Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-08, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 1998síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

26 = SD SKÁ. Heri Mortensen, býráðslimur: Ég læt meg yvirtala: - Í dag angri eg at eg valdi Kommunufelagið — Eg havi ringt til Jógvan Mórkóre og fortalt honum, hvat eg haldi. Og tað, sum eg haldi er, at tað líkist hvørki einum ella øðrum, at tær smáu kommunurnar nú hava tikið okkum, sum eru ringast fyri, til gísla, fyri at fáa betri sómdir sjálvar AK! BERTHOLDSEN --Tað er nógv fyri at síggja, at tær smáu kommunurnar. sum allar sínar dagar hava livað feitt av teimum stóru kommununum, nú skulu taka tað mesta av Føroya Fólki til gísla Heri Mortensen á Tver- oyn er ikki mjúkur í orðum. á ið hann verður biðin um eina viðmerking til støðuna. ið hevur tikið seg upp í sam- bandi við kommunuskuld- ina. Sum so nógv onnur, er hann sera misnøgdir við framferðini hjá Kommunu- felagnum í sambandi við ar- beiðið at loysa skuldar- kreppuna hjá teimum ring- ast staddu kommununum. Í Tvøroyrar Býráð draga bæði samgonga og andstøda somu línu í spurninginum um kommunuskuldina. Býráðið hevur boðað Kommunufelagnum frá. at tekur tað ikki sítt upskot aftur, fer Tvøroyrar Komm- una at umhugsa framhald- andi limaskap sin f felag- num. Byårfelagid, Landsstýrið og Kommunufelagið vóru annars samd um, at tað varð neyðugt at sanera 81 milli- ónir av samladu kommunu- skuldini, soleiðis at ongin kommunua kom at skylda meiri enn triggjar ålikning- ar Býarfelagið og landsstýr- ið vóru komin næstan ásamt um eina loysn, har ein part- ur av saneringini varð tikin úr kommunala kreppuláns- grunninum og at landsstýrið legði restina út. Síðani skuldu grunnurin takast av og kommunurnar fáa sín part útgoldnan, at gjalda skuld niður við. Men síðani hevur Komm- unufelagið eftir øllum at døma broytt stóðu. Tí í einum álitið til Lands- stýrið sigur felagið, at tað er skeivt av avskriva skuld. í hvussu so er beinanveg Hinvegin mælir felagið til, at kreppulánsgrunnurin verður brúktur at veita kommununum stuðul, so at tær fáa goldið skuldina nið- ur Hetta hevur loypt ødi í m.a. tvøramenn, sum hava hótt við at melda seg úr Kommunufelagnum, um uppskotið ikki verður tíkið aftur, so at kommunurnar fáa tað saneringina, sum Býarfelagið og Landsstýrið næstan vóru komin undir land við M.a. hava tveramenn beinleiðis hótt við at fara úr Kommunufelagnum, um felagið ikki tekur uppskotið aftur — Eg skilji púra onki av kúvendingini í Kommunu- felagnum. Men eitt, sum uttan iva býr undir, er, at tær ringast staddu komm- unurnar, skulu takast til gísla, sigur Heri Morten- sen, býráðslimur á Tvør- oyri Angri tað nú Heri Mortensen sigur, at hetta er ein stóða, sum hann tekur fult út undir við. Sjálvur er hann í andstød- uni í Býráðnum, men í hes- um máli draga andstøda og samgonga somu línu. Heri Mortensen sigur, at síðani hann kom í Býráðið, hevur spurningurin verið uppi, um Tvgroyrar Komm- una skuldi melda seg úr Kommunufelagnum, og heldur leggja dentin á sam- starvið í Býarfelagnum, sum seks tær størstu komm- unurnar hava stovnað: Tórs- havn, Klaksvík, Runavík. Fuglafjørdur, Tvøroyri og Vågur. - Tá læt eg meg yvirtala til at taka undir við, at vit blivu verandi limur í Kommunufelagnum. — Men eg må vidganga, at nú angri eg, at eg læt meg yvirtala. Tikin til gisla Heri Mortensen sigur, at tað, sum er hent nú, er, at Kommunufelagið hevur tik- ið allar tær ringast staddu kommunurnar til gísla. — Kommunufelagið tók fyrst í november undir við, at, at toppurin uppá 81 milliónir, varð tikin omanav skuldini so at ongin komm- una skyldadi meiri enn triggjar ålikningar. —Ti er tað sera óheppið, at Kommunufelagið síðani skiftir kós og leggur eitt álit fyri landsstýrið, har sagt verður, at tað er skeivt at avskriva skuld. --Sostatt hevur Komm- unufelagið beint