Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. desember 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 237 — 12. DESEMBER 1998 tíðindablaðið sosltalurin Tað er tryggari fyri kommunurnar at fara til samráðingar um skuldina í felag: Um 20 ár eru kommunurnar slopnar a rr p Í Ongin er so illa fyri sum Tvøroyri. Hon sleppur lættari burturúr skuldini í samstarvi við hinar kommunurnar enn hon #9 sleppur, um hon fer til samráðingar einsamøll, sum hon sjálv ætlar, sigur Eivind Jacobsen, sum hevur kannað málið Tað veldst ikki um, hvussu nógv tú skyldar, men hvussu nógv, tú skal betala. Og verður skuldin hjá nókrum kommunum san- erað, koma tær kortini at betala meiri í longdini Áki BERTHOLDSEN --Tað er ongantíð ov skjótt at vit fara at tosa við láni- veitararnar um kommunu- skuldina. — Men vit eiga at gera tað í felag. Formaðurin í Føroya Kommunufelag, Jógvan K. Mørkøre, heldur, at tað er umráðandi, at allar komm- unurnar finna saman, og standa saman í spurning- inum um at loysa skuldar- kreppuna hjá teimum ring- ast staddu kommununum. Hann heldur, at komm- unurnar koma at standa á munari tryggari grund, um tær fara til samráðingarnar í felag, heldur enn um tær fara at royna seg hvør í sær. Við hesum sigur formað- urin í Kommunufelagnum, at eftir hansara tykki er tað ikki tann rætti vegurin at sanera toppin av kommunu- skuldini, so at ongin komm- una kemur at skylda meiri enn tríggjar álíkningar. Tí tann loysnin ber í sær, at tann kommunali ved- haldsgrunnurin verður av- tikin og at kommunurnar síðani fara hvør sær at sam- ráðast um nýggjar lániav- talur, tá ið avtalan sum nú er, gongur út komandi ár. Hetta er annars tann loysnin, sum Býarfelagið vil hava. Afturímóti ti hevur Kommunufelagið skotið upp, at ongin sanering, at veðhaldsgrunnin tískil verð- ur varðveittur og samráðst verður um kommunuskuld- ina í felag. Harafturat ber til at lata teimum ringast staddu kommununum stuð- Nú skal Smyril sigla oftari ímillum Havnina og Suðuroy Næsta ár fær Strandferðslan eina eyka játtan at brúka til suð- uroyarsiglingina ÁkI BERTHOLDSEN Nú er ætlanin, at ferðasam- bandið ímillum Suðuroynna og Havnina skal verða betri. Í hvussu so er, um tingið samtykkir eitt uppskot frá meirilutanum í fíggjar- nevndini. Meirilutin hevur nevniliga skotið upp at geva Strandferðsluni eina játtan, sum er tvær milliónir hægri enn tann, sum, sum Lands- stýrið ætlaði at játta henni komandi ár. Men peningurin er mark- aður til Suðuroyarsigling- ina. Tvs, at tær báðar milli- ónirnar, sum strandfeðslan Næsta ár fer Smyril at sigla oftari millum Suðuroyar og havnina. Møguliga verður siglingin til Vágs tiki uppaftur fær eyka, skulu brúkast til at hækka tænastustødid á suðuroyarsiglingini. Vanliga verður sagt, at hvør tårur um vikuna imill- um Suduroynna og Havnina gevur eina millión í halli um árið. Sostatt gera hesar báð- ar milliónirnar, at tað ber til at lata Smyril sigla tvær ferðir afturat um vikuna í- millum Havnina og Sudur- oynna. Tað, sum nú skal viðger- ast er, hvgrjar dagar, hesir báðir túrarnir skulu vera. Ein annar, spurningur, sum stødast skal takast til, er, um hesir báðir eykatúr- arnir skulu býtast javnt út á lat árið, ella um Smyril skal sigla sum nú vetrarhálvárið, men at hann so skal sigla fýra túrar afturat um vikuna summarhálvárið afturfyri. Annars liggur eisini í kortunum, at Smyril skal taka siglingina uppá Vág uppaftur komandi ár. Óvist er tó, nær allar hesar broyt- ingarnar koma í gildi. Men møguliga verður tað ikki fyrrenn næsta, regluliga ferðaætlanin verður sett í gildi, tí strandferðslan aftrar seg við at gera ov nógvar broytingar í eini galdandi ferðaætlan fyri ikki at ør- kymla fólk meiri enn neyð- ugt. ul úr veðhaldsgrunninum at betala rentur og avdrátt við Verður bíligari Eitt notat, sum Kommunu- fefelagið hevur gjørt, vísir, at, í longdini verður tað bíl- igari hjá teimum ringast staddu kommununum at ganga saman