Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. januar 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 3 - 7. januar 2004 Nr. 3 - 7. januar 2004 31 Fulltrúi til Dátueftirlitið Í sambandi við,at fulltrúi á Dátueftirlitinum fer í barns- burðarfarloyvi, verður við hesum søkt eftir avloysara í tíðarskeiðinum 1. mars 2004 til 1. januar 2005. Uppgávur Viðkomandi hevur dagligu leiðsluna og ábyrgdina av Dátueftirlitinum.Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna um málsviðgerð, vegleiðing og ráðgeving, fundarfyrireiking og luttøku á ráðsfundum, umframt kunnandi virksemi herundir dagføring av heimasíðu við kunnandi tilfari og gera ársfrágreiðing. Faklig førleikakrøv Krav er,at umsøkjarar hava viðkomandi útbúgving frá hægri lærusetri innan samfelagsvísindi so sum løg- frøði,útbúgving innan almenna fyrisiting ella líknandi útbúgving. Persónlig førleikakrøv og royndir Viðkomandi skal hava hug og evni at arbeiða sjávlstøðugt og evni skrivliga at málbera seg lýtaleyst á føroyskum. Kunnleiki til edv á vanligum brúkara- støði krevst. Løn og setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Nærri upplýsingar um starvið Møguligir umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Kitty May Ellefsen, fulltrúa á Dátueftirlitinum, tlf. 314763 fyri at hoyra meira um starvið. Umsóknir Umsóknir við prógvum,c.v.og møguligum viðmælum skulu sendast Dátueftirlitinum Tinganes Postboks 64 FR-110 Tórshavn og skulu vera Dátueftirlitinum í hendi í seinasta lagi 23. januar 2004. Uppgávan hjá Dátueftir- litinum er fyrisiting av persónsupplýsingarlógini. Dátueftirlitið er ein óheftur fyrisitingarmyndugleiki, sum vísir til Løgmálaráðið. Dátueftirlitið er skipað við ráði og avgreiðsluskrivstovu og hevur eftirlit við allari viðgerð,sum lógin um við- gerð av persónsupplýsing- um fevnir um. Dagliga virksemi hjá Dátu- eftirlitinum verður røkt av savgreiðsluskrivstovuni. Ráðið,sum landsstýrismað- urin setir,er skipað við formanni og 2 øðrum limum. Eftirlitið hevur av sínum eintingum ella eftir klagu frá einum skrásettum eftirliti við,at øll viðgerð, sum lógin fevnir um,bert fer fram í samsvari við lógina. Av øðrum uppgávum kann nevnast vegleiðing og ráðgeving av almennum myndugleikum og privatum viðvíkjandi skráseting og víðarigeving av persóns- upplýsingum,viðgerð av klagum og málum,sum ráðið av sínum eintingum hevur tikið upp,og viðgerð av fráboðanum og umsóknum um loyvir. Dátueftirlitið hevur heimild til at gera kanningar á staðnum hjá almennum myndugleikum og hjá privatum. Dátueftirlitið skal geva ummæli til ætlaða lóggávu, sum viðvíkur persónsupp- lýsingum og annars virka fyri góðum dátuviðgerðar- siði. RÆTTING TIL LÝSING Í BLAÐNUM TÝSDAGIN Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi partafelag: Skrásetingar-nr. P/F 3704 Navn: P/F Suðuraling Adressa: 900 Vágur. Kommuna: Vágs Kommuna Stovningardato: 24.11.2003 Viðtøkudato: 24.11.2003 Kapitalur: Kr. 5.300.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 5.300.000,00 til kurs 100. Stovnarar: Henning Joensen, 900 Vágur, Erhard Joensen, 900 Vágur, P/F Vágs Timburhandil, 900 Vágur (P/F 336), Sp/f Vágs Skipasmiðja, 900 Vágur (Sp/f 2477), Suðuroyar Sparikassi, 900 Vágur (2410), Egill Steintórsson, 900 Vágur, P/F Coma-Pack, 800 Tvøroyri (P/F 2402) og P/F Vágs Litbúð, 900 Vágur (P/F 369) Nevnd: Poul Brynjálvur Kristiansen, 900 Vágur (formaður), Guðmundur Kárason Jacobsen, 900 Vágur og Petur Don West Hammer, 800 Tvøroyri. Stjórn: Egill Steintórsson, 900 Vágur. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóra, nevndarformanni ella tveimum nevndarlimum. Grannskoðari: Sp/f HanSam, Tróndargøta 39, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 24.11.2003 - 31.12.2004 Endamál: Endamál felagsins er at eiga partabrøv, keyp og søla og annað virksemi í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 30. desember 2003 Kristin Balle ________________________ Sosia urin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Ti t Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið Til sølu 7 persóna bilur Ford Galaxy 1.9 TDI, árg. 1998, í sera góðum standi. Lagalig fígging Velbastaðvegur 78 Tel. 317300 ella 217300 C M Y K 31 30