fríggjadagur 11. desember 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Postadr: Postsmoga 76,
1OTósham
Telefon: 311820
Teletax. 314720
e-mait;
post Øsosialurin. fo
>Marjussyndromið< og
virðing hver fyri oðrum
AT bæði Utvarp og sjónvarp senda úr ting-
inum og nú eisini sjónvarpið beinleiðis er sunt
og gott fyri demokratiið. At sjónvarpið ætlar
at senda mynd eisini eftir nýggjár er helst
eisini skilagott. Tá seta tingumreður krøv til
politikararnar um at eisini sjónliga at bera seg
såmuliga og sidiliga at. Tíbetur var sjónvarpið
á blettinum í vikuni, tå tingmaður sambands-
ins Marjus Dam skræddi eitt tinguppskot,
meðan hann stóð á tingsins rødarapalli.
EINKI er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt,
plagar at verða tikið til. Vit meta gerðina hjá
Marjus Dam at vera forkastiliga, men hon er
so samtíðis ein áminning til okkum øll um, at
ekstremar meiningar og gerðir tæna ikki
demokratiinum. Umreddi tingmaður var so
ósamdur við uppskotsstillaran Høgna Hoydal,
at hann rætt og slætt skræddi uppskotið um
grundlógarnevnd sundur. Tað sigur meira um
hann enn um uppskotið.
TAÐ er einki dulsmál, at tað finnast víðgongdir
í ollum flokkum. Onkur tingmaður er entá farin
so vítt sum at tengja orðið landasvíkari saman
við ivasama leiklutinum hjá formanni javnað-
arfloksins í fullveldismálinum. Slíkt kann ikki
samanberast við gerðina hjá sambandsting-
manninum, men tað er kortini rætt, nú málið
er frammi, at vísa á, hvussu týdningarmikið
tað er fyri alla ta demokratisku debattina um
fullveldi, at Marjussyndromið ikki spjaðir seg
og fær fastatøkur í aåre” politikarar, sum ikki
virða rættin hjá eðrum at hava eina hugsan.
VIT hava stóra virðing fyri ynskinum hjá
Hegna Hoydal um at fáa eitt breitt og sakligt
orðaskifti um alt fullveldismálið - og fyri orðum
hansara um, at einki skal trumlast igjøgnum,
men at hetta álvarsmál skal hava eina veruliga
demokratiska viðgerð.
MEN vit halda tað hvorki vera sakligt ella
skilagott, tá samgongutingmenn vilja gera
andstøåupolitikarar, ið teir íkki eru samdir við,
álíkar landasvíkjarum. Fullveldismálið er eitt
so álvarsligt mál fyri Føroya fólk, at allar
meiningar eiga at verða hoyrdar. Hvussu
ósamdir t.d. teir mest nationalu tjóðveldis-
menninir enn eru við sjálvt teir svartastu sam-
bandsmenninar og øvugt, eiga hesir eisini at
sleppa at siga sínar hugsan. Latið okkum taka
óvirðiligu hendingina í tinginum í vikuni sum
eitt gott høvi at venda Marjussyndrominum
í tess mongu búnum, bakið. Latið okkum -
sum Høgni Hoydal førir fram - á virðiligan
hátt lýsa og debatera málið. Latið okkum fara
eftir bóltinum og ikki manninum. At illgita
mótstaðumenn fyri landsfiggindaligt virksemi
er eitt „Marjussyndrom“, ið vit eiga at venda
okkum ímóti.Tí hvílir stór ábyrgd á floks-
formonnunum at fáa síni fólk til at halda tær
demokratisku spælireglurnar og ikki minst
andan í demokratiinum. Virðing hver fyri ødr-
um er fyritreytin fyri dialoginum og fatanini og
harvið eisini einum fruktagóðum úrsliti fjøldini
at gagni. Sosialurin
Hví gjalda fyri almennar reklamur
frá UF og SVF
Tað er onki at ivast í, at vit
ongantíð so nógv sum nú
fáa smoygt reklamur av
ymsum slag niður yvir oyr-
ini. Munur er tó á reklam-
um, nakrar eru ókeypis,
meðan aðrar skulu, sambært
lóg, gjaldast fyri. Vit kunnu
í høvudsheitinum býta rekl-
amurnar upp í tvinnar bólk-
ar:
1. Reklamur í skrivandi
formi, ið koma inn gjøgnum
brævsprekkuna.
