mikudagur 7. januar 2004síða 19
Tekstur á síðuni
36
Nr. 3 - 7. januar 2004
VEÐRIÐ
Veðrið fríggjadagin:
Andøvsgul upp í ein
strúk av suðri og út-
synningi, út á dagin
nakað minkandi.
Skýggjað og regn ella
ælaveður. Hitin millum
3 og 7 stig.
Veðrið leygardagin
og sunnudagin:
At byrja við gul til stívt
andøvsgul av suðri,
seinni eystan ella land-
nyrðingur, vaksandi
upp hvassan vind.
Skýggjað og regn í
skiftum. Hitin millum 3
og 7 stig.
Petur Skeel
Jacobsen,
veðurfrøðingur
greiðir frá um
veðrið
VESTFALLSKYRRINDI
Veðrið í dag:
Upp í hvassan vind av
landsynningi og út á
dagin upp í skrið, móti
kvøldið av suðri.
Skýggjað og út á dag-
in regn. Hitin millum 5
og 9 stig.
3. januar: Mánin longst frá jørðini
4. januar: Jørðin næst sólini
7. januar: Fullmáni
Kelda. Álmanakkin 2004
Suðuroyar-/
Vágafirði
Skúvoyar-/
Skopunarfirði
Hestfirði/
Sundalagnum
Vestmanna-
sundi
Mykines-
firði
Nólsoyar-
firði
2 fj. í LS úr
Mjóvanesi
Leirvíksfirði/
Haraldssundi
Kalsoyar-/
Svínoyarfirði
Hvanna-
sundi
Fugloyar-
firði
Dagur
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
7. jan
06.22
18.46
05.22
17.46
05.37
18.01
08.22
20.46
09.22
21.46 04.37
17.01 03.37
16.01 06.37
19.01
07.37 20.01
06.07 18.31 07.22 19.46
8. jan
07.11
19.35
06.11
18.35
06.26
18.50
09.11
21.35
10.11
22.35 05.26
17.50 04.26
16.50 07.26
19.50
08.26 20.50
06.56 19.20 08.11 20.35
9. jan
08.00
20.22
07.00
19.22
07.15
19.37
10.00
22.22
11.00
23.22 06.15
18.37 05.15
17.37 08.15
20.37
09.15 21.37
07.45 20.07 09.00 21.22
10. jan
08.44
21.05
07.44
20.05
07.59
20.20
10.44
23.05
11.44
— 06.59
19.20 05.59
18.20 08.59
21.20
09.59 22.20
08.29 20.50 09.44 22.05
5
707265 100036 >
Veðrið hósdagin:
Stívt andøvsgul upp í
hvassan vind av suðri
og landsynningi.
Skýggjað og regn av
og á. Hitin millum 5 og
9 stig.
HITALAGIÐ
5
10
15
20
25
30
14
12
10
8
6
4
2
0
÷2
÷4
Hitalagið mált frá 05/01 kl. 0600– 06/01 kl. 0600. Hitin í gjár: 5,3°
Minsti hiti máldur í jan.: ÷8,8° - Mesti hiti máldur í jan.: 11,6°
Miðalhitin fyri januar
13–18 m/s
LUFTTRÝSTIÐ
Eitt lágtrýst í ein landnyrðing úr Føroyum
fer í ein landnyrðing og eitt lágtrýst í ein út-
nyrðing úr Skotlandi fer eystureftir. Ein veik-
ur hátrýstryggur fer fram við Føroyum í nátt
vestaneftir.
Mikudagin fer eitt umfatandi lágtrýst móti
havinum í ein útsynning úr Íslandi og liggur
síðani stilt og sendir brúgvaløg inn yvir Før-
oyar. Seinni fer tað eystureftir beint sunnan
fyri Føroyar.
8–13 m/s
5–10 m/s
AVFALLIÐ
5
10
15
20
25
30
Avfallið: 3,7 mm – mált frá 05/01 kl. 0600–06/01 kl. 0600
Avfallið higartil í januar: 17,5 mm
200
180
160
140
120
100
80
60
40
20
0
Miðalavfallið fyri januar
Hitalagið
kring
knøttin
Illulisat
Nuuk
Qaqortoq
Ammassalik
Saint John’s
Halifax
Reykjavík
Seyðisfjørður
Tórshavn
Lerwick
Aberdeen
London
Tromsø
Bergen
Oslo
Stokkhólm
Keypmannah.
