Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. desember 1998síða 18

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 237 - 12. DESEMBER 1998 tíðindablaðið S082/u Jólakonsert í Vagi Í morgin, triðja sunnudag í advent, hevur Kirkjukórið Ljómur sína árligu jólakon- sert í Vágs kirkju. Adrenn konsertina verður vitjað á Ellis- og rgktarheiminum, sum vanligt hevur verið seinastu árini. Sungnir verða føroyskir og út- lendskir jólasálmar, bæði kendir og minni kendir. Á konsertini luttekur eitt ungdómskór, við luttakar- um úr Miðnámsskúlanum og Vágs skúla. Á skránni er kórsangur, solosangur og sangur fyri kvartett. Leiðari hjá Ljómi og ungdómskór- inum er Ann Kristin Niels- son. Konsertin í Vágs kirkju verður sunnukvøldid kl. 18. Viðmerking F | Meira sjálvstýri Tað er stórt spell, um eingin semja fæst á tingi í hesum stórmáli! Tjóðveldis-proklamatiónin um fullveldið - ella ta hálvu loysingina, sum onkur kall- ar hettar fyribrigdið - beinir fyri møguleikanum á Før- oya Løgtingi fyri semju í hesum stórmáli, og tað er sera spell. Sjálvt politikarar í sam- gonguni eru nú farnir at skriva í fjólmiðlunum her- um og seta spurnartekin við dygdina í hesum málsetn- inginum. Fyribils bíðar Føroya fólk eftir = upplýsingum um, hvussu vit skulu liva, tá ið vit fara úr ríkisfelagsskap- inum, og tað fer at ganga umleið 1/2 ár, sambært varaløgmanni, til nevndirn- ar eru lidnar vid hesum kanningum. Ein løgin arbeidshåttur, fyrst at avgera, hvat kann- ingarnar skulu enda vid, síðan at fara at kanna??? Hattar má vera akademiskt, vit vanligu deyðuligu skilja tað ikki. Higartil hava vit einki boð upp á, hvussu vit skulu húsast fíggjarliga uttanfyri ríkisfelagsskapin, uttan so vit fordobla útflutningin, meðan vit avtrappa blokkin og taka yvir at gjalda gll samfelagshjól, og tað er nakað verunleikafjart í mín- ari verð. Í summar var sitandi loys- ingarlandsstýri í Danmark og hækkaði sama blokk upp í 832 mill. kr. árliga í trý ár fram. Eisini Tjóðveldis- flokkurin var við har. Hví byrjaði man ikki at lækka blokkin nú beinanveg, um man trýr so fult upp á sín egna politikk? Hví bíða trý ár??? Tað, sum vit hava hoyrt síðan frá båskaparfrøding- um, almennum, privatum, lesandi, frá bankastjórum, frå vinnulfvsmonnum og ødrum er næstan uttan und- antak åvaringar um, at vit skulu vænta okkum lækk- andi livifót í Føroyum, tá vit hava framt >fullveldis- proklamatiónina<, og tað hóast vit koma at hava há- konjuktur eisini framyvir, fyri ikki at tala um tá fiska- prísirnir og fiskanøgdirnar aftur minka, ella tá rentan fer upp aftur. Eina greiðast er tað kom- ið fram í boðskapinum frá formanninum í búskapar- ráðnum, hagtalsstovustjór- anum. Og stødan millum fólk ídag, tá tosað verður um hettar málið, er tann: nei, vit tora ikki at atkvgða fyri >fullveldinum<. Hettar er galdandi fyri fólk úr øllum politiskum flokkum. Eg skrivi hetta, sum eg upplivi tað, tó eg veit, at ein kann- ing fyri kortum sigur tað mótsatta. Fínt sigur onkur, lat tað bert falla, men so einfalt er tað ikki. Tí ongantíð síðan 1948 hevur Føroya fólk og polit- isku flokkarnir verið so samdir um at fremja sjálv- stýrispolitik; og eina nýggja avtalu við Danmark, tað skulu vit so undir øllum um- stóðum hava. Tí verður tað eitt stórt spell, um alt fellur til jarðar og vit koma at standa ístað. Varaløgmadur og lands- stýrismaður í sjálvstýris- málum sigur 10/11-98 í Sosialinum, at vit (politik- ararnir) mugu semjast um fortreytirnar. Aftur tann 08/ 12-98 sigur varalógmaður í Útvarpi Føroya, at vit mugu hava breiða semju á Føroya løgtingi í hesum máli. Eg eri púra samdur í tí. Veit varaløgmaður ikki, at lykilin (lyklapersónurin) til ta semju, hann eftirlysir, eitur harra Høgni Hoydal, varalógmaður og landsstýr- ismaður í sjålvstyrismålum? Ella vil hann ikki vita tað? Forðingin fyri semjuni, sum verður eftirlýst, er júst sami persónur, sum eftir- lýsir semjuna, við síni ófrá- víkiligu stóðu til eina full- veldisproklamatión, sum er ein hålvt ella trýkvart loys- ing frá Danmark, og síðan skal kannast, um og hvussu vit klára okkum í Føroyum aftaná. Ein treyt er, at útflutning- urin skal blíva dupult so stórur í virði, sum nú. Hugsa vit 10-15-20 ár aftur í tíðina, so er hettar ikki so realistiskt. Hevði málsetningurin verið, at vit nú skulu vísa okkum sjálvum, at vit kunna gjalda fyri øll sam- felagsøkini í Føroyum sjålvir, uttan at lækka livi- fótin, og við einum mink- andi blokki ár um ár, fyri síðan at tikið stóðu til full- veldið, loysing ella suver- enitet, hvat tað so verður at kallast, so høvdu helst allir flokkar á Løgtingi kunna tikið undir við hesum, abso- lut teir flestu. Tað hevði ver- ið virðiligt og