2. Reklamur í mynd og
talu, ið koma inn gjøgnum
antennukaðalin.
Munurin á hesum reklam-
um er tann, at tær fyrru fáa
vit ókeypis, og fáa enntá
gott tilfar til brenniovnin
við í >keypinum<. Tær
seinnu reklamurnar skulu
vit treytaleyst gjalda einar
trý túsund krónur fyri árliga,
um bert vit hava útvarps-
og sjónvarpstól. Her fáa vit
heldur onki ókeypis til
brenniovnin, men mugu í
staðin sjálvi rinda kostnaðin
av at hava tólini koyrandi,
til ein annan almennan
stovn (SEV), pluss avgjald
til landskassan (MVG). -
Loftmiðlarnir eru einastu
fjølmidlar í Føroyum, ið
hava meirvirðisavgjald.
Lógin um útvarp og sjón-
varp sigur í stuttum, at hava
vit tól tilsett, skulu vit rinda
eitt ávíst gjald til hvønn
stovnin, sjålvt um télini
kunnu nytast til mangt ann-
að, enn almennu føroysku
loftmidlarnar, id er …keypis.
Hetta svarar til, at eitt nú
SMS hevði lógarheimild til
at krevja eitt avgjald av
teimum húskjum, ið høvdu
eina brævsprekku, ið kann
latast upp uttanífrá.
Undirritaði er vælvitandi
um, at eitt nú SVF hevur
tíðindasendingar, ið skulu
fíggjast, men tað er júst
hetta, reklamurnar eru til!!!
SMS-blaðið hevur eisini
góðar greinar, eitt nú um
gamlar havnarmyndir og
líknandi, ið eru raklamufin-
ansieraðar. Tað kostar at
senda, men tað kostar so
sanniliga eisini at senda
skrivligt tilfar út til hvert
húski. Lurtarin/síggjarin sit-
ur tí eftir við teirri uppfatan,
at hann rindar fyri reklam-
urnar í UF, ið fáa Prime-
Time senditíð, og somuleið-
is fyri bingosendingarnar
hjá SVF, ið somuleiðis fáa
allar allar bestu senditíð.
Hendan hugleiðing um
peningagirnd teirru alm-
ennu fjølmiðlana er sprottin
úr tí hugsan, at ein aldri hev-
ur goldið fyri ein reklamu-
penn, sjálvt um aðalmálið
við honum er at skriva, og
at hann er eitt gott amboð í
dagliga lívinum. Tískil
skulu vit heldur ikki rinda
fyri útvarps- og sjónvarps-
sendingar, ið byggja á rekl-
amur. Og vit skulu slett ikki
rinda til fjølmiðlar, ið taka
reklamurnar fram um seri-
øsa tidindaflutningin (her
verður víst til lesara, ið ilsk-
ast yvir, at UF hevur bytt
um uppå vedurtidindi og
reklamur, so at fleiri hoyra
reklamurnar enn vedurtid-
indini).
Onkur kundi kanska sagt,
at vit rinda eisini fyri dag-
blødini, sjålvt um tey hava
reklamur við. Her må í stutt-
um sigast, at dagblødini eru
frivillig, tað eru føroysku
loftmidlarnir og SMS blad-
id ikki, hesi koma av sær
sjålvum.
Vónandi eru hesar hugs-
anir ein íblástur til okkurt
kjaki um framhaldandi
kappingaravlagandi lógar-
bundnan almennan rekl-
amupolitikk.
