Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-01-06, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. januar 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ko Nr. 2 - 6. JANUAR 1999 tíðindablaðið TB-kvinnurnar fingu einki frá Fleyr Flogbóltur, kvinnur: Kvinnuliðini hjá Fleyr og TB fingu nóg mikið av hvørjum øðrum um vikuskiftið. Fýra ferðir spældu Fleyr og TB, og fýra ferðir vann Fleyr Emil. L. JACOBSEN Bæði Fleyr og TB hava tvey lið við í metstaradeildini hjá kvinnum. og tað sást eisini aftur á dystarskránni hjá fel øgunum um vikuskiftið Leygardagin var TB b í Havn og spældi móti åvika vist a- og b-liðnum hjá Fleyr. og dagin eftir var tað so a-liðið hjá Fleyr, sum var í Trongisvági og spældi móti teimum báðum TB liðunum Og tá vikuskiftid var av vóru tað Fleyr-kvinnurnar, sum hildu hevdið høgt Fleyr vann allar fýra dystir nar, og serliga var tað nakað Ovæntad, at Fleyr a vann á TBa Síðani jólasteðgin hevur TB á mist Gudrid Nolsøe og Tóru Mortensen. og tað hevur sett síni spor á liðn um Tað hevur gjørt, at vit noyðast niður á b-liðið eftir nýggjum spælarum, og tað sæst so aftur á b-liðnum eis int, Samstundis sum a-liðið er viknad, sigur Virgar Djurhuus, sum er venjari hjá teimum báðum TB-lið unum Tær vóru bara betri. sig ur hann um teir fýra dyst mar um vikuskiftid, sum TB altso tapti allar Dysturin millum a-liðini var í Trongisvági sunnudag in, og Fleyr vann hann 3-1 Settúrsltuni vóru 15-12, 15. 15-12 og 15-12. Fýra jøvn sett, og dysturin var 9 eisini javnur, men Fleyr var betra liðið og hevdi sigurin uppibornan Aftan á dysun móti TB a spældi Fleyr a so ímóti TB b. og her var spenningurin ikki so stórur. Fleyr-kvinn urnar vunnu 3-0 (15-7. 15 6. 15-4) Fleyr a fekk ein hvøkk Dagin fyri hevdi TB b ver 10 á vitjan í Gundadalshøll in1, og heldur ikki her eydn aðist tað teimum at vinni meira enn eitt sett burtur úr tveimum dystum. Settið varð vunnið móti Fleyr a. og tað var eitt sindur óvænt að. Og so var tað harafturat fyrsta settið, sum TB vann 15-11. Tað var lítið hopi í Fleyr-spælinum í hesum Ofta mis skiltu spælararnir hvønn annan — hvørgin vildi taka boltin, og so endaði hann á golvinum í staðin Men so kom betri skil og Fleyr a vann tey næstu trý settini åvikavist 15 fyrsta settinum Aðrenn henda dystin høvdu Fleyr b og TB b spælt. og Fleyr vann 3-0 Fað var bert í seinasta sett inum, sum Fleyr b vann 17 16, at veruligur spenningur var i. Hini bæði settini vann Fleyr b åvikavist 15-4 og 15 < Tað hevur higartil ikki staðið á hjá TB at manna tey bæði kvinnulidini men nú meistaradeildini. stinga trupulleikar seg upp við tað. at tveir spælarar eru farnir av a-liðnum. Og tað er nú heldur ikki loyvt hjá spælarum at flyta niður lægri deild at spæla. Mei Virear Djurhuus sigur tey å Tvøroyri ikki hava gjørt tað fyrr í ár. so tað verður ikki størsti trupul hjá TB. sum eisini leikin hevur eitt lið við í næstbestu kvinnudeildini Tað var ikki bert topp- dystur í flogbólti í Kambsdali um viku- skiftið. B-liðið hjá If sum liggur í hinum end- anum á stigatalvuni hevði leygardagin vitjan av Mjølnir, men teir fingu ikki nær nåmind so nógv burtur úr sum a-liðið fekk sunnudagin. IF b tapti nevniliga dystin móti klaksvíking- um 3-0, men sum sett- úrslitini siga, so var munurin als ikki so