fríggjadagur 4. desember 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Óli P dagur
á Argjum
Oddagrein
Í dag klokkan 14 skipar verður måttøka í
blaðhúsi okkara á Argjum. Tað eru 10 ár
síðani, at Óli Petersen fór undir at gera
fasta baksíðutekning í blaðnum, har hann
ger viðmerkingar í strikum og orðum til
mong av dagsins aktuellu málum.
ÓLI mundi vera kendur sum teknari kring
landið, áðrenn hann fór at tekna í Sosial-
inum. Hver minnist ikki mongu stuttligu
tekningar hansara í Rukkulakkanum!
TAÐ var í 1988, at Óli Petersen í eini
samreðu í Sjónvarpinum segði frá eini
spildumyggjari teknirød, kallað Stavnur og
Snar. | endanum å hesi samrødu segåi
listamaðurin, at teknirødin var til solu fyri
t.d. okkurt blað, sum vildi prenta hana.
Og tað vildi Sosialurin.
FAST varð millum blað og teknara, og
Tíðindablaðið fekk sín fyrsta veruliga blað-
teknara, ella rættari, fyrsta foroyska blaðið
fekk ein blaðteknara burturav.
HETTA vóru so sanniliga nýggir tónar í
foroyska blaðheiminum. Tað mundu bert
vera fimm ár frammanundan, at Sosialurin
setti - sum fyrsta foroyska blaðið - ein
fotograf, myndamann í fast starv. Nú var
so túrurin komin til at menna blaðheimin
enn meira, hesaferð við einum blaðtekn-
ara.
BLAÐ og teknari gjørdu ta avtalu, at um-
framt at prenta tekniroðina, skuldi Óli eisini
gera aktuellar tekningar til baksíðuna.
Hetta var ein roynd, sum seinni hevur víst
seg at gerast ein tann mest stoðugi og
mest eftirspurdi tåtturin í skrivaðu midl-
unum í heila tíkið.
HESI 10 árini samstarvið hevur vart hava
verið ikki færri góðar 1600 tekningar á
baksíðuni. Allar eru tær eisini givnar út í
bók, og tann 10. bókin kemur út í dag.
Haraftrat hevur verið skipað fyri fram-
sýning í Smiðjuni í Lítluvík á hvørjari ólav-
seku við tekningunum hjá Ola.
ÓLI P og tekningar hansara eru vorðin
ein týðandi partur av oråaskiftinum og eru
tær longu ein partur av okkara politisku
segu. Nú 10 ár eru farin og vit um stutta
tíð fara inn í eina nýggja eld skal tað vera
vón okkara, at Óli fer at hava heilsuna og
hugin at halda fram við at tekna. Vit ynskja
honum tillukku við 10 ára starvsdegnum
og øll góðynski framyvir. Í sambandi við
måttøkuna í dag verða allar tekningarnar
hjá Óla P sýndar fram í blaðhúsinum.
Sosialurin
Vandamikil farleið!
—————
Tað eg meini við er strekkið
á Øravik/Hov. Hettar vega-
strekkið skulu 20 kvinnur
koyra í myrkri á morgni og
kvgldi. Tað er ikki bara
stormur ið er ein forðing hjá
teimum, men eisini kavin,
tá skalvur og omanlop er úr
líðini oman á vegin. Nú ein
dagin fór ein higani kl. 1, tá
hendi tað, ið eg altíð hevði
væntað, tað ruddi grót og
annað oman á vegin, bæði
aftan fyri, og framman fyri
hana. Nú vóru góð ráð dýr.
Hon mátti so út á vegin at
bólta grót so hon kundi
koyra, men tá var hon so
nervøs, so hon hugdi meir
niðan eftir enn eftir koyri-
breytini, so hon var líka við
at koyra út av vegnum, so
tær mugu bæði ansa eftir
stormi og skalvi.
Alitandi
tidindaflutningur
Tað er við stórum áhuga, at
tíðindablaðið Sosialurin
verður lisið dag um dag, tí
ein hevur varhuga av, at
blaðmannayrkið verður int
við ágrýtni og virðing fyri
sannleikanum.
Tess meira bilsin gjørdist
ein av forsíðutíðindum
blaðsins mikudagin tann 2.
desember, tá blaðið kunnger
Føroya fólki við trøllstødd-
ar bókstavum, at landsstýrið
hevur reinsað Thomas
Arabo, fyrrv. strandferðslu-
stjóra, og sum einasta frá-
greiðing inni í blaðnum veit
at siga lesaranum, at blaðið
ikki hevur fingið upplýst,
hví landsstýrið hevur av-
gjørt at rinda Thomasi
Arabo endurgjald.
Øll greinin er annars skip-
að sum viðtal við Thomas
Arabo, sum sostatt sjálvur
ger úrskurð.
Lesarin situr við teirri
greiðu fatan, at landsstýrið
hevur bøtt 230.000,00 kr.
fyri, at Thomas Arabo um
morgunin tann 1. november
1996 varð uppsagdur, uttan
at landsstýrismaðurin (við
ráðharraábyrgd) hevði nak-
að >sakligt grundarlag at
byggja á<.
Lesaranum verður kunn-
gjørt, at Thomas Arabo met-
ir krav landsstýrismansins
um útreiðslusparing uppá
4,0 mill. kr. við sama tæn-
astustødi sum einki minni
enn brot á stýrisskipanar-
lógina, v.ø.o. verður krav
landsstýrismansins um eff-
ektivisering av rakstri
strandfaraskipanna mett
sum lógarbrot.
Tað er ikki sørt, at lesarin
verður ørkymladur av hes-
um tíðindum, og spurning-
urin stindur seg upp, um
ikki landskassin eigur at
krevja peningin aftur frá
landsstýrismanninum, um
so er, at hesin hevur rgkt
sítt starv í heimildarloysi og
tikið týðandi avgerðir uttan
sakligt grundarlag, sum víst
verður á.
Ella er tað so, at endur-
gjaldið er latið, tí uppsøgnin
kom sum 6løgi á morgni
tann 1. november 1996 og
als ikki í samsvar við set-
anar-/uppsagnartreytir stjór-
ans? Og er hetta tá at verða
reinsaður fyri skuldseting
hava við.
5. og 6. desember skipa
jólamenninir fyri sang- og
dansikapping á
Jélasølustevnuni '98.
Jólamenninir vilja vita hver
dugir best at mima og dansa til
tónleik, sum bernini sjálvi
Vinnarin fær 1.000 kr !
Meldið tykkum til hjá jólamonnunum
leygardagin kl. 15.30 ella á tlf, 441440.
| Gøtu Ítróttarfelag
Eg vil ikki missa eina av
teimum, tí tær vala um meg
og míni. Hvar eru Suðuroya
tingmenninir, hví greiða tit
ikki fyri løgtingsmonnun-
um, hvussu vandamikil
henda farðleið er! So kemur
bussurin við næmingum til
Studentaskúlan, somu far-
leið.
Eg haldi, at tað er Finn-
bogi Arge, ið hevur hettar
um ikki at halda galdandi
játtanir og fremja álagdar
sparingar?
Lesarin spyr?
Lopra, 2. des. 1998
Jákup Joensen
Sang og Dansikapping
fyri born
Vinn 1.000 krónur
>
málsgki at umsita. Best
hevði verið at tú kom suður,
so tú sá tað heila.
Latið okkurt annað hvíla
og gerið hettar eg havi um-
rgtt.
Virðingarmest
Jacob Pauli á Brekkuni,
Ellisheimið
f