fyri eini semju, sum Býarfelagið og Landsstýrið vóru komin næstan á mál við. Umframt saneringina, vilja tær stóru kommunu- rnar í Býarfelagnum hava kommunala kreppuláns- grunnin tiknan av, so at hver kommuna sær sín part út- goldnan at betala skuld við --Men umframt at Komm- unufelagið ikki vil avskriva skuld, vil tað eisini varð- veita grunnin at brúka hann til at lata teimum ringast staddu kommununum stuð- ul til at betala skuld við. Men Heri Mortensen er sannførdur um, at Komm- unufelagið hevur eisini eitt annað endamál í huganum, tá ið tað tvíheldur um kreppulánsgrunnin. — Endamálið er uttan iva, at Kommunufelagið vil hava pengarnar í kreppu- lánsgrunninum í rygginum fyri at standa sterkari, tá ið samráðingar aftur vera um kommunuskuldina í 2000. — Sostatt hevur Komm- unufelagið tikið allar tær ringast staddu kommunur- nar til gísla fyri at fáa øllum kommununum eina góða avtalu í 2000. Heri Mortensen heldur, at tað er nógv fyri at síggja, hvussu allar tær smáu kommunurnar, sum hver sær bara eiga nakrar fáar krónur í grunninum, og sum umboða 1/3 av Føroya fólk- 1, skulu taka allar tær stóru kommunurnar av ræði, sum eiga næstan alt í grunninum, og sum umboða 2/3 av øll- um føroyingum. Hann sigur, at hann skilir ikki, at Kommunufelagið ikki vil avskriva skuld og varðveita kreppulánsgrunn- in, tí tað er alt sum bendir á, at kommunurnar verða lagðar saman í allar nærm- astu framtid-og tá verður øll skuldin meiri og minni fel- ags Hann leggur afturat, at tað, sum er so heilt avger- andi fyri tær ringast staddu kommunurnar, er, at skuldin verður sanerað beinanveg- in, so at tær kunnu síggja sær ein veg burturúr skuld- arhaftinum. — Vit hava harðliga brúk fyri saneringini, so at vit fáa eina útjavning í Føroyum. — Tí hver verður verandi td. í Suðuroynni, um skattaprosentið her verður 23%, eftir at hon er løgd saman í eina, ella tvær kommunur, samstundis sum tað er 16% í Havn. — Alt ættarliðið ímillum 18 og 23 ár í Suðuroynni er longu vekk. Heri Mortensen ivast ikki í, at eisini Havnin er áhugað í hesi útjavning, tí høvuds- staðurin er við at koma í rasshaft av allari tilflyting- ini. Hann ivast heldur ikki í, at tað fer at bera væl til at samráðast seg til eina góða avtalu í 2000, antin kreppu- lánsgrunnurin. —Eg veit ikki, hvat talar fyri, at tað verður so nógv verri, enn tað er nú, sigur hann. Nr. 233 — 8. DESEMBER 1998 av alstórum týdningi, at vit fáa eitt opið samband við meginøkid”, sigur Rúna Sivertsen løgtings- kvinna m.a., i Jyrispurningi til Finnboga Arge, landstýrismann Hvussu ætlar Landsstýrið | attryggja, at ferðaætlanin á Leið 50 hóskar til og nøktar alsamt vaksandi ferðafólka- og farma- tgagin um Leirvíks- Soleiðis ljóðar fyri- Spurningurin til Finnboga 5 frá Rúnu Sivertsen Fólkaflokkinum. Hon sigur, at hugburð- Norðoyggjar og restina av landinum má flytast frá an má halda seg aftur í at framleiða, ti møguleikin fyri at flyta vøruna víðari i at í mentun- artiltøkum, skeiðvirk- semi, kvøldskula og ødr- um, sum er neyðugt fyri framburðin í nútímans- samfelagnum. Og hon sigur víðari, at túratalið må høg so eisini slepst tur til Nordoyggjar allar dagar. ; Til at ferdaætlanin num, sigur hon, at tað er sera óheppi, tí tað er í | vikuskifunum, at fólk vanliga hava størsta ferð- atérvin. fólk oftast mugu bíða í fleiri tímar, annadhvørt fyri ella eftir dystirnar. Tí samlast ofta ein hópur ay ferðafólki til ein túr, til stóran ampa fyri farleið- ina. Serliga ringt er vetr- ur fyri allari ferðsl klokkan sjey á kvgldi, sig- - Men hóast tað, so upp- liva vit ein ov lítlan kap- asitet á rutuni, einamest við ov lítlum túratali. Hon leggur afturat, at henda ruta vinnur Strand- krónur hvert ár, og tf er torført at skilja, at ferða- $trandferðsluna, um frameftir at arbeiða soleiðis, at tænastan kemur fram um tørvin, og ikki støðugt haltar aftaná. 8 SV 3 5 FT