stór- ur tá til stykkis kom. Mjølnir vann nevni- liga 15-13, 15-11 og 15- 10, so eitt sindur av spenningi var í kortini. Hjá Mjølnir var tað serliga Jóannes Poulsen. sum gjørdi vart við síni evni sum áleypari. Jó- annes hevur eitt sera gott slag, og til tíðir er tað næstan Omøguligt at steðga honum. Fuglfirð- ingar høvdu í hvussu er ikki eydnuna við sær, hóast teir royndu. Jóannes plagar at fáa nógv burturúr á miðjuni, Tað gekk sum tað skuldi Flogbóltur, menn: Hóast tað gekk javnt á, so vann Mjølnir kortini dystin móti IFb, við trimum settum móti ongum men leygardagin var hann eisini sera effektivur á kant- inum. Restin av Mjølnir liðnum var á einum meira jøvnum stødi, men tað var so nóg mikið til at hála sig- urin heim B-liðið hjá fuglfirðingum er hóast vánaligu plasering- ina ikki illa fyri. Liðið er samansett av ungum nýggj- um leikarum og fleiri av tí gomlu garduni. Bogi Lervig er spælskipari og bæði Beinir Kristiansen og Sím- un Lassaberg kunnu vera effektivir í álopinum. I dystinum móti Mjølnir leygardagin var tað serliga Símun Lassaberg, sum fekk nógv burturúr. Hann vann nokkso nógvar bóltar, men tó ikki nóg mikið til at IF b fekk eitt sett burturúr og tiansheldur try. Stødan hjá IF b er nú tann, at teir framhaldandi liggja á næstniðasta plássi. Teir hava nøsina framman- fyri SI, sum teir vunnu á í sínamillum dystinum beint fyri jól. Sum fyrr nevnt á hesum síðum. so er ikki vist, at ÍF bert fer at fáa stigini móti SI burturúr, tað sum eftir er av ár inum. Royndirnar á liðn um kunnu gera at teir framvegis kunnu taka bestu liðini á bóli, eins og teir gjørdu tå Fram var á vitjan á Kambsdali stutt fyri jólasteðgin. Tó skal tað sigast, at IF b mest man vera at meta við bjørnina, sum er farin í dvala. Hon er friðarlig so leingi hon fær frið, men verður hon órógvað kemur ødi í. Hjá Mjølnir er stødan so at siga óbroytt. Teir vinna dystirnar móti verru liðunum — ella teir dystirnar teir eiga at vinna — men trupulleikin er at fáa stig til høldar móti liðunum omanfyri. Hetta skulu teir broyta, um teir ætla at gera sær vónir um at koma av fjórðaplássinum upp á eitt triðja ella annað- pláss. hóast tað lopið kanska er í hægra lagi. Fyrstaplássið verður verandi í Fuglafirði. eingin ivi um tað. Sosialurin - fimm ferðir um vikuna EMiL L. JACOBSEN Dråttur liggur væl fyri til at fåa silvurmerkini i meistaradeildini hjå kvinnum, og um tad skal eydnast, er neyðugt at vinna dystirnar móti veikaru liðunum í deild- ini. Sunnudagin eydnaðist tað eisini Drátti at vinna 3-0 á Fleyr b, men avrik- ið hjá vágaliðnum var ikki gott. og eitt sterkari måtstødulid hevdi iva- | leyst revsad Drátt fyri hetta. Dráttur vann 3-0 við settúrslitunum 15-13. 15- 6, 15-10, men sum heild kann sigast, at alt liðið hevði ein ringan dag. Spælið koyrdi illa, og Dráttur-kvinnurnar kunnu fegnast um. at tað ikki var eitt nú Mjølnir. sum stóð hinumegin net fRA Dråttur vann 3-0 - uttan at spæla væl Flogbóltur, kvinnur: Tað var væntað, at Dráttur fór at vinna á Fleyr b, men avrikið var ikki gott 17 ið sunnudagin. Onkur kann kalla sig- urin hjá Drátti ein av- greiðslusigur, og tað er tað fyri sovitt eisini, men b-liðini hjá Fleyr og TB eru ikki so vánalig, sum stigatalvan annars kundi bent á. Eitt gott dómi um hetta er, at TB b vann fyrsta