Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-01-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. januar 1999síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Læars og Anni Lena á Sandoyar Meginskúla 'raditionen tro leiktu næm- á Sandoyar Megin- ila sjónleik fyri foreldr- ingar um, systkum, ommum og abbum og ødrum åhugadum Flest øll hjåstødd mundu vera samd um, at barnanna leikur å palli, er ein góður máti at enda árið við Hver flokkur sær venur ein leik at framføra. Teir yngru flokkarnir frá 3. til 8. spæla sum oftast leikir, ið beinleiðis hava okkurt við jólahátíðina at gera. Tey eldru børnini høvdu í ár leit- til jóla að aftur í føroysku bók- mentirnar at finna sær tilfar at vísa fram. Næmingarnir í 9. flokki spældu >Ein skúladagur í K«. Stuttliga søgan, eftir Mads Andrias Winther, var eisini skemitiliga framførd. Teir bådir jassarnir JOgv- an og Petur Kristian gera læraranum Hanusi ónáðir, og tad er altid stuttligt. 10. floks næmingar fram- førdu eina av søgunum hjå Mouritsi Mohr um Læars og Anni Lenu. Dóttirin og danski svigarsonurin, Jens Per, koma at vitja i Føroy- um. Tann trivaliga og kommanderandi Anni Lena og neyðarsligi Læars, ið for- már sær lítið og onki, fingu rættiliga tey stuttligu tárini at renna niður eftir jóla- kjálkunum í hellini á Meginskúlanum. 1998 hevur sagt farvæl, og næmingarnir á Sandoyar Megiskúla nýttu høvi bæði hugnaliga og skemtiliga at heilsa árinum eini Gleðilig Jól!! NI. < - 0. JANUAR 1957 Viðmerking Evri og ikki euro Í sambandi við, at ES hev- ur fingið felags gjaldoyra, so hoyrast javnan tíðindi um støðuna hjá hesum ið undir heitinum »euro«, er dansk/enska navnið. Kallkyn, avl. fer. Evropa ób. eint. hvorf. hvønnf. hvørjumf. hversf. ób. flt. hvørf. hvønnf. hvørjumf. hvørsf. Tað er eyðsýnt, at veikt- benda heitið, ið er avleitt av føroyska »Evropa« er munandi snøggari at gera nytslu av, medan bending- in av ti da/en heitinum verður trupul at halda skil á bendingarliga. Tað hevdi tí verið sera heppið, um tit fóru at nýta fyrra uppskot- Kallkyn ?, avl. da/en ób. eint. euro euroa euroa ób. flt. euroar Higartil hevur sama heiti verið flutt til for- oyskt, men tað tykist trup- ult at benda. og heldur ikki sær út til at vera greitt, hvat kynið er. bu. eint. hvorf. hvønnf. hvørjumf. hvorsf. Europa(e) euroa bu. flt. hvørf. hvønnf. hvørjumf. hvørsf. euroar euroum euroa ið frá byrjan av, áðrenn tann útlendska avleiðingin hevur fest seg hjá fólki. Hinvegin er eingin vandi fyri, at fólk so ikki fara at kenna útlendska navnið, av tí at heitið »euro« fara fólk at hoyra um í út- lendskum fjølmiðlum. Tað er einki at ivast í, at Fari tí at skjóta upp at nýta heitið >evri<. ið er av- leitt av føroyska evropa- navninum »Evyropa«. bu. eint. evrin euroin evran euroan evranum euroanum evrans euroans bu. flt. CY rarnir euroarnir evrarnar evrunum evranna euroarnar eurounum euroanna um ikki verdur bundid um heilan fingur í hesum máli. so verður umrødan av evr- anum ein vavstur av tí heilt stóra slagnum. av tí at >euro< er so trupult at benda á føroyskum. Vinarliga, Asbjørn Lómaklett Forlagið undir Brúnni við Britu og Eli