eitt forkastiligt fyribrigdi. Nú sigst tað jú, at tað sjáldan rýkur av ongum brandi, kanska stjórin veit um okk- urt líknandi dómi í føroysku alivinnuni ella er tað bara av tilvild at tað verður nevnt(?) Vit eru somuleiðis samdir um, at tað er ikki røtt mannagongd, at lána til partapening í felagi. Men føroyski veruleikin er helst tann, at tað oftani hevur ver- ið lánt uppá frívirðið í set- húsum, jørð og aðrari ogn tá ið byrjað er fr'abotni av. Í flestu fórum eru lánini goldin aftur við egnari inn- tóku og var ikki satsað á henda hátt í veiðimanna- samfelagnum høvdu stórar inntøkur verið farnar fyri bakka. Uttan at vita tað, kundi eg hugsa mær at tá- verandi ungir og djarvir menn sum John Dam, Eiler Jacobsen, Jóhan á Plógv, Palli í Grótinum, Líggjas Jóhannessen o.a. byrjaðu sína lívsleið sum útgerðar- menn á hendan hátt. Og hvønn tydning hesir og aðrir ónevndir hava havt fyri før- oyska samfelagið, er óneyð- ugt at nevna, tá ið tað er almenn vitan. Stórt sæð eru vit báðir Astrup bara ósamdir um hesi vanlukkuligu prosent- ini. Og tað skula vit helst eisini vera, tá ið tað sjálv- andi eru tveir sjónarvinklar í júst hesum spurninginum. Annar er handilsligur og hin politiskur. Eg skilji væl at stjórin og Havbinadarfel- agið eru heitir fyri uppskot- inum tå ið partabrøvini sjálvandi fáa eitt stórri virði av stórri umsetiligheit og einum vavmiklari markn- aði. Motivini hjá samfelags- ins sjakalum í grannskoðara og ikki minst advokatfel- agnum kanst tú bara gita tær til(?) Politikkarin er valdur at tæna landi og fólki. Og í hesum fullveldistíðum fan eg ikki at atkvøda fyri, at leggja eina rímiliga væl- virkandi alivinnu, sum eina cash cow, á føroysku firð- unum fyri norska alara- bourgeoisi' inum, sum í sín- ari protektisionismu ikki loyvir nøkrum at nærkast sínum egna tilfeingi. Lands- stýrismaðurin væntar ikki at broytingarnar fara at hava búskaparliga avleiðingar við sær fyri landskassan. Heldur ikki her eri eg samd- ur, tá ið eg meti, at tað í ringasta føri kann hava drepandi avleiðingar við sær, tá føroyingar missa tamarhaldið á eini natúr- givnari vinnu og aftur verða røktingarmenn hjá útlend- skum góðseigarum - á egn- um garði. Ansað eigur at verða eftir, at spekulanturin ikki vinnur á politikkaran- um Politikkarin eigur at hava í huga komandi nógvu ætt- arliðini, ið skula búleikast á hesum klettum, í ókomn- um árum. Tað er eingin sjálvsagdur rættur, sum okkum er latin upp í hendi, at selja út av frumburdar- rættinum. Tað er flestum kunnugt hvussu vanlukku- ligur endin kann verða av slíkum handli og eg hugsi ikki at vit p.t. eru so gor- hungraðir sum Esav, tá ið hann seldi Jákupi frumburð- arrættin fyri breyð og ein verð av flatbønum (1 Mósebók 25, (29-34)) Glyvrum, 01. des. 1998 Térbjørn Jacobsen, ltm.