Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. desember 1998síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin. box 76, 110 tórshav Hondbóltur: Kvinnurnar hjá Neistanum iðraðu seg um, at tær ikki megnaðu at halda fast og vinna á V ÍF hóast greiða leiðslu EmiL L. JACOBSEN Tá Katrin á Neystabø skoraði til 22-19 og fýra minuttir vóru eftir, så út til, at hon hevði sløkt vónina hjá VIF um at fáa stig burtur úr dy stinum millum nummar tvey og nummar trý kappingini hjå kvinnunum VIF-kvinnurnar høvdu tå mink- ad eina annars trygga Neista- leiðslu upp á 21- 16 niður í 21-19, og ein fór at ivast í, um Neistin nú hevði selt tað víðagitna skinn- ið, áðrenn tann víðagitna bjørnin var skotin Tá málið til 22-19 kom, sá út til at vera + og ein kundi trúð, at VÍF-ballónin fór at bresta, men til teirra rós góvust tær ikki. Tað eydnaðist V ÍF í teimum seinastu fýra minuttunum at taka Neistan aftur, og tá dysturin var liðugur, stóð á jøvnum 22-22. Neistin hevdi søplad eina annars trygga leiðslu burtur, og tær kundu heldur ikki vera nøgdar við úr- slitið, so sum dysturin háttaði seg. Hinvegin kundu VÍF-kvinnurnar fegnast um eitt stig, sum sá út til at vera rættiliga langt av landi skotið, tá dysturin leið móti end- anum, men sum kortini nærkaðist í hverjum og at enda kom undir land Tað var rættiliga gjøgnumgang- andi fyri allan dystin, at liðini skiftust um at hava viðrák. Neistin fekk eina leiðslu upp á 4-2, men VÍF svaraði aftur og legði seg á odda 6-4. Síðani var tað aftur Neistin, sum átti tørn og kom upp á 8-7 og 9-8, áðrenn VIF endaði hålvleikin við at vera frammanfyri tíðindablaðið SLSlælurn ÍTRÓTTUR n - tlf 31 18 20 - fax 31 47 20 - teldupost til ítróttin: emil C sostalurin.fo 11-9. Í byrjanini av seinna hálvleiki nærkaðist Neistin aftur og kom upp á javnleik 13-13. Javnleikurin helt sær til 16-16, tá Neistakvinnur drógu frá aftur og løgdu seg á odda 21-16. Hesa løtuna riggaði einki hjá VÍF, og skotini hjá loanu Rapa, sum í fyrra hálvleiki sótu hart og væl, funnu nú als ikki málið, men endaði fyri tað mesta omanfyri. Endurrisna Marjun Jógvansdóttir gjørdi stóran mun í Neistaverjuni í seinna hálvleiki, og tað sá út til, at VÍF-liðið var sligið um koll. Men tá ið á stóð, vóru tað ikki sum onkuntíð fyrr bert Ioana Rapa og Jacklin Durhuus, sum tordu, men eisini Laila Friis og Angelie re ansd6ttir, sum skutu tvey mål í part seinastu fimm minuttirnar, og tað kundi bent á, at VIF-lidid hevur størri breidd enn higartil hildið. Neistin fekk seinasta álopið í dystinum, men tað endaði við álopsfeili, og so var tann seinni loana Rapa hevði fleiri góð mál í fyrra hálvleiki. men var ikki so eyðsæð í seinna hálvleiki Mynd: ye Haraldsen 1. Kyndil 10 8 2. viF s 7 3. H71 11 6 4. StiF s 4 5. Neistin s 4 6. KÍF g 2 | o 2 275 - 242 9 2 260 - 211 1 á 317 - 281 1 4 258 - 233 o 5 204 - 213 2 5 224 - 261 o 8 227 - 321 | srøDAN 16 1. Kyndll 10 7 í 2 238 - 183 15 14 2. VÍF 19 6 1 3 239 - 213 13 13 3. Neistin 10 6 í 3 218 - 206 13 9 4. Stjørnan 9 5 1593 206 - 184 11 8 5. StíF ss 3 0 4 178 - 176 10 6 6. VB Ss í 0 7 152 - 203 