Smith hevur givið út bókina SOV BLÍTT OG SOTT - Kveldsangir við nótum og besiffringum. Eli hevur lagt útgávuna til rættis og hevur sjálvur prýtt bókina. Í bókini, sum er 226 blaðsíður, eru 93 sangir — føroyskir og útlendskir. Saman við sangunum eru myndir, sum Eli hevur teknað: og hugskotið til bókina man vera komið við øllum teimum tekningum og skitsum, hann hevur gjørt av sovandi børnum seinnu árini. Aftari í bókini eru nótar við besiffringum av gllum sangunum. Dánj- al Eysturstein hevur staðið fyri tí partinum. Aftast er yvirlit, sum í stuttum lýsir yrkjarar, týðarar og tóna- skeld til sangirnar í bókini. Hetta yvirlitid hevur Helgi Hansen skrivað. Sangirnir eru greinaðir sundur í Vøgguvisur og sangir, Sunnudagsskúla- sangir, Kveldsangir, Kvøldsålmar og Sálmar. At enda eru eisini nakrir Út- lendskir sangir og vísur við í bókini. Tað er helst so, at summi okkara sakna onkran sang- in og kanska eisini ivast eitt sindur í, hví hesin ella has- in sangurin er ikin vid, nú talan er um ein bók við kvøldsangum. Men sum Sov blitt og søtt Petur Simonsen ummælir sangbókina Sov blítt og sótt, sum forlagið undir Brúnni hevur givið út heild haldi eg, at úrvalið er breitt og hóskandi til eina slíka bók. Í bókini eru sangir, sum tey flestu vaksnu kenna væl. Og har eru eisini nýggjari sangir, sum eru serliga væl dámdir millum børnini. Haraftrat eru sang- ir og nótar, sum neyvan hava verið á prenti áður. Summir av sangunum eru lættir og lívligir, aðrir eru meira álvarsamir, men eyð- kennið fyri teir flestu er, at teir hava eitt kristiligt grundstødi. Flest allir sangirnir eru frammanundan at finna f ymsum sålma- og sangbók- um, men tað må sigast at vera sera heppið, at hava teir savnadar í einari bók. Og nótarnir við besiffring- unum fara helst at gera sítt til, at henda vakurt prýdda bókin verður til stóra gleði í mongum heimi. Sum sagt, so kenna mong foreldur fleiri av sangunum aftur frá barna- árunum. Vit minnast tá mamma, pápi ella onnur góð fólk saman við okkum sungu hesar vakru og frið- fullu kvøldsangir. Løturnar, tå sangir sum - Engin so kann sini varda - Góða mamma, eg vil sova - Lítla Marin droymdi - Nú dagurin at enda er - Rura, rura barnið - Sov blítt og søtt vóru sungnir, eru vitar, sum lýsa bjart í minninum frá barnaárunum - letur, tå hugurin heyði frítt at fara í tryggum og fjálgum um- hvørvi. Letur, sum ikki koma av sær sjálvum, men sum uprenna, tá ið vit koma hverjum ødrum við — for- eldur og børn. Løtur, sum bert koma, tå ið vit geva okkum tíð til at vera til. Nógvir av nýggjaru sangunum í bókini eru væl kendir - eru dagliga at hoyra í útvarpi, og eru vorðnir sonn fólkaogn. Aðrir eru minni kendir. Men við hesi bókini verða fleiri teirra helst betur kendir innan ikki ov langa tíð. Millum nýggjaru sang- irnar eru t.d. - Blunda, blunda lítli mín, Annika Hoydal - Brosið klæðir tær (Kvøda til pinkubarnið), M.C.Restotf - Dagur er nú farin, B.á V. Smith/Regin Guttesen - Hvør er tad, sum har kemur, Oskar Hermans- son/Christian Wahl - Kom, legg titt høvur, Simme - Myrkna gluggar, kemur nått, Frits Johannesen - Tú bar mær tað sól (Barnið). Sigmund Poul- sen/J.