fríggjadagur 8. januar 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Jan úller
Blaðstjóri:
Marknaðardeild:
| Jonhard Hammer
| Dagbjørt S. Hansen
Eirikur Lindenskov
Fíggjarleiðari:
Sveinur Tróndarson
Internet: www.sosialurin.fo
Blaðfólk:
Dagny Joensen,
Aki Bertholdsen,
Turið Kjølbro |
Niclas Johannesen |
Dagfinn Olsen |
John Johannessen !
|
ítróttarskrivari: |
Emil L. Jacobsen
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting og prent:
Sp/t Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
|
|
|
|
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail:
post &sosialurin.fo
7
Heitt politiskt ár | BOk um føroyska
Oddagrein
ARIÐ 1999 verður eftir øllum at doma eitt
rættiliga heitt og fyri tað eisini spennandi
politiskt ár. Hetta árið fer uttan iva at
standa sum fullveldisárið - sum árið, tá
nakað meira ítokiligt um Foroyar á full-
veldisleið í kom á borðið.
TAÐ er einki dulsmál, at fyri tjóðveldis-
flokkin og nýggja landsstýrismann floksins
verður hetta árið ein avgerandi styrki-
roynd. Sleppur flokkurin snikkaleysur frá
kreppum so sum henni við Landsverkfroð-
ingsstovninum, so hevur hann fyri so vítt
frítt spæl. Spurningurin er bara, hvussu
flokkurin í longdini fær forklárað fyri sínum
veljarum, at hann ikki er djúpt í lummanum
á tí hogravenda fólkaflokkinum, tá tað um-
ræður almennar stovnar, fakfelog ol.
HVOR veit, um fólkaflokkurin ikki leitar
eftir einum høvi til at sleppa av við teir
viðgongdu tjóðveldismenninar, áðrenn teir
koma ov langt við sínum fullveldisæt-
lanum. Men soleingi fólkaflokkurin kann
tvinga og brúka tjóðveldið í tess fullveld-
isprioritering til at fremja sín hograpolitikk
- eins og flokkurin brúkti sambandsflokkin
í undanfarnu samgongu - soleingi vil fólka-
flokkurin hava tjóðveldið í Tinganesi.
Hvorki meira ella minni. Tann dagin eitt
tjóðveldisstig til fullveldi moguliga fellur,
tá hevur fólkaflokkurin longu fingið so nógv
igjøgnum av sínum høgrapolitikki, at flokk-
urin er beint tilfreds.
MEST áhugavert í hesum ári verður at
síggja, hvat fullveldisbólkarnir koma til.
Hvat nú um niðurstoðan ikki er í tráð við
tað, sum tjóðveldisflokkurin ynskir og vil!
Og ber tað í heila tikið til. at bólkarnir
kunnu koma við slíkum niðurstoðum?
Tjóðveldisflokkurin setur væl ikki fólk at
gera eitt arbeiði, hvors úrslit kann taka
grundarlagið undan tí, sum flokkurin
stendur fyri og vil?
JUST niðurstoðurnar hjá umrøddu ar-
beiðsbólkum verða ótrúliga tydningarmikl-
ar fyri komandi orðaskiftið. Og fyri at fáa
eitt nóg breitt orðaskifti er altavgerandi.
at arbeiðsbólkarnir ikki bert hava eina
niðurstoðu men seta upp fleiri alternativ
ið rokka frá heimastyri til fullveldi. Tað er
umráðandi, at tey fólk, ið eru sett at ar-
beiða í hesum nevndum, fáa umstødur til
tess, men eins týðandi er tað, at hesi
somu fólk ikki bert leita eftir einum sann-
leika, men vilja kanna fleiri moguleikar -
sannleikar. Eingin ivi um at tað á hesum
fólkum hvílir stór ábyrgd, nú teirra arbeiði
verður grundarlag fyri ollum orðaskiftinum
um einar framtíðar Foroyar.
Sosialurin
vinnuloggáavu
- við heitinum »Faroese business law an introduction<
Teir báðir, Kári á Rógvu
Olsen og Jóhannus Egholm
Hansen hava bók um for-
oyska vinnusøgu.
Talan er um bók. sum er
skrivað á enskum. og sum
fyrst og fremst lýsir megin-
partin av tí partinum av for-
oyskari lóggávu. sum er av
týdningi fyri vinnuligt virk-
semi. Bókin inniheldur har-
umframt eina lýsing av før-
oysku stjórnarskipanini inn-
an danska kongariki, av før-
oysku politisku og fyrisit-
ingarligu skipanini, og a
rættarskipanini i Foroyum.
Fyrrverandi = rættarfor-
maðurin í 5. deild i Eystara
Landsrætti. Jens Lunøe.
sum hevur drúgvar royndir
sum landsdómari í føroysk-
um málum. hevur skrivað.
hevur skrivað fororðini.
Johannus Egholm Hans-
en sigur. at tað er sjálvandi
eingin ivi um, at bókin
kundi fevnt um enn fleiri
loearøki, sum kunnu verða
av týdningi fyri vinnuvirkir.
Sjálvir meta rithøvundarnir
to, at við teimum lógarokj-
um teir hava valt at taka við
í bókina, hava valt nøkun-
lunda tað. sum hevur storst-
an týdning.