Helsinki
Moskva
Berlin
Warzawa
Kiev
Bukarest
Paris
Madrid
Róm
Malorca
Athen
Malta
Tunis
Beijing
New Dehli
Bangkok
Jakarta
Sydney
New York
Miami
Los Angeles
Meksikobýur
Panama
La Paz
Rio de Janeiro
Buenos Aires
÷8
÷8
÷6
–
÷1
÷2
0
3
5
6
6
8
÷9
1
–
÷3
0
÷7
÷13
÷5
÷9
÷12
÷6
2
7
7
13
8
11
12
8
8
33
31
–
3
24
14
–
32
–
–
31
10–15 m/s
10–15 m/s
10–15 m/s
Hækkandi sól
STYTSTI DAGUR
Jústinus Leivsson Eidesgaard
justinus@post.olivant.fo
Fyri nógv fólk í Føroyum
hevur tað stóran sálarligan
týdning, at sólin styttsta
dag steðgar á síni ferð suð-
ureftir, skimast eitt sindur
kring seg har suðuri, og er á
veg norður aftur longu jóla-
aftan. Hetta eru fólk, hvørs
gerandisdagur
verður
ávirkaður av, hvussu ljóst
er uttanfyri. Onnur blíva í
ørviti av ov nógvum ljósi,
og so eru tað tey, har einki
bítur á.
Hendan myndin er tikin
av Hellunum heim til
Oyndarfjarðar styttsta dag,
og hon sigur alt sum oynd-
firðingar vita at siga um
sólina hesa tíðina av ári-
num og kanska eitt sindur
meira. Og tað sum myndin
sigur meira, er allarhelst
gerandisvitan úti á Hellum,
tí hellumenn síggja við
egnum eygum, tað sum
oyndfirðingar mugu gita
sær til, blendaðir av sólin
undan Jarðadalstindi hesa
tíðina av árinum, Er lítil sól
í Oyndarfirði um jóltíðir,
so er enn minni á Hellu-
num. Havnafólk vita slett
ikki hvat ein myrkur vetur
er, tey hava sólina alt árið,
hesa tíðina frá tí hon rísur í
ein landsynning, og til hon
aftur setur í ein útsynning.
Og skulu vit plága lesar-
an við reinari lokalvitan út
Oyndarfirði hendan hendan
týsdag tann seinasta í ári-
num. Jú tað gera vit, tí sólin
er upprunin til alt lív og
trivnað og hóast hon vísir
seg aðrastaðir í landinum í
hesum døgum, á øðrum
støðum og á annan hátt, so
er hon sólin og nú lækkar
hon ikki meira, hon ger seg
til at koma norður aftur og
hita okkum um nakrar
mánaðar.
Myndin sýnir at hesa tíð-
ina á middegi, tá sólin
stendur hægst á himmali-
num, eru tað bara tvey hús í
Oyndarfirði har sólin skín-
ur á. Annað er mítt barna-
heim á Marknagili og hitt
er aldargamli býlingurin
longur frammi í Garðs-
horni. Í dag er bara eittans
húsið eftir, fyrr vóru fýra.
Sólin kundi skína hvønn
dag í árinum í mínum
barnaheimi á Marknagili
og vit sum eru ættaði hag-
ani skuldu sostatt verið
ljósins børn, um vit eru tað
og øll somul, er nú ein onn-
ur søga.
Sólin sleppur ikki longur
oman til rættina niðan fyri
Tøvuna og omanfyri niðan-
fyri Mylluna ella frammi í
Geil. Hon er sum ein kíli úr
rættini og niðan í fjall.
Skýggin vinstru megin er
Knúkur. Mitt í skugganum
sær hann út sum ein ógvu-
liga høgur hamari ella eitt
berg, men her er tað ljósið
sum spælir okkum eitt
puss, tí ongin so høgur
hamari er í Knúki. Tað er
frástøðan sum veksur upp,
eins og undir einum sjón-
eyka. Skuggin høgrumeg-
in syðra síða á Helvtini,
tað sum gøtumenn kalla
fyri Norðan.
Sum dagarnir líða kemur
skuggin longur oman í
bygdina og longu nýggj-
ársdag sær sólin aftur á
kirkjutornið í Oyndarfirði.
Tá er tann myrka tíðin av í
Oyndarfirði. Sólin er bert
burtur úr gomlu bygdini í
fjúrtan dagar. Tað er lítið
móti myrkrinum í Tjørnu-
vík. Leirvík og aðrastaðir í
landinum.
Nú ljóðar tað sum oynd-
firðingar síggja sólina
hvønn dag, tað er so langt
burtur frá. Men styttsta
dag vísti Várharra, at hann
ikki heilt hevði gloymt
oyndfirðingar, hann lat
sólina skína á høgan og
lágan sum væl at merkja
helt seg uppi í ljósanna
hæddum á Marknagili og
frammi
í
Garðshorni.
Restin av bygdini lá í
skugga . Og síðan styttsta
dag hevur mest verið land-
nyrðingur, har hann hevur
ligið illsligur við kava og
vátakava, sum hann hevur
slett úr sær undan Stong-
ini. Men sólin hækkar og í
ovurmorgin skínur hon aft-
ur á kirkjutornið, meðan
fólk sita í kirkju fyrsta dag
í árinum. Men tá skal eis-
ini verða klárt ta løtuna um
Gud vil.
Kring stytsta dag er sól-
in bara frammi góðar tveir
tímar í Oyndarfirði klárar
dagar. So hvørvur hon,
fyrst niðan í fjall og síðan
burtur aftur.
Einans tvey hús verða bakaði av sólini
styttsta dag í Oyndarfirði
Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard
C
M
Y
K
36