å R.Olsen Nakrar eldri yrkingar hava fingið lív av nýggjum, tí at vøkur løg eru sett til tær. Her eru sangir sum - Nú vakurt er (Barna- kenslur), Jacob Hansen/ Jógvan á Lakjuni - Rura, rura, vakna ei (Vøggulj6d), H.A. Djur- huus/Knút Olsen - Tað brenna túsund ljós í nátt, H.A.Djurhuus/ Eyð- un á Lakjuni - Tú, sum uppkveikti milliónir av stjórnum, Jéhs.Johansen-Ismar Jo- ensen/Jógvan á Lakjuni Og so eru tað sangir, har orð og lag er á prenti á fyrsta sinni, t.d. - Stilli í sólsetri sinni ber ró (Kvirra), Lillian Jo- hannesen/Knút Olsen - Við songarstokkin móður, Z. Zachariassen/ Eyðun á Lakjuni Sum sæst omanfyri, eru nógvir av sangunum før- oyskir av uppruna, tvs. at bæði orð og lag er føroyskt. Og til fleiri av tyddu sang- unum er lag av føroyskum tónasmiði sett til. Nótar við besiffringum eru sum sagt til allar sang- irnar, og um meir enn eitt lag er til sangin, er tað eis- ini tikið við. Utgevarin hevur valt at hava nótarnar í eini deild fyri seg sjálvar og ikki saman við sangu- num. Hetta er helst ein góð loysn, tí vanliga fer at verða sungið úr SOV BLÍTT OG SØTT uttan at brúk verður fyri at hava nótarnar framman fyri sær. Sangurin stendur eisini snøggari á blaðnum saman við vøkru og fjálgu tekn- ingunum og vatnlitsmynd- unum, sum prýða bókina. Seinasti partur av bókini Yvirlit yvir yrkjarar, týðar- ar og tónaskeld er eitt hent savn við upplýsingum um persónarnar aftan fyri sang- irnar. Tú fært at vita um m. a. aldur, arbeiði og listarligt avrik. Tú sært eisini í hes- um yvirliti hvørjar sangir viðkomandi yrkjari, týðari ella tónaskald eigur í bók- ini. Í hesum miðlatíðum, har útvarp, sjónvarp og inter- nót er fittur partur av ger- andisdegnum hjá flestum okkara, ikki minst børnu- num, har vit støðugt lata okkum fóðra við tí nýggj- asta, tí mest ótrúliga, tí mest spennadi, tí mest syrgiliga og ikki minst við tí mest ráða og ræðuliga, kann tað vera gott og neyð- ugt at steðga á og spyrja: Er øll hendan kunnanin um hetta og hatta so um- ráðandi? Geva vit tí vit síggja og hoyra gætur? Taka vit stóðu til vanda- málini, sum fløda inn í heimini? Ella er tíðinda- floymurin um heimsins sorgarleikir vorðin eins gott udirhald. sum eitt spennandi telduspæl — tá tað er liðugt, ja, so eru øll tey løstadu og dripnu frisk og ferdug til enn eitt nytt spæl? Eru vit og børn okk- ara í tí sjaldsamu stødu, at veruleikin ofta verður til fiktión, og fiktón verður til veruleika? | SOV BLITT OG SØTT er ein b6k, sum setur livid í annað perspektiv enn tað, tað vanliga verður gjørt í hesum actiontíðum. Vit steðga á eina løtu, og sam- an við børnunum kunnu vit syngja um tað vakra, um skaparverkið, um náttúru- na, um kærleika, um trú- festi, um álit og um trygg- leika. Vit spyrja og svara, hugsa og droyma, flenna og signa, kenna hugna og samanhald. Vit uppliva løt- ur, sum okkara børn og barnabørn fara at minnast afturá við gleði og taksemi, og sum er og verður teim- um eitt gott kjølfesti í tí ágangandi og strævna lívi, sum er dagsins veruleiki hjá børnunum. Sov blítt og sótt og droym um sól, sum lýsir yvir garð. Gud Faðir, hann í himni er, skal ansa eftir tær. Petur Simonsen