týsdagur 8. desember 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 233 — 8. DESEMBER 1998
Sveinbjørn Poulsen noyddist út við einum lítlum snuddi eina letu, men annars
ítróttar S0SZ
spældi StÍF við somu seks útispælarunum á vellinum allan dystin móti H71
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
Marginalarnir
hildu við StIF
Hondbóltur: StfF vann á H71 í tøttum og spennandi
dysti, sum varð dálkaður av sera ljótum atburði frá einum
H71-spælara í síðsta minutti av dystinum
EMiL L. JACOBSEN
Teir 120 gjaldandi åskodar-
arnir í høllini á Skála leyg-
ardagin fingu eitt gott hond-
bóltsupplivilsi, tá StÍF í ein-
um tøttum og sera spenn-
andi dysti megnaði at syfta
H71.
Fyri fjórðu ferð í kapp-
ingini noyddist H71 av vøll-
inum sum tapari, og fyri
triðju ferð vóru teir bert eitt
mál verri enn måtstødulidid
(hini vóru Kyndil og KÍF).
Hesa ferð var tað StIF, sum
megnaði at draga longra
stráið, men tað kundi júst
tað sama farið hinvegin.
Serliga í seinna hálvleiki
var tað tætt, og liðini so at
siga skiftust um at hava
leiðsluna. Av tí at tað var so
tætt, skifti StfF bert út eina
ferð í dystinum! Tað var, tá
Sveinbjørn Poulsen noydd-
ist útum eina løtu vid einum
smærri skaða, og Bent Djur-
huus kom inn í nakrar min-
uttir.
Annars vóru tað teir somu
seks útispælararnir, sum
spældu alla tíðina hjá StfF.
Teir høvdu kortini eina
heldur gðrvísi uppstilling
hesaferð. Jónleif Sólsker
spældi allan dystin á miðj-
uni, og tí varð John Petersen
sendur út á vinstra vong.
Rokeringin eydnaðist væl,
og John Petersen bleiv topp-
skorari hjá StÍF við 11 mál-
um. Tað skal kortini leggjast
afturat, at fimm av hesum
vóru upp á brotskast.
H71-liðið helt ikki so fast
upp á sína uppstilling, men
hevði sum vanligt Olaf
Vestergaard og Finn Hans-
son, sum skiftust um at
spæla í ávikavist verjuni og
álopinum. Hjá H71 var tað
annars serliga Hans Guð-
mundsson, sum gjørdi um
seg og skeyt 12 mål.
StIF var einu løtuna í
fyrra hålvleiki å odda 11-7,
men so tók H71 dik á seg
og kom framum 12-11 og
fór til hálvleiks við 17 mál-
um móti teimum 15 hjá
StÍF.
Í seinna hálvleiki var
eingin munur á liðunum,
men tá tíggju minuttir vóru
spældir, kom StÍF upp á
javnleik 21-21 og legði seg
síðani á odda 23-21. Men
H71 reisti seg aftur, og tá
sjey minuttir vóru eftir,
førdu teir 30-28. Eitt mál
afturat til H71 hevði kanska
avgjørt dystin tá, men
Henning Jarnskor hevði
eina frálíka dupultbjarging
í einum kontraálopi hjá hoy-
víkingum, og hann helt
heimaliðnum inni í dystin-
um.
Skjótt var strandaliðið
komið upp á javnleik 31-
31, men tá Jákup Símun
Simonsen skoraði til 32-31,
var lítið sum bendi á, at SUF
fór at vinna dystin. Men hó-
ast tað bert var ein slakur
minuttur eftir av dystinum,
hendi framvegis nógv. John
Petersen skoraði upp á
brotskast til 32-32, og so
fekk fyrst ein, so ein afturat
hjá H71 tveir minuttir út.
Tað byrjaði við, at dómara-
borðið metti, at H71 skifti
skeivt út, og fyri tað fekk
bonkurin eina ávaring. Søg-
an endurtók seg stutt seinni,
og so noyddist ein H71-ari
út í tveir minuttir, Stutt
seinni varð ein afturat hjá
H71 so útvístur, og við seks
móti fýra eydnaðist tað Art-
uri Johansen at skora sig-
ursmálið í seinasta minutt-
inum.
Dysturin fekk annars ein
keðiligan enda, tá annar av
útvístu H71-spælarunum
gjørdi seg inn á dómara-
borðið við einum saftdunki
og fyri tað fekk reyða kort-
ið. Ikki nakað, sum hoyrir
heima á einum ítróttarvgilli,
og sum ivaleyst fer at geva
H71-spælaranum fleiri daga
leikbann.
Sigurin á H71
otið?
StÍF valdi ikki at mansverja
Hans Guðmundsson í fyrra
hálvleiki, men nakað inn í
seinna hálvleik fóru teir út í
hann og tóku eisini Finn
Hansson út úr dystinum.
Hetta gjørdi teir í H71 eitt
sindur ráðaleysar, sam-
stundis sum spælið hjá StfF
koyrdi betur enn sæð leingi,
og m.a. tí bleiv dysturin
leygardagin nógv javnari
enn tann í Havn, sum H71
vann lættliga 35-25.
Í seinasta enda vóru tað
eisini marginalarnir, sum
vóru við StIF hesaferð, og
teir vunnu sera tepurt.
Strandaliðið vísti góðar
taktir í dystinum leygardag-
in, og tað er als ikki ov seint
at taka tað mista innaftur.
StÍF hevur brúkt langa tíð
til at koma í gongd í ár, men
sigurin á H71 var kanska
startskotið.
Hoyvíkingar noyddust at
bíta í súra grasið leygardag-
in. Teir kunnu iðra seg um,
at hepnið ikki rættiliga hev-
ur verið á teirra síðu í ár, og
aftur hesaferð fall eitt reytt
kort í teirra lut. Tað er held-
ur ikki serliga heppið fyri
teir, men teir kunnu ugga
seg við, at teir nú ikki skulu
spæla aftur í landskapping-
ini fyrr enn 20. desember
móti Neistanum. Men so er
spurningurin aftur, um tað
nú er nakar fyrimunur, tá
samanumkemur.
Od'NIBMTØESD S"MMM
Tíðindablaðið ÓKEYPIS
sosialurin
Sosialurin
rindar
postgjaldið
Undirritaði teknar seg sum haldara av
Tiðindablaðnum Sosialinum, og fái
blaðið 5 ferðir um vikuna.
Restina av hesum ársfj. fái eg Sosialin
ÓKEYPIS!
[] Haldarar í Føroyum: 255,-/ársfi.
[] Haldarar i Danmark: 425,-/ársfi.
[] Haldarar i Føroyum,
S.blød i senn: 340,-/ársfj.
mur lond: Ymiskir prisir