sømdi seg eisini mentaðari tjóð at farið til Danmarkar at samráðast í fullari semju. Vit føroyingar kunnu ikki so stutt eftir kreppuna fara at spæla við vælferðartrygd- ini, ella tí sum er eftir av vælferðarsamfelagnum, tí at ein partur av politikarum vil sleppa at proklamera >full- veldið<, sum eftir hvat skilst bert verður eitt partvíst full- veldi. Stóðu allir flokkar á tingi saman um samráðing- arnar við Danmark, so var fólkaatkvgðan ein givin staðfesting. Men forðingin fyri hesum er júst sjálvur lyklapersón- urin og tann parturin av flokki hansara, sum vil fremja >loysing<, skipaða, hálva ella trýkvart, fyri ein hvgnn prís. So kunnu vit bert royna at klára okkum sum frægast aftaná. Tað gongur nokk, sum maðurin segði, um ikki annað so av hundunum til. Hetta er stórt spell, tí møguliki er fyri eini breið- ari semju, og í hvussu so er næstan allir flokkar á Løg- tingi vilja hava eina nýggja avtalu við Danmark, sum Birgir Mohr, Sandur ber á munandi størri sjálv- stýri. Fellur hettar málið nú við eini fólkaatkvgðu, tí tann eini flokkurin í samgonguni tvíheldur um ein ella annan form fyri loysing, so eru tað vit, Føroya fólk, sum vera tapararnir í hvussu so er í fyrstu syftu. Saman at standa, er okkum framvegis ikki giv- ið! Skal man savna alt Før- oya Løgting og flestu før- oyingar um loysn av einum so tíðandi stórmáli, so skal annað og meira til enn blá eygu og yppan øksl at mót- partinum, allir partar noyð- ast at geva nakað, fyri at finna ta breiðu semju, eftir- lýst verður, og landsstýris- maðurin má sjálvur byrja. Vit hava ikki á nakran hátt ráð til at standa spjadd í tveimum stórum bólkum í hesum álvarsmáli, og vit sum hava hoyrt um loysing kontra samband í fimti år. Vit eru troytt at hoyra her- um og ynskja tf eina ver- unliga breida semju um loysnina, annars fara næstu fimti årini eisini vid at klandrast herum. Og tad hava vit ikki råd til. Birgir Mohr, Sandur 19 Til minnis um Olav Pætur Dalsgarð Argir 19. mai 1912 - 24. oktober 1998 Tú vart altíð hjá okkum, vit høvdu hugna og gled av tíni hjåveru. Tolin sat tú ímillum okkum, lurt: men ongantíð sum tann framfýsni, sum skuldi hoyr- ast ella tín meining skuldi galda. Stillførur vart heimi okkara og út millum manna, altíð við tí góða og fólk tú hitti kendu, at tú vart glaður fyri lívið fyri tilveruna, fyri tey viðurskifti sum eydnaðus men eisini dugdi tú við stillføri at geva teg undir tað, sum bleiv gðrvísi. Titt lív var friður, og tú legði eyguni saman nú til enda í friði. Okkum børnunum, sum tær untist at uppala saman við mammu, og tann fyri tær gudagivna gáva at hava fingið mammu til konu — hana tú elskaði so inniliga alt til tú gav upp andan — var fyllan í lívi tínum, og hetta livdi og andaði tú fyri við friði Fyri hetta setti tú eg sjálvantil, og spurdi aldri um prísin — fyri tær var hann ongantíð ov høgur. Og hetta gav okkum trygd í heimi og tilverun: — sum børn og síðan tá vit vuksu til, og sjálvi skuldu royna at slóða okkara egnu getur. Tað hevur verið forrættur okkara at hava teg til fyrimynd, og tað hevur tú verið — at vera trågvur har tú ert settur, at seta tær málini høgt, at krevja nógv av tær sjálvum, og aldri krevja av øðrum tað tú ikki hevur kravt av tær sjálvum. Bøkur kunnu skrivast um tað, tú alt frá barns- beini hevur lært okkum um lívsvirðir, mentan og móðurmálið og hevur hetta verið og er framvegis ein virdismikil førningur hjá okkum. Tað er so ómetaliga nógv vit kenna fyri tær og vilja takka tær fyri, men vit vilja við hesum orðum minnast teg sum ein kæran mann, pápa, verfaðir, abba og langabba. Mangan verður vist til aldur — at øll skulu fara — og so er, men sorgin og saknurin er líka svárur — at hava mist, men vit kunnu gleða okkum um, at Jesus- pápi goymir teg meðan tú hvílir til tann stóra upp- reisnarmorgun og vit kunnu ímeðan syngja: Halda vit nú sigurfest, gleðast, tí lívið skal valda. Frelsari, tøkk at grøv tú breytst, hon ei tær kundi halda. Æra veri minni um teg, mín kæra mann og pápa okkara. Tøkk Hjartaliga takk til øll tykkum mongu, sum å ymsan hått syndu samkenslu, tå okkara kæri madur, påpi, verfadir, abbi og langabbi Ólavur Pætur Dalsgarð Argir andaðist og varð jarðaður. Tøkk til starvsfólkið á B7, sum vóru so góð móti honum og okkum. Tøkk til Berg Debes Joensen prest fyri troystarrík orð, tékk til sangarar, kirkju- tænarar, og tøkk til tykkum øll, sum á ymsan hátt hjálptu til við jarðarferðina. Somuleiðis takka vit tykkum øllum, sum lótu gávu til Kirkju- og Missiónshúsið á Argjum, tykk- um, sum sendu blómur og kransar, og tøkk til tann stóra skara, sum fylgdi honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Familjunar vegna Dinna og børnini