Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. desember 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 236 — 11. DESEMBER 1998 tíðindablaðið SOSlalun 11 Jógvan K. Mørkøre vísir øllum skuldsetingum um sabotasju aftur: Forða ikki kommunum at sleppa av við skuld — Tað eru ikki vit, sum sabotera royndirnar hjá Býarfelagnum at sanera kommunu- skuldina. Tað var tvórturímóti ein býarkommumna, sum ikki kundi ganga við til eina avtalu undir teimum treytum, sum vóru. Partar- nir eru ikki til at vika og tí hava vit víst á aðrar móguleikar, sigur Jógvan K. Mørk- øre Áki BERTHOLDSEN --Tað eru ikki vit, sum ligga í buktini. — Men íá ið samráðing- arnar steðgaðu fullkomiliga upp, hava vit loyvt okkum at vísa á eina gongda leið, sum eisini er ein langtíð- arloysn. Jógvan K. Mørkøre á Eiði avsannar púra avgjørdur, at tað er Kommunufelagið, sum liggur í buktini og forðar fyri, at ein verulig loysn fæst á skuldarkrepp- uni hjá teimum ringast staddu kommununum. Bæði Heri Mortensen og Dan Nielsen á Tvøroyri hava í Sosialinum hvassliga funnist at Kommunufelag- num fyri leiklutin sum fel- agið hevur havt í royndun- um at fáa eina loysn á skuldarkreppuni hjá teim- um ringast staddu komm- ununum. Teir átalaðu báðir, at Kommunufelagið fyrst hevði tikið undir við, at 81 milliónir blivu saneraðir av kommunuskuldini so at ongin kommuna kom at skylda meiri enn tríggjar á- líkningar. Eitt sindur av pengunum skuldi takast úr kommunala veðhaldslánsgrunninum, men restina skuldi. lands- stýrið leggja út. Samráðingar hava verið millum Landsstýrið og Bý- arfelagið og sagt varð, at tað vóru ikki meiri enn 8-10 milliónir, sum skiltu part- arnar, men tað var ikki hild- ið at verða nakar trupulleiki. Samstundis vil Býarfel- agið hava tann kommunala veðhaldsgrunnin avtiknan so at kommunurnar kunnu — Ætlanin at sanerad kommunuskuldina líkist mest einum løtuvinningi, hóast tað uttan iva fer at kennast sum ein lætti í fyrstu syftu. Men tað ger eisini at sleppa Tórshavnar Kommunu nógv lættari burturúr lánikreppuni hjá kommununum, enn um tlaan bleiv um eina veruliga útjavning, sigur Jógvan K. Mørkøre, formaður í Kommunufelagnum brúka peningin at niður- gjalda skuld við. Kommunuelagið kú- vendir Men so skuldseta teir báðir tvgramenninir Kommunu- felagið fyri at brádliga at snara 180 stig. Tí í einum uppriti til Landsstýrið um kommunu- skuldina, sigur Kommunu- felagið, at tað er skeivt at avskrivað skuld, í hvussu so er beinanvegin. Samstundis vil kommun- ufelagið varðveita kreppu- lánsgrunnin, so at tær ring- ast staddu kommunurnar kunnu fáa stuðul úr honum at betal skuld niður við. — Hetta er at taka tær ringast staddu kommurnar til gísla og at brúka tær sum jarnbrot fyri at allar komm- unurnar kunnu fáa eina betri avtalu, tá ið samráð- ingar aftur verða um komm- unuskuldina í 2000, siga teir báðir tvgramenninir. Tvgrafólk hava tikid Kommunufelagnum hetta so illa upp, at eitt einmælt býráð hóttir beinleiðis við at melda Tvgroyrar Kommunu úr Kommunu- felagnum, um tað ikki tekur uppritið aftur. Tvøramenninir siga, at verdur kommunusuldin ikki sanerað, fer seigpiningin av teimum ringast staddu kommununum at halda fram. Gekk veg Formaðurin í Kommunufel- agnum er alt annað enn samdur við tvgramenninar og hann vísir avgjørdur skuldsetingunum um sabo- tasju aftur. Hann sigur, at tá ið sagt verður, at Kommunufelagið hevði tikið undir við eini sanering, verður helst sipað ein fund í Havn fyri umleið einum mánaða síðani. — Tá var tosað um at loysa skuldarkreppuna hjá teim- um ringast staddu komm- ununum við at sanera 81 milliónir av skuldini fyri at ongin kommuna skuldi skylda meiri enn tríggjar á- líkningar. — Ein partur skuldi takast úr kommunala kreppuláns- grunninum og síðani skuldi landsstýrið betala restina. — Men landsstýrið gjørdi púra greitt, at tað vildi ikki betala meiri enn 25 milli- ónir av saneringini. — Av tí sama skuldi 56 milliónir takast úr kommu- nala kreppulánsgrunninum. — Men hetta hevði ført við sær, at stovnsfæið í grunn- inum kom niður á 82 milli- ónir. — Tað, sum kommunurnar sostatt høvdu fingið úr aftur grunninum, tá ið hann held- ur uppat um tvey ár, var hvør sín part av 82 millión- um. — Annars var upprunaliga ætlanin at stovnsfæið skuldi ikki fara niður um 100 