Rithøvundarnir siga. at
tað er sjálvandi eisini greitt.
at viðgerðin av so stórum
pørtum av føroyskari lóg-
gåvu, sum talan her er um,
væl kundi verði munandi
meira umfatandi - og verður
tað kanska eisini í møgu-
ligum seinni útgávum. Ætl-
an teirra hevur tó ikki verið
at geva eina fullriggjada
lýsing av ollum aspektum
innan hvort einstakt lógar-
oki. men harafturímóti at
geva eina yvirorðnaða lýs-
ing av teimum einstøku øk]-
unum. sum verða vidgjørd í
bókini
Hugskotið til at skriva
bókina fekk Johannus Eg-
holm Hansen, tá 10 hann fyri
I 1/2 ári síðani var á skeiði
á »Oljurættsinstitutuinum« á
Dundee University í Skot-
landi.
- Bæði á skeiðinum og
seinni havi eg fleiri ferðir
møtt fyrispurningum frá út-
lendingum - mest oljufeløg-
um og starvsfeløgum, sum
fáast við ráðgeving innan
oljuléggåvur - sum vildu
vita eitthvørt um serlig før-
oysk løgfrødislig viður-
skifti. Seinni valdi eg at taka
Kára á Rógva Olsen, sum tá
starvaðist sum advokatfull-
trúi hjá mær, við i arbeiði
við at skriva bókina, og
eigur hann stóran part av
æruni fyri. at bókin bleiv
skrivað uppá so lutfallsliga
stutta tíð. sum talan hevur
verið um.
Tað nýtist ikki at dyljast
yvir, sigur Johannes Egholm
Hansen víðari. at bókin
upprunaliga var ætlað út
lendskum fyritøkum og per-
sonum, sum hava ætlanir
um vinnuligt virksemi i Før-
oyum - eitt nú í samband
við komandi oljuleiting -
ella vinnuligt samstarv við
foroyskar fyritokur. So
hvort sum bókin hevur ver-
ið skrivað hava teir tó í stórri
mun eisini roynt at leggja
hana soleiðis til rættis. at
hon skal kunna nýtast av
føroyskum vinnufyritøkum
og einstaklingum, m.a. í
sambandi við samstar
teirra við utlendskar fyri-
tøkur.
Tá ið tað er av týdningi
at geva eina lýsing av for-
oyskari vinnulóggávu á ein-
um málið, sum útlendingar
skilja, kemst hetta fyrst og
fremst av, at ein heilt stórur
partur av aktórunum innan
m.a. oljuheimin koma frá
londum. sum hava eina
rættarskipan. ið byggir uppá
tað sonevndu »Common
Law-skipanina<. = Henda
rættarskipan er fjart frá teirri
skipan. sum nýtt verður í
Nordanlondum, m.a. í Før-
oyum. Ti er neyðugt at lýsa
føroysku rættarskipanina
vvirfyri utlendskum fyritøk-
um, soleiðis at hesar fola
seg tryggar við at skula ar-
beiða í einum vinnuligum/
løgtrødisligum umhvørvi
sum ti føroyska siga rithøv-
undarnir.
Um bókin seinni verður
týdd til foroyskt ella til ann-
að mál velst um, hvussu
stórur áhugin fyri bókini
verður.
Bókin verður til sølu eftir
nýggjár og kostar 375 kr.
Meira fæst annars at vita
um bókina við at venda sær
til Johannus Egholm Han-
sen tlf. #45 33179900 ella
e-mail: info&ædania-law.dk
Løgmadur á rikisfund
I dag fer Anfinn Kallsberg á rikisfund í Grønlandi, saman við
Jonathan Mortsfeldi, landsstyrisformanni og Poul Nyrup
Rasmussen, forsætisráðharra
DAGNY JOENSEN
Fad eru ikki tey stóru tíð
indini at frætta undan rikis-
fundinum. Hann er óform-
ligur á tann hátt. at eingin
dagsskrá verður gjørd.
Heldur ikki eru embætis-
fólk við á fundinum. tå
Motzfeldt. Kallsberg og
Nyrup Rasmussen sessast
um fundarborðið
AntinnKallsberg logmað-
ur, sigur, at hann fer at rógva
aftur á tey mál. sum hava
verið umrødd millum Dan-
mark og Føroyar, eitt nú
floevøllin i Vágum. ES -
mál. sjóverjuna og uttanrik-
ismál.
Hetta eru mál. sum vit
eru felags um. og sum vit
hava tosað við Niels Hel-
veg Petersen, uttanríkismál-
aráðharra og Nyrup Ras
mussen. forsætisráðharra. tá
teir hava vitjað í Førovum.
sigur Anfinn Kallsberg.
Seinasti ríkisfundur var í
Føroyum 6. januar í fjør. Tá
var Edmund Joensen log-
maður.
Løgmadur sigur, at hann
Ikki hevur stórvegis við
merkingar til rikisfundin
friggjadagin, av ti at hann
ikki hevur verið við áður.
og tí ikki veit stórvegis um.
hvussu farið verður fram á
slíkum fundi
Hóast embætistólkini ikki
sleppa á ríkisfundin. eru tey
kortint við á ferðini. av tí at
tey skulu fundast fyri seg.
Yafinn Kallsberg, log-
maður. fer á sín fyrsta
ríkisfund í Grønalndi í dag