mikudagur 9. desember 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
fk
Nr. 234 — 9. DESEMBER 1998
tíðindablaðið S0s2lui
17
Viðmerking:
Samgongan og
Suðuroyarsiglingin
Manglandi vilji í samgonguni og tinginum um at betra Suðuroyarsiglingina
Tað síðsta, sum vísur at so
er, var atkvødugreidslan
um, at betra farleiðina í des-
ember mánaða við tveimum
túrum um vikuna. Hetta
málið fall tíverri, eisini við
hjálp úr andstøduni. At at-
kvgða ímóti hesum upp-
skoti tí sagt verður, at tað
blívir arbeitt við einari
heildarloysn er bert undan-
førsla, tí uppskotið er bert
galdandi fyri desember
mánaða.
Hergeir Nielsen skilir
ikki
Hergeir Nielsen skilir ikki
hví harsara navn blívir tikið
upp á tungu, tá ið Suðuroy-
arsiglingin verður umrødd.
At Hergeir Nielsen yvir-
hevur verður nevndur er
bert tí, at hann mær vitandi
býr í Suðuroy og er ting-
limur í samgonguni. Undir-
ritaði hevur tikið sum givið,
at Hergeir Nielsen sum ting-
limur í samgonguni hevur
eina, í minsta lagi, pinku-
lítla ávirkan á samgongu-
politikkin, herundir eisini
suðuroyarsiglingina. Skriv-
aða orðið í samgonguskjal-
inum er eitt, veruleikin nak-
að heilt annað.
Skulu suðuroyingar
trúgva uppá
samgonguna
Undir verandi samgongu er
suðuroyarsiglingin versnað
munandi. Verandi fólka-
flokslandsstýrismaður í
samferðslumálum hevði
nokk verið glaður um
eingin suðuroyarsigling
var, tí so heyði hann slopp-
ið frá at sagt: at arbeitt
verður við málinum. At
Hergeir Nielsen trýr uppá
landsstýrismannin er møg-
uligt, men tað kunnu ikki
vera nógvir aðrir suðuroy-
ingar sum trúgva uppá hvat
Finnbogi Arge sigur, hvorki
viðvíkjandi samferðsluni til
Suðuroy ella vinnulívinum
í Suðuroy.
Aðrir tinglimir gera
vart við seg
Alt sum Rúna Sivertsen ger
vart við um Norðoyggjar, í
viðtalu við Dimmalætting
5. des. er enn meira átrok-
andi fyri Suðuroy og út-
oyggjar annars. Áhugavert
verður at hoyra, hvat Finn-
bogi Arge fer at svara Rúnu
Sivertsen um Leirvíksleið-
ina, tí henda farleiðin er
munandi betri fyri enn Suð-
uroyarleiðin.
At Hergeir Nielsen og
Henrik Old føla seg raktar
tf undirritadi dittar sær at
skriva um suduroyarsigling-
ina, sæst best av teimum
vidmerkingum teir hava til
mina skriving.
Teirra viðmerkingar um
hvat fór fram fyri 20-25
árum síðani og fortíðini
annars, kunnu teir vónandi
læra okkurt av, annars kann
tað ikki brúkast til so nógv.
Eisini undrar tað meg,
at teir sum suðuroyingar
ikki kunna viðgera suður-
oyarsiglingina, uttan at
tað skal blandast politisk-
ur litur uppí. Avgerandi
er, at núverandi farleið
blívir munandi betri og
tað hava tit sum fólka-
valdir tinglimir í Suðuroy
ein meguleika fyri at
ávirka.
Finnleif Guttesen
Tveroyri
Viðmerking til viðtalu
við Edmund Joensen
fyrrverandi løgmann, í
Dimmalætting fríggja-
dagin 4. desember
Nakrar dagar inn í de-
sember mánaða er vanligt
at sleppa veðragjólving-
um út, soleiðis at teir
kunnu sikra framtíðar
seyðahald í Føroyum.
Um tað mundi, tå veðr-
jólvingarnir vóru slept-
ir út í fjør, kom táverandi
HR Edmund Joen-
sen, f tankar um, at hann
skuldi fara at kanna,
hvussu tað var við heim-
ildini at selja strandfara-
skipið Teistan.
Henda kanning varði tó
ikki so leingi. Eftir at und-
irrítaði hevði almanna-
kunngjørt skriv, har sami
Edmund Joensen váttaði,
at undirritaði hevði fulla
heimild til at undirskriva
øll skjól í sambandi við
sølu av Teistanum, bórust
skjótt tíðindini um, at alt
var í fínasta lagi.
Nú fyrstu veðragjólv-
ingarnir eru farnir út í ár,
kemur sami maður undan
kavi, men nú sum for-
maður í landsstýrismála-
nevndini.
Nú skal kannast, um
undirritaði gjørði nakað
galið, tá Tummas Arabo
bleiv sagdur úr starvi.
opp
SL
|}
Gimaroy
kur |
Orsøkin skal vera tann,
at Tummas Arabo hevur
á 230.000 krónur.
Edmund Joensen veit
fullvæl, at einhver upp-
søgn kostar eitt ella annað
endurgjald. Í so máta er
enn aðrar,
Undirritaði hevur ikki
sæð semjuna, sum gjørd
er í sakini, men sá í sínari
tíð stevningina frá verk-
frødingafelagnum.
Steyningin var ikki
fyrst og fremst ímóti und-
irritada, men móti tåver-
andi løgmanni, núverandi
formanni í landsstýris-
mannanevndini, Edmund
Joensen.
Vónandi verður úrstitið
av hesi kanningini ikki
eins ranglut og veðra-
gjólvingarnir eru tað, tá
teir aftur koma á básin at
standa.
Sámal Petur í Grund