Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-01-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. januar 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgdarblaðstjóri: | Marknaðardeild: | Turið Kjølbro | Myndamenn: | Postadr: Postsmoga 76, Jan Miller | Jonhard Hammer | Niclas Johannesen | Jens Kristian Vang | 110 Tórshavn | Blaðstjóri: | Dagbjørt S. Hansen | Dagfinn Olsen | AlvurHaraldsen | | Telefon: 311820 Eirikur Lindenskov | | John Johannessen | Utgevari, uppseting og prent: | Telefax. 314720 Fíggjarleiðari: Blaðfólk: | i 8 Sp/t Sosialurin em sanns Internet: www.sosialurin.fo Sveinur Tróndarson Dagny Joensen, ítróttarskrivari: Bústaður: post Gsosialurin.fo Aki Bertholdsen, Politisk kreppa? pE RSS Emil L. Jacobsen Argjavegur 26, Argir > Oddagrein MALID um uppsøgnina av landsverkfroð- ingingum fær sum vera man nógva um: rødu í fjølmidlunum, og sum tað sær ut til, so verður hetta eisini eitt heitt mál í bæði samgongu og á tingi komandi dag- arnar. Vit hava longu vísa á ymiskt á hesum stað, og skulu ikki endurtaka nak- að av tí nú. MEN spurningurin um málið kann fáa pol- itiskar avleiðingar er eisini aktuellur, skulu vit ganga eftir tí, sum framstandandi tjóð- veldis- og sjálvstýrisfólk siga. Málið hevur so eisini avleiðingar fyri fólkaflokkin innan- hýsis. Framstandandi fólkafloksmenn halda mannagongdina og atburðin frá teirra egnu vera so burturvið, at teir nær- um tevja blóð. Onkur tekur so til orðanna, at hann vil als einki hava við flokkin at gera, fyrr enn landsverkfroðingurin er sett- ur aftur í starv. SPURNINGURIN er nú, hvat løgmadur, sum eisini er formaður fólkafloksins, fer og kann gera í málinum. Fer hann at lata seg trýsta av tjóðveldis- og sjálvstýrisflokki og av sínum egnu á eitt nú landsverkfroð- ingsstovinum til at taka sin egna lands- stýrismann Finnboga Arge av ræði - ella fer hann tvorturímóti at bakka hesi einu høgru hond sina í Tinganesi upp? | slíkum máli sum hesum hevur tú sjálv- andi loyvi til at gita og gera tínar metingar um, hvat í veruleikanum býr undir. Kann t.d. nakað vera í hesi útlegging: fólkaflokk- urin hevur ongantíð verið góður við tjóð- veldisflokkin og als ikki ágangandi roynd- unum hjá flokkinum at taka fullveldi skjót- ast gjørligt. Tá ein veit, hvussu oftani fólkafloksmenn við OB á odda hugsa tak- tiskt, so kundi verið hugsandi, at LVF- málið er ein roynd at fáa tjóðveldisflokkin at „leypa framav“ til eitt nú at krevja mann- in settan aftur. Kom eitt slíkt krav, tá hevði logmaður eitt gott hovi til at siga sam- starvið upp við tjóðveldið við tí grund- geving, at tjóðveldisflokkurin góðtekur ikki rationalisering, samanlegging og privat- isering innan tað almenna. Men tjóðveld- isflokkurin vil gera alt fyri at vera sitandi í Tinganesi fyri at fullfora fullveldisarbeiðið, og tí setir hann neyvan nokur slík krov. Tí er líkt til, at logmaður lovar at finna eina millumloysn, tó uttan at LVF verður settur aftur í starv. Hetta er einasti máti hann kann bjarga FA, men ein avleiðingin av hesum máli verður so undir ollum um- stoðum, at bæði fólkaflokkurin og tjóð- veldisflokkur verða fyri stórum missi og koma at kenna sviðan av hesum til eitt komandi val. Sosialurin Latið tinghúsið standa Græ' arismessan, Flaggdag- urin og Olavsøkan eru merkisdagar. ið flestir for- oyingar gleðast um og eru stoltir av. Hetta eru dagar, tá vit á ein serligan hátt fola okkum stolt av at vera før- oyingar. stolt av okkara mentan og fólki. Nógv fólk savnast framman fyri Ting húsið at hoyra rødu og ungdómin ganga skrúðgøngu. og tá vit standa har, frammantyri teimum vøkru føroysku Tinghúsu- num, fellur alt saman í eina heild. Kulissan rundanum Tinghusvøllin gevur merk- isdegnum ein serstakan dám. ein tryggan. kendan dám. Tað er tó ikki einans á merkisdøgunum, at vit gleðast yvir Tinghúsini. Í dagligdegnum stendur hús- ið eins vakurt og ímyndar ta føroysku mentanina og áhaldni. Hetta er bert ein av mongu grundunum fyri, at vit ikki vilja, at Tinghúsið sum vit kenna tað í dag. skal rívast niður fyri ein nýggjan nýmótans bygning. og siggja Fitt er. at vit ikki vilja sleppa ti vakra Tinghúsi num. sum tað stendur í dag fyri nakran hypermodern aðan bygning, men tað eru onnur ting. ið vit noyðast at taka við í kjakið. Longri uppi á Tinghúsvegnum standa Sloans hús og Hein esens hús. Hesi hús eru bæði friðað. har tey