Finn Jensen
Opið bræv til Høgna Hoydal
Sjálvstýrið vil eg hava og sjálvstýrið skal tað vera
Tú tosar og skrivar um
sjálvstýrið og nærum alt
skal vera eftir íslenskari
fyrimynd
Undirritaði hevur búð í
Íslandi í 26 ár og havi eg
nakrar spurningar til Høgna
Hoydal
1. Er ætlanin at seta løn-
arlagið í Føroyum niður á
sama stødi sum í Íslandi,
t.v.s. 40-50 kr. pr. tíma?
2. Veit Høgni Hoydal,
hvussu íslenskir pesjónistar
hava tað?
3. Skal ognarskattur setast
4
á
4. Skulu kona og maður
út at arbeiða 14-16 tímar pr.
døgn, fyri at hava sama pen-
ingastødi, sum í dag?
S. Veit Høgni H. at Island
verður kallað »Singapore
Norðursins< vegna lága
lønarstødi0:
hóast Ísland hevur eitt hitt
størsta fiskiøki í Europa
hóast Ísland hevur eina
mest av heitum vatni í und-
irgrundini í verðini, til at
hita hús upp við
hóast Ísland hevur størstu
vatnmongd í Norðurlondum
til orkuframleiðslu.
Ísland hevur uml. 10 stór
virkir, sum smelta alminium
og metalgrót.
Ísland fiskar ímillum 1-
1,3 milliónir tons av ymisk-
um fiskasløgum um árið.
Skattaprosentið í Íslandi
er 39,2%, í Føroyum 42-
45% eftir løn.
Høgni Hoydal! Kanst tå
geva Føroya fólki eina frå-
greiðing uppá, hvussu sam-
gongan ætlar at fíggja eitt
føroyskt sjálvstýri og helst
á ein hátt, at vanligt fólk
skilir, hvat tú tosar um. -
Tað eiga føroyingar krav
uppá. Minst til at Føroyar,
er ikki títt privatríkið.
Sjálvt Island við øllum
sínum nåttårurfkidømi kann
ikki syrgja fyri sær sjálvum
uttan at taka stórt lán uttan-
landa.
Høgni! Eini góð ráð. Far
fyrst og kanna málini um
tey kunnu lata seg gera við
góðari lukku fyri fólkið og
landið. Ber tað til, er bert at
fara ígongd.
Høgni, hví brúkar blint
fólk stay?
Jú, til at vita um tað er
gjørligt at ganga eina ella
aðra gøtu. T.v.s. at fola seg
fram.
Høgni - få tær stav.
Robert Robertson
Stor framsýning av skipsútgerð og fiskireiðskapi
Månadagin 14. desember letur stør og fjølbroytt framsyning upp å J. F. Kjølbro Heilsølu
I tíðindaskrivi frå heilsøluni
verður sagt, at hetta er ein
framsyning har allar tær
vørur sum hava vid flotan
at gera verða vistar fram.
Sum nú er, hava vørurnar
ikki ligið á einum stað, og
tí hevur tað mangað verið
sera torført hjá kundunum
at gjørt sær eitt heildaryvir-
lit yvir hvat fyri reiðskap og
útgerð heilsglan hevur at
selja. Heilsglan metir tað
verða av stórum týdningi,
at gera eitt uppsøkjandi ar-
beiði fyri at røkja henda
málbólk. Tí kemur ein slík
framsýning væl við, bæði
hjá heilsgluni og hjá teim-
um sum hava brúk fyri hes-
um vørum.
Á framsýningini verður
alt møguligt at síggja, húk-
ar, teymar, nylon, línur,
knívar, boyir, spuliútgerð,
reingerð o.m.a. Sum øllum
kunnugt, so hevur heilsølan
eisini just fingid sær eina
agnasølu.
Av heilsøluni vóna teir at
framsyningin verður væl
vitjad, og at teir vitjandi fåa
nakað burtur úr. Heilsølan
sigur at enda, at tað á fram-
sýningini verða givin ngkur
heilt góð tilboð.
Sum sagt letur framsýn-
ingin upp mánadagin 14.
desember, og er hon opin
hvgnn gerandisdag til jóla.
Tøkk
Hjartaliga takk fyri ta gleðina at vera
saman við vinum, tá eg fór um tey
áttati.
Regin Dahl