Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-05, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. desember 1998síða 21

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ÍTRÓ — sosialurin, box 76, 110 torshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47 20 - tidindabladid SOS Nr. 232 — 5. DESEMBER 1998 teldupost til ítróttin: emil Csosialurin.fo Tá KÍF spældi móti H71 fyri háluaðrari viku síðani, fekk H71 UDD málið í í seinastu sekundunum. Mikukveldið endurtók segan seg, tá StÍF vitjaði kollfirðingar í Vestmanna Pr Ålvur Haraldsen KIF tapti aftur i seinastu sekundunum Hondbóltur: Aftur hesaferð varð KIF snytt fyri annað stigið í seinastu sekundunum av dystinum EMiL L. JACOBSEN Fyri hálvuaðrari viku síðani var KIF sera nær við at vinna á H71, men hoyvíkingar javnaðu í sein- astu sekundunum. Mikukvøldid endurtók søgan seg, og hesaferð var tað StIF, sum fekk útjavnandi málið upp á 3- metur kast, tå try sekund vóru eftir av dystinum. Fram til tað hevði KÍF verið frammanfyri allan seinna hálvleik og seinna part av fyrra hálvleiki við. Tá seks minuttir vóru eftir, var stødan 24-21 til KÍF, og teir høvdu góðan møguleika fyri at økja til 25-21. Hevdi tad hent, hevði tað ivaleyst punkterað StiF- liðið, men í staðin skoraðu gest- irnir til 24-22 og komu eisini upp å 24-24. Allan Mørkøre hevur vist at vera sera góður fongur hjá koll- firðingum í ár. Mikukv lcd skeyt hann 11] mål, og tað man eisini vera á leið við miðaltalið hjá hon- um higartil í ár. Saman við Allani hevur spæl- andi venjarin Rói Árting lyft KÍF upp á eitt stødi, har teir kunnu bjóða øllum hinum liðunum góða mótstøðu. Og høvdu teir í KIF verið eitt sindur hepnari, høvdu teir nú havt 8 stig í staðin fyri tey 6, teir nú standa á. Móti StÍF spældu teir uttan Edd- ie Joensen, sum er skaddur, og Petur Martin Johansen, sum var leikbannaður. Serliga hesum fyrra var saknur í, tá strandingar nakað inn í seinna hálvleik fóru at mans- verja Allan Mørkøre, tí tá hevði Eddie verið góður sum ein onnur skothóttan. Tá Allan varð settur út av spæl- inum, bleiv tað meira febrilskt hjá kollfirðingum, og spælið bleiv pettað sundur. Frá at hava verið aftan fyri 19-13 eitt skifti, kom StÍF inn í dystin aftur, og serliga Artur Johansen og John Petersen fingu ferð á málskjótingina í hin- um endanum. Stødan var 24-24, tá ein minuttir var eftir, og StIF fekk ein mann útvístan. So skoraði KIF til 25- 24, men ólukkutíð fyri. teir fingu teir síðani eisini ein spælara út- vístan. Tað sá kortini út til, at tað hesaferð fór at eydnast hjá KÍF at fáa bæði stigini, men so bleiv Art- ur spældur upp í seinasta 3-metur kastinum, og hann gjørdi tað sama sum Hans Guðmundsson gjørdi fyri H71 mikudagin eina viku frammanundan: Hann leyp upp um mårin hjá KIF og skoraði til 25-25 Tíðin var farin, og enn eina ferð blivu kollfirðingar snýttir fyri eitt stig móti einum liði, sum tá kapp- ingin byrjaði ikki sá út til at skula fáa trupulleikar av KÍF. Men síð- ani liðið hjá Kollafirði er styrkt við Allani Mørkøre, Róa Årting og Súna Fríða Johannesen, eru teir ikki blivnir tann kan6nfødi, nógv høvdu roknað við áðrenn, tá tosað varð um at taka KÍF úr 1. deild hjá monnum, tí teir ikki fingu mannað lið. Hóast eitt heilt endaspæl er eftir, er tað lítið hugsandi, at StÍF fer at fáa eitt eins gott ár og í fjør. Miku- kveldið vóru tað ða Artur og John, sum skutu málini, men eisini Sveinbjørn Poulsen fangaði nógv- ar ripostar frá Óla Christiani, sum spældi enn ein góðan dyst í KÍF- málinum. Men saknurin í Pola Hansen, sum er farin til Tjaldrið at vera spælandi venjari, er stórur, serliga tí hin vongspælarin Alexandur Jo- hansen ikki veruliga er komin á glið enn í ár. Næsti dystur hjá StÍF verður longu í dag á heimavølli móti H71, og tað fer at vera eitt tað seinasta útkallið hjá strandingum, um teir ikki skulu missa samband- ið við oddin longu áðrenn enda- spælið byrjar. KIF hevur dystir eftir móti Neistanum og Tjaldrinum um- framt ein útsettan dyst móti VÍF. Her skuldi verið møguleiki fyri onkrum stigi, Á kollfirðingar verða eitt sindur pnari og ikki søpla sigrarnar burtur í seinastu sekundum, kunnu teir fara í jólafrí við góðari samvitsku. Lesið eisini itrottin á | Internetinum > www.sosialurin.fo 7 Hondbóltur: — Em L. JACOBSEN 3 | StiF-kvinnurnar fingu ein strævn- i | ari dyst, Í . - p | roknað við, tá tær vóru hinumegin enn tey flestu høvdu fjørdin og vitjadu í Runavík. Fe lagsliðið hjá GÍ og Tjaldrin- Í um hevur ikki I fingið so nógv burt- ur úr í ár, men dysturin móti StÍF | var ein av teimum frægastu hig- | artil, serliga í verjupartinum, har ágrýtnið og áræðið var stórri enn sæð fyrr í ár. Hinvegin var tað framvegis ikki nóg mikið móti StIF, sum nú veru- liga er farið at blanda seg í odda- stríðið aftur. ; Tað gekk striltið i byrjanini. GI/ Tjaldrið mansvardi Sóley Mikk- elsen frá fyrsta bríksli av, og tað hóvaði ikki útiliðnum, sum bleiv ørkymlad og ikki fekk spælið at koyra, tá teirra týdningarmiklasti leikari varð tíkin úr spælinum. Verjan hjá heimaliðnum menti seg eisini so líðandi, tá tær sóu, at tað bar til at verja fyri StiF-ålopunum. Men í hinum endanum hevur Gl/Tjaldrið í alt ár havt sínar størstu trupulleikar. Tað gongur striltið at fáa mál, tí eingin torir nóg væl at taka ábyrgd. Systemini riggaðu til ta seinastu avlevering- ina, og nógvir bóltar fóru av vøll- inum í staðin fyri í hendurnar á einum viðspælara. Tað gingu eisini níggju minuttir, áðrenn Gl/Tjaldrið fekk sítt fyrsta mál í dystinum. Tá hevði StÍF longu fingið trý og brent eitt brots- GÍ/Tjaldrið spældi sín besta dyst higartil í á Men tað var ikki nóg mikið til at vinna á StÍF, sum sær út til at hava sett | ein spurt ígongd, nú grundspælið líður móti endanum kast. L Eftir at G1/Tjaldrid hevdi fingið hol å, kom meira gongd å mål- skjótingina, og skjótt høvdu tær minkað munin niður í 3-4 og seinni eisini 5-6. Men so kom stíg- ur í aftur, og í hálvleikinum var stødan 9-5 til StIF. Ikki nógv mál fyrsta hálva tím- an. Verjan hjá GI/Tjaldrinum spældi sín besta dyst higartil í ár men álopsparturin er sum sagt framvegis ov veikur. SUF fekk eisini betru by rjanina í seinna hálvleiki og legði seg á odda 12-6, men so kom ferð á GI/ Tjaldrið, sum togaði seg heilt upp á 11-13. Men nærri komu tær ikki, og at enda vann StIF 18-13. Sostatt ognadu strandakvinnur sær tvey stig afturat, og hóast tær framvegis eru á fimta plássi í kappingini, eru nú bert trý stig upp til fremsta plássið, og tað kann skjótt takast inn. Gl/Tjaldrið og VB gerast alsamt meira einsamøll í botninum, og tað er nú heilt greitt, at tað verður millum hesi bæði liðini, at botn- stríðið fer at standa. Higartil hava tey vunnið ein dyst móti hvgrjum ødrum í part, og tað er torført at taka dagar ímillum, hvat av hesum báðum er sterkari. Bæði liðini tykjast hava misjavna uppmøting til venjingar, og hvørki av teimum hevur serliga breiðan hóp heldur. Hver av teimum hevur munin, veldst ivaleyst fyrst og fremst um, hvat av teimum hevur heimavøll. VIF vann spennandi uppgerð moti Kyndli EMiL L. JACOBSEN f einum væl spældum dysti eydn- aðist tað VÍF-kvinnunum at vinna á oddaliðnum Kyndli og skapa enn stórri spenning í kvinnukapp- ingina. Einki lið hevur nú tapt minni enn tveir dystir, og tað eru bara try stig millum nummar eitt og nummar fimm! So jøvn hevur kappingin hjá kvinnunum neyvan verið fyrr, og tað er gleðiligt, bæði fyri spælarar og áskoðarar. Tað var annars Kyndil, sum fekk betru byrjanina í útsetta dyst- inum í Vestmanna týskvgldið, og tá tíggju minuttir vóru spældir, var oddaliðið framman fyri 3-0. Men triggjar minuttir seinni stóð á jøvnum 3-3. Kyndil hevði tó munin í fyrra hálvleiki og eitt sindur inn í seinna, har tær eitt skifti førdu 14-11. Men aftur hesa- ferð fylgdi VÍF við og kom upp á 14-14, og eftir tað var eingin mun- ur á liðunum. Tað vóru enn einaferð Jacklin Djurhuus og venjarin Ioana Rapa, sum gingu undan hjå VIF, og tær skutu sjey mål f part. Hjå Kyndli fekk Lotte Sørensen niggju mål, har av tey fimm upp å brotskast. Frå 14-14 fylgdust liðini upp- eftir, og miðskeiðis í seinna hálv- leiki skoraði Jacklin til 18-17 til VÍF, sum tá kom fram um fyri fyrstu ferð í dystinum. Tá seks minuttir vóru eftir, var VÍF á odda 24-21, men Kyndii svaraði aftur og minkaði til 24- 23. Men tá Óluva Poulsen skoraði til 25-23 í næstseinasta minutti, var liðugt, hóast Kyndil fekk eitt brotskass afturat, sum eisini gav mál. LE