sett í dystinum móti Fleyr a í Havn leyg- ardagin. A Giljanesi sunnudag in gjørdi serliga Ebba | Øre um seg úti á kant- inum hjá Fleyr b, meðan eingin gjørdi nakað ser- liga vart við seg á liðnum hjá Drátti Men tað eydnaðist kortini heimaliðnum at vinna 3-0. men burtur- sæð frá úrslitinum fara tær helst at royna at gloyma henda dystin sum skjótast. i Fram segði takk fyri seinast Flogbóltur, menn: Fram hevði nakað at hevna tá teir sunnudagin tóku móti IF b. Og hóast gestablídni einu løtuna var við at vera ov nógv av tí góða, so vann Fram kortini 3-1 Ikki gongst altid eftir ætlan Hetta måttu Framleikararnir sanna beint áðrenn teir fóru í jólafrí. Teir høvdu ein lættan — dyst eftir mót Il og tad var lættvunnin dyst- ur — hildu teir. Men so var ikki. Teir taptu dystin móti næstbesta liðnum hjá fugl- firðingum og orsøkin sigst at vera, at teir als ikki vóru nóg væl fyrireikaðir til tann dystin. Sunnudagin spældu teir so aftur móti IF b, men hesaferð høvdu teir avgjørt at hesin dysturin skuldi vinnast og væl tað. Framleikararnir = vóru munandi betur fyrireikaðir og vóru eisini væl betur mannaðir enn teir vóru til jóladystin. Rúni Weihe og Heini Weihe, sum báðir hava verið uttanlands vóru aftur til dystin fús fyri Fram og tí merktist tað ikki so væl, at Sigmundur av Teig- um sat uttanfyri við einum skaða. Fram byrjaði eisini sum eitt Odnarvedur, tí tað vóru jú teir, sum høvdu nakað at hevna seg fyri. Men fugl- firðingarnir vildu ikki leggja kongin uttan at hava roynt okkurt. Bæði liðini hjá IF hava víst. at tey eru ótrúliga effektiv defensivt og tad visti IF b eisini greid- liga sunnudagin. Rúni Weihe royndi við nógvum góðum smashum at fáa fuglfirðingarnar niður við nakkanum. men verjuleik- ararnir vóru seigari enn so Teir lógu flatir í luftini og fingu teir mest ómeguligu bóltarnar uppaftur Men tað stutta av tí langa var so, at Fram vann fyrsta sett. I øðrum setti fór alt um koll hjá havnarliðnum. Lítið skil var á spælinum og einki koyrdi sum tað skuldi. Hetta lótu fuglfirðingarnir sær ikki siga tvær reisur og teir løgdu tí eitt effektivt trýst á Fram. Eins og leygardagin ímóti Mjølnir vóru tað serliga teir báðir Beinir Kristiansen og Símun Lassaberg, sum skar- aðu framúr ímóti Fram og í øðrum setti gav hetta fult avkast. Fram royndi hvat teir kundu, men ov nógv mistøk gjørdu, at IF b kom ov langt framum og vóru ikki at taka aftur. Hjá Fram var triðja sett lítið mætari enn annað sett 10gv persónlig mistøk Einu lotuna gekk he Á skriðuni. Alopið steðgað púrasta upp og tað sá út til at IF ersini fór at koma best frá hesum settinum. Eini timm-seks álopsslog vóru sligin beina leið av vøllin- um og tá ber ikki bøtur. Men so eydnaðist hjá Jens Hera Mortensen at fáa eitt slag ígjøgnum og so var sloppið Fram fótaði sær og vann settið. Fjórða sett var skjótari avgreitt enn hini undan- farnu. Fram var omaná alla tíðina og teir vóru eisini til reiðar alla tíðina. Fuglfirð- ingarnir eru drúgvir og tá sløgini ikki ganga eftir vild. so liggur væl fyri hjá teim- um at lobba. Hetta var vápn- ið teir bastu havnarmonnum við fyri jól. men hesaferð hevði Fram lisið uppá. Teir fingu fatur á meginpartinum av hesum lobbum og so er alt so nógv lættari Fram vann eisini fjórða sett og harvið vunnu teir eisini dystin 3-1