2 o 7. alTjaldur 10 1 0 9 168 - 234 2 Nr. 236 — 11. DESEMBER 1998 - Lesið eisini 7 itrottin á Internetinum www.sosialurin.fo hålvi timin farin, og eingin vinnari varð funnin. Hetta var dysturin millum nummar tvey og trý, og úrslitið hóvaði ivaleyst Kyndli væl, tí nú eru tvey stig millum oddaliðið og næstu liðini í staðin fyri eitt, sum tað hevði verið, um dysturin mikukvøldid ikki var endaður javnur. Bæði VÍF og Neistin eru fram- vegis sera væl við í kappingini. Tvey stig eru á muni, men tá stig- ini verða skorin niður í helvt, er munurin bert eitt stig, so tað er framvegis alt eftir at spæla um. Neistakvinnur bundu ikki fyri posan Neistin-VÍF 22-22 (9-11) Neistin: Inga Danberg 7, Kára á Dunga 6, Katrin á Neystabø 6, Annika Thomsen 2, Rúna Ward- um 1. VÍF: Ioana Rapa 7, Jacklin Dur- huus 6 (1), Laila Friis 4, Angelie Jógvansdóttir 4, Randi Kúrberg 1. Útvísingar: Neistin 3, VÍF 1. Tjaldursmenn aftur ov stuttir hesaferð Hondbóltur: Enn einaferð var Tjaldrið á odda eitt skifti í seinna hálvleiki, men heldur ikki hesaferð eydnaðist at fáa stig Em L. JACOBSEN Enn einaferð spældi Tjaldrið fyri sínum møguleika, og enn einaferð blivu teir ov stuttir, hóast teir vóru á odda eitt skifti í dystinum móti Kyndli mikukveldið. Dysturin, sum skuldi verið spældur tíðliga í kappingini, men sum av góðum grundum ikki bleiv spældur fyrr enn nú, var javnur og spennandi, men sum tað er hent fleiri ferðir fyrr í ár, so eydnaðist tað ikki Tjaldrinum at halda tætt í verjuni seinastu tíggju minuttirnar av dystinum. Kyndil helt ngsina frammanfyri allan fyrra hálvleik. Stødan í hálv- leikinum var 14-12 til havnarliðið, og tá fimm minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, stóð tað 19- 13 til Kyndil. Tey flestu mundu hugsa, at nú var yvirstaðið, og at oddaliðið Kyndil fór at fáa ein lættan sigur í hús móti botnliðnum Tjaldrinum, men so varð ikki. Heimaliðið kom fyri seg, og næstu tíggju minuttimar fingu teir átta mál, meðan Kyndil bert fekk eitt, og so var Tjaldrið knappliga á odda 21-20. Men tað helt ikki, og Kyndil streyk avstað aftur. Í seinastu min- uttunum av dystinum fór luftin fullkomiliga úr Tjaldursballónini, og Kyndil vann 32-26. Men Tjaldrið kundi enn einaferð fara av vellinum uttan nakra avhølv- ing. Tær hava verið fáar í ár, og bert móti VÍF og StÍF kunnu vit tosa um veruligan avsmurning. Kyndil er framvegis ovast í deildini, og dysturin mikukvøldid var góð upphiting til oddadystin nú sunnudagin, tá teir skulu til Vestmanna at spæla móti góða gamla fíggindanum VÍF. Um Kyndi! tapir her, missa teir odda- sessin til júst VÍF. Tjaldrið hevur tríggjar dystir eftir, og sum Allan Simonsen plagar at siga um fótbóltslands- liðið, so lúrir óvæntaða úrslitið beint higumegin hornið. Tjaldur-Kyndil 26-32 (12-14) Tjaldur: Poli Hansen 9, Mortan Hansen 7 (1), Jens Martin Knud- sen 6 (1), Arnfinn Langgaard 2, Kári Hansen 1, Dan Lamhauge 1. Kyndil: Hannis P. Wardum 10, Hans Áki Dahl Christiansen 5, Regin Petersen 5, Uni Wardum 5 (2), Hans Andreas Dahl 3, Jacob Jónsson 3, Nicolai Balle 1. Útvísingar: Tjaldrið 4, Kyndil 2.