milliónir. — Men fundurin endaði úrslitaleysur, tá ið ein bý- ráðsformaður,, gjørdi púra greitt, at hann, vegna sítt býráð, ikki kundi gangavið til minni útgjald enn teirra part av upprunastovnsfæð- num uppá 100 milliónir. Jógvan K. Mørkøre sigur, at sostatt var málið púra fastlæst og tað var 6émøgu- ligt at koma viðari eftir tí leistinum, tí landsstýrið var heldur ikki til at vika. Máttu koma víðari Formaðurin í Kommunufel- agnum sigur, at fyri at koma víðari, hevur Kommunufel- agið gjørt eitt uppskot um, hvussu kommunuskuldin kann loysast. — Hetta er ein loysn, sum er betri fyri kommunurnar í longdini. - — Eftir okkara uppskotið, skal kreppulánsgrunnurin varðveitast og skal lata teimum ringast staddu kommununum stuðul til at gjalda skuld við. — Hetta er eitt uppskot, sum ikki kostar teimum ringast staddu kommunun- um, meiri, enn sanerings- loysnin ger. Letuvinningur Annars heldur formaðurin í kommunufelagnum, at san- eringsloysnin líkist mest einum løtuvinningi, hóast hon avgjørt kundi kenst sum ein lætti í fyrstu syft . — Saneringsloysain heyði komið teimum ringast staddu kommunum niður á eina skuld uppá tríggjar álíkningar. --Fyri eitt nú tvgrafólk merkir tað framvegis, at tey hava eina skuld uppá yvir 50.000 krónur uppá fólki. Jógvan K. Mørkøre vísir í hesum sambandi á, at bæði í Havn og í Klaksvík kom panikkur í, tá ið skuldin nærkaðist 40.000 krónur uppá fólki. — Eg veit ikki, um tvøra- fólk fáa eina nóg góða nóg góða avtalu um restina av kommunuskuldini, tá ið hon stendur einsamøll við eini skuld uppá 50.000 kr. uppá fólki, heldur enn fara til samráðingarborðið saman við gllum hinum kommun- unum, við einum sterkum veðhaldsgrunni í rygginum, sigur formaðurin í Komm- unufelagnum. Hann vísir eisini á, at Kommunufelagið hevur lagt hugskotið fyri limirnar í umboðsráðnum. — Og har var ein óvæntað góð undirtøka fyri eini lang- tíðarloysn, sigur hann. — So okkara eygum er málið als ikki liðugt og vit fara at arbeiða víðari við tí. Men Jógvan K. Mørkøre heldur, at tað er óklókt at melda seg úr Kommunufel- agnum, soleiðis sum Tvøra- menn hava hótt við. — Tað fer ikki at gera tað lættari at finna eina loysn. Annars vísir hann á, at tað hava verið nógvir fundir í Kommunufelagnum um kommunuskuldina. — Men vit hava saknað Tvøroyrar Býráð og býráðs- formannin á hesum fund- um. — Og eg eri sannførdur um, at hevði Tvgroyrar Bý- tikid virknari lut í arbeið- num hjá Kommunufelag- num, skuldini viðvíkjandi, hevði málið verið komið nógv longri, enn tað er. Havnin sleppur ov lætt Men tá ið talan er um ein løtuvinning, hví heldur tú so, at kommunurnar í Bý- arfelagnum heldur vilja hava saneringsloysnina: — Eg haldi, at Havnin t.d. er so heit fyri sanerings- loysnini, tí hetta er ein máti hjá Tórshavnar Kommunu at sleppa so bíligt sum gjørl- igt burturúr kreppuni hjá teimum mest skuldartyngdu kommununum. Jógvan K. Mørkøre sigur, at ført hevur verið fram, at vit mugu fáa saneringina nú, fyri at fáa eina útjavn- ing ímillum kommunurnar so at skattaprosentið ikki verður alt ov ymiskt. —I Tórshavnar Býráð vilja tey heldur enn fegin hava hesa saneringsloysn- ina, tí hon leggur upp til, at 81 milliónir verða saneraðar her og nú, sum ein endalig loysn á trupulleikanum við kommunuskuldini. — Hinvegin trúgvi eg onki uppá, at Térshavnar Byråd veruliga er so altråd eftir eini kommunalari útjavn- ing, soleiðis sum mong halda. — Tí tað er ein royndur lutur, at tað verður Havnar Kommuna, sum kemur at bera størsta partin av eini útjavning. — Men verður sanerings- loysnin, kostar Tórshavnar Kommunu 20 milliónir einaferð með alla, og so eru teir leysir av teimum kreppuraktu kommununum. — Hinvegin hevði ein verulig útjavnin kanska komið at kosta Havnar Kommunu somu upphædd á hverjum ári. Orættvis umtala Annars minnir formaðurin í Kommunufelagnum á, at hann longu fyrst í áttati- árunum ávaraði um gongd- ina í Suðuroynni og vísti á trupulleikan, sum tvøra- menn nú vísa á, nevniliga, at tað unga fólki fór ikki at stødast. — Longu tå, nevndi eg møguleikan fyri eini komm- unalari útjavning fyr at hjålpa Suduroynni, og ødr- um plåssum, sum vóru hótt av fráflyting og afturgongd — Tí má eg viðganga, at eg føli bæði meg, og Kommunufelagið, rættiliga órættvíst umtalaðan í hesum døgum, leggur hann afturat.