Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-01-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. januar 1999síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Yngd nr. Í - 6. jan. 1999 Einir 15-18 tónleikabólkar fara at taka lut í Prix Føroyar 1999, sum byrjar á Tvøroyri síðst í hesum mánaðinum. Fleiri kendir og royndir bólkar hava longu boðað frá luttóku Í ár verður á triðja sinni skipa fyri kappingini, sum nevnist Prix Forovar Kappingin, sum Norðurlanda- húsið skipar fyri í samstarvi við sjónvarpið og útvarpið. hevur víst seg at hava stóran áhuga millum tónleikarar her á landi, og í summum fórum hava eisini føroyskir tónleik- arar búsitandi uttanlands boðað frå luttøku. Tað er ikki bert ungir og óroyndir tónleikarar og tón- leikabólkar. sum vilja verða við í kappingini, tí fleiri royn- dir og kendir bólkar hava teknað seg til kappingina. At kappingin eisini hevur á- huga millum royndar og “et- ableradar” bólkar, sæst týði- liga, um man hyggur eftir vinnarunum undanfarnu árini. Fyrstu kappingina vann Moira, og fyri tveimum árum síðani var tað Mark No Lim- its, sum endaði á ovastu rók. Av teimum kendu bólkunum. sum hava teknað seg til kapp- ingina í år, kunnu nevnast Wild Child, Kjølar, Visible Fish, Bims og Crumb, ið er mannað av teimum tónleikar- unum. sum vit kenna frá Mal- an Eyðunsdóttir Band. At hetta er kærkomin møgu- leiki hjá ungum og evnaríkum føroyskum tónleikabólkum at sleppa fram at bæði áhoyrar- um og fjølmiðlum er eyðsæð, og óivað fer okkurt nýtt og spennandi navn at koma fram í sambandi við hesa kapping- ina Trý ella fýra umfor Tá ið Yngd tosaði við fyrireik- ararnar fyri nókrum døgum síðani. var tilmeldingarfreistin til kappingina ikki úti. Tískil var ikki endaligt greitt, hvussu nógvir bólkar fara at taka lut, men tå høvdu so einir 14 bólkar boðað frá luttøku, og fyrireikararnir vóru greiðir yvir, at onkur bólkur aftrat fór at tekna seg til kappingina. Av tí at tað enn ikki er greitt, hvussu nógvir luttakandi bólk- ar verða, er heldur ikki greitt. hvussu nógv innleiðandi um- før verða. Um tað verða einir 15-17 bólkar, so verða tað helst bert tey trý umførini, men verða bólkarnir fleiri í tali, so verður helst talan um fýra umfør. Fyri fyrst hava fyrireikararnir bert sett trý umfør á skránna. Tað fyrsta av hesum verður á Tvoroyri leygarkvoldið 30. Januar. Tríggjar vikur seinni. tann 27. Februar, verður so tað næsta umfarið, og verður tað í Mið- vági. Tað triðja og seinasta umfarið verður so tann 6. mars í Klaksvík. Verða umførini fýra í tali, so verður tað fjórða umfarið helst tann 13. Februar antin á Sand- oy ella í Eysturoynni. Í mun til undanfarnar kapp- ingar, so verða áskoðararnir ikki við til at døma í ár. Ístaðin verður rættuliga fitt av dómarum, sum komu úr tón- leikaheiminum og frá fjøl- miðlunum.