vid øllum hinum kommununum um eina loysn, heldur enn at sanera. — Men fåa tær ringast staddu kommunurnar har- afturat stuðul úr vedhalds- grunninum at betala rentur og avdráttir við, verður fyri- munurin enn størri. I notatinum er dómi tikið um eina kommunu, sum skyldar 50 mió. Verður san- eringsloysnin vald, verða 12 mió skarvaðar av, so at hon kemur at skylda 38 mió aftaná. Fær hendan kommunan eina 20 ára lániavtalu, til 9% í rentu, skal hon betala 4,2 mió í rentum og av- dráttum um árið. Men verð- ur hon ikki sanerað, og fær eina avtalu við 5,5% í rentu, saman við hinum komm- ununum, skal hon eisin' betala 4,2 mi6 i rentum og avdråttum. Hetta er påra ongin mun- ur. Men Kommunufelagið ivast ikki í, at trygdin fyri at fáa eina góða avtalu er nógv betri, um kommun- urnar samráðast í felag. Tað er Eivind Jacobsen, bygdaráðsformaður á Strondum, sum hevur gjørt notatið, og hann er vísur í at ein sanering verður rís til egnu reyv í longdini. Eg eri komin eftir, at tann besta loysnin í longdini er at lata vera við at sanera og avtaka veðhaldsgrunnin og heldur at samráðast í felag við einum sterkum veðhaldsgrunni í rygginum. — M.a. koma kommun- urnar at fáa ein fittan rentu- fyrimun av at varðveita veð- haldsgrunnin, tí tað fer at bera væl til at fáa minst 4% í rentu av einum so stórum grunni. --Men verður saneringin gjøgnumførd, og veðhalds- grunnurin tikin av, noyðast kommunurnar hvør sær til samrådingar um skuld. Hann sigur, at tað tó kann koma uppá tal at summar kommunur taka seg saman um at samráðast. — Men tað kann ikki koma uppá tal at taka tær mest skuldarbundnu kommunur- nar við í ein slíkan samráð- ingarbólk, tí tað fer at gera samrådingarstøduna nógv veikari. — Verða tær mest skuld- arbundu kommunurnar uppii, er trygdin fyri lån- unum verri, og so verða tey eisini dýrari. --Tær kommunur, sum tá v við alla skuldina fara at samráðast í felag koma eisini at hefta í felag Men kann ikki væntast, at kommunur, sum eru betri fyri, eru sinnaðar at veðhalda fyri eina komm unu, sum skyldar nógv vágin er stórur, um veð haldsgrunnurin verður av tíkin tað Minst 9% í rentu Eivind Jacobsen sigur, at áðrenn hann gjørdi notatið, hevur hann tosað við nógv- ar, vælkvalifiseraðar keldur í fíggingarheiminum. --Og er nidurstødan er heilt greið, at fer ein skuld- arbundin kommuna at sam- ráðast einsamøll um eina nýggja avtalu, skal tað verða løgid, um hon fær lánini bíligari enn til 9% í rentu, um talan er um fasta rentu í 20 år. — Verður avdráttartíðin 15 ár, kann rentan fáast eitt sindur lægri. Men tá vera avdráttirnir tilsvarandi nógv stórri — Í løtuni er rentan lægri men at lána til broytiliga rentu er tann reini, blanki ørskapur í mínari verð, tí í løtuni er rentan metlåg, og ongin veit, hvussu hon fer at skikka sær, sigur Eivind Jacobsen Heist 5,5% i rentu Hinvegin sigur hann i fe við einum 191ak vedhaldsgrunn koma heilt niður á 5,5% fastari rentu yvir 20 ár Men uppi í hesum hon eisini, at kommunurnar far: ikki at gera íløgur, uttar samráð við Landsstýrið Tað eyka trygdina fyri einum åbyrgdarfullum figgjarpolitikki, vilja låni- stovnarnar hava. Eivind Jacobsen sigur, at hendan loysnin ber i sær, at allar kommunurnar verða skuldarfríar um 20 ár. — Hann sigur at umframt at hendan loysnin er so mik- ið biligari, at kommunur- nar fara at fáa væl meiri pening til taks, enn tær hava nú. Og tað er tað, sum hevur týdning. tað sum hevur týdning er ikki, hvat tú skyldar. Tað, sum hevur allan týdningin, er, hvat tú skalt betala og hvat tú hevur til taks til nýtslu, sigur hann. Formaðurin í Kommunu- felagnum, sigur, at sjálvandi ber ikki til at siga akkurát, hvussu stødan verður, fyrr- enn samráðingar hava verið, í notatið er bara metingar, tó at talan er um vælkvali- fiseradar metingar. Tí haldi eg, at vit ongantíð ov skjótt, at vit seta okkum í samband við lánveitararnar at vita, hverja avtalu, vit kunnu fáa, sigur Jógvan K. Mørkøre.