standa millum stórar klossutar be tong bygningar. Sum nú et er Tinghúsið einasta sam bindingarlið. tey hava við gomlu Havnina. Har er eitt sambindingarlið frå Heine sens og Sloans hús oman til Tinghúsið. og síðan víðar! til húsini hjá Anton Degn, Býráðið, Býráðssalin og Gamla bókhandil og haðani víðari út á Tinganes. Við at bróta tað vakra „gamla“ Tinghúsið niður. og byggja glasbygning í staðin, slettast hetta sambindingarlið. og einsamoll standa tey eftir millum stórar figgindar. Ein kundi so spurt, hvat tað næsta verður. Skal býráðið so ikki bara brótast niður eisini. ella kanska gamli bókhandil? Hví ikki droppa fridingina og bróta Heine- sens hús niður og bygt eini nýggjari hús í staðin? Hesi nýggju kundu passandi líkst glashusinum og ístaðin fyri tær 18 soylurnar, kundi ein hugsa sær, at húsið bleiv útsmykkað við eins nógvum soylum, sum William Hein- esen gav út bøkur á sinni, ella hvat man nú valdi. So um ikki av tjóðskaparligum átti man latið Finghusid staðið sum tað stendur í dag í respekt fyri hinum gomlu húsunum har um leiðir. Á nógvar mátar síggja Vit føroyingar upp til íslending- ar, so hví ikki eisini í hesum máli? Tað íslendska Alting- ið. ið stendur í Reykjavík. er somuleiðis blivið ov lítið at húsa tingmonnum og at halda nevndarfundir. Tingið hevur tí aðrar bygningar rundanum til hesi endamál. Tad gamla Altingid er ikki brotið niður og bygt a nýggjum. nei, tað gamla Al- avum, so tingið verður brúkt til Ting fundir og til móttøkur. Á henda hátt vísir man tí gamla respekt, samstundis við at man vísir arbeiðinum teir gera respekt. Um trup- ulleikin hjá teimum for- oysku tingmonnunum er so stórur, at teir ikki kunna liva við, at teir ikki allir húsast í sama bygningi, so kundi man hugsa sær, at eini onn ur hús blivu bygd, men aðr- astaðni í býnum. Tinghúsið, sum vit hava tað í dag, kann sostatt brúkast til móttokur og til Tingfundir. Gaman í eru undirritaðu ikki so gomul enn, at hús frá okkara ungu árum kunna fridast, men Tinghúsið, sum tað er í dag, hevur sæð so- leiðis út oll okkara ár. Er tað ov nógv forlanga av okkum. at vit eisini vilja hava okkurt vakurt eftir í Føroyum frá okkara góðu árum? Hanus Jensen & Sissal Kristiansen Føroya Verkfrødingafelag: Til Samgonguflokkarnir Hesi seinastu årini eru fleiri stjórar á meiri ella minni almennum stovnum koyrdir úr starvi. Felags fyri hesar er, at teir eru verkfrødingar og limir í Verkfrødingafel- agnum. Tann seinasti er Henning ingur, sum varð sagdur úr starvi 27/12-1998 av Finn- boga Arge, landsstýris- manni hjá Fólkaflokkinum. A fundi á skrivstovuni hjá Landsverkfrødingsstovnin- um 28/12-1998 kl. 14.30 upplysti landsstyrismadur- Jacobsen, landsverkfrød- in, at hann var ikki einsa- 70 år Leygardagin 2. januar fylti Frits Jacobsen. fyrrverandi múrarameistari í Sørvågi, 70 ár Frits var fyrstur at taka sveinaroynd sum múrari í Føroyum. Hetta var í 1951. Hann hevði staðið í læru í eitt ár í Danmark og hjá Petur Mikkelsen í Havn Frits hevur sum múrari arbeitt vida um í Føroyum Nevnast kann, at hann var við at byggja fyrsta SEV-verkið í Vestmanna. hann luttók í arbeiðinum at byggja Loranstødina á Eiði. Klaksvíkar Sjomansheim, og hann stóð fyri múraraarbeiðinum. tá Vesturkirkjan í Havn varð by ed Umframt starv sum múrarameistari hevur hann eisini átt og rikið sementstoypivirkir bæði í Sørvågi og í Havn Eitt skifti. seinast í sekstiårunum, arbeiddi hann fyri sløkki- og bjargingartænasturnar á flogvøllunum í Thule og Syðra Streymfirði í Grønlandi Frits hevur stóran áhuga fyri samfelagsvidurskiftum og hevur í mong ár verið fakliga virkin sum nevndarlimur í Vága Handverksmeistarafelag. Hann er eisini politiskt virkin javnaðarmaður og hevur í hesum sambandi verið nevndarlimur í Vága Javnaðarfelag. sum hann eisini var við til at stovna. Frits er giftur við javngomlu Hallgerð, sum er ættað úr Miðvági og sum eisini fyllir 70 ár í ár, tann 10. apríl. Tey eiga átta børn. ; Vit ynskja tykkum tillukku og mong g60 år framyvir. Frændir mallur um avgerðirnar: at samskipa/samanleggja LV og SL og at seta stjóran á SL sum nýggjan stjóra fyri starvsfólkið á landsverk- frødingsstovninum sam- stundis sum hann er stjóri á Strandfaraskipum Lands- ins. Felagið vil við hesum spyrja flokkin, um flokkurin stendur aftan fyri avgerðirn- ar, og vit vænta, at flokkurin alment ger vart við sína stóðu beinanvegin.