Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-01-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. januar 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 4 — 8. JANUAR 1999 - PC-koyrikort er eitt hugtak, ið tú alt oftari hoyrir sagt ella skrivað. Men hvat umfatar hetta fyribrigdi ...? JONHARD HAMMER Tað eru tey, sum halda, at PC-koyrikort ella teldu koyrikort er eitt koyrikort til bil, sum tú tekur vid teld- uundirvising. So er ikki men tað minnir kanska eitt sindur um! PC-koyrikort er eitt prógv fyri. at tú skilir, hvussu ein telda virkar og at tú dugir at brúka tey mest vanligu forritini, sigur Reg in Joensen, sølustjóri á For mula Xerox Telda, e-postur, Internet og PC-koyrikort! Hetta eru alt orð, ið vóru púra kend fyri bert fáum árum síðani Iey bera boð um stórar broytingar í samfelag okk- ara, og felags fyri tey oll er, at tey eru partur av tí, ið rópt verður kunningartøkni, stuttstavað KT. I dag verður trupult at finna bara eitt ein- asta arbeiðspláss. sum einki hevur við kunningartøkni at gera. Har verður skrivað, bókað, upplýsingar verða goymdir o.s.frv. Kunningartøkni er lut- falsliga nytt her å landi, og tað setir eisini sín dám á KT- førleikan á arbeiðsplássu- num. Kring, men skerd - Flestu duga lítið meira enn tað. tey skulu brúka til tað arbeiði, tey gera til dagligt, og eru sera kring í tí. Skalt tú skifta arbeiði, so skalt tú læra nakað heilt nýtt. og av somu orsøk eru tað fleiri, 10 aftra seg við at skifta starv. - Skulu vit samanbera við bilkoyrikortið. so svarar tað til, at tå bert dugir at koyra Toyota, men ikki Audi og onnur bilmerki, at tú bert dugir at koyra í einvegis gøtu, men fært trupulleikar, um onkur kemur ímóti, at tú bert dugir at koyra bil við manulellum gearum, men ikki atomatiskum o.s.frv. Regin Joensen sigur, at bæði starvsfólk og arbeiðs- gevarar eru vorðin alt meiri greið yvir tær avmarkingar, sum liggja í hesum. Ur hesi sannkenning er so sprottin hugskotið um sokallaða PC- koyrikortið ella European Computer Driving License, sum tað eitur á enskum. Ein pakki við festum innihaldi Hetta er ein „pakki“ við ein- um føstum innihaldi, sum kann býtast í trý. Ein partur er, at tú lærir at brúka tey mest vanligu forritini (skriviforrit, dátugrunn, rokniark og framløgu) og ein partur er samskiftis- tøkni, herundir Internót og e-postur. Hesir báðir part- arnir eru teir meiri prakt- isku, sum læra teg at loysa ávísar uppgávur við ávísum forritum. Tú fært sostatt ein praktiskan førleika, tá ið tú tekur PC-koyrikort Regin Joensen sigur, at um so var at PC-koyrikortið bert umfataði hesar prakt- isku partarnar, so vart tú skjótt afturútsigldur, tí tað koma alla tíðina nýggjar út- gávur av kendum forritum ella heilt nýggj forrit til somu uppgåvur. Fortreytir fyri at læra nýtt - Tá ið alt kemur til alt, so er tað triði parturin, ið tann týdningarmesti. Hesin part- urin, sum er tann fyrsti í undirvísingini, snýr seg um grundleggjandi fatan av. hvat kunningartøkni er og hvussu stýriskipanin í eini teldu virkar. Tað er hesin parturin, ið ger teg føran fyri at læra nakað nýtt, tí tú hevur skilt tað grundleggj- andi. Tú kanst so at siga skifta frá manuellum til aut- omatisk gear uttan at missa pippid, tí tú hevur skilt tað grundleggjandi, sigur Regin Joensen. Ætlanin við PC-koyri- kortinum er, at tú skalt fáa kunnleika til teir møguleik- ar, sum kunningartøknin gevur tær bædi heima og til arbeiðis, og at tú skalt vera førur fyri at taka við teimum avbjóðingum, sum standast av broytingum í kunning- artøknini. Formula Xerox-maðurin sigur, at hetta er orsøkin fyri. at tað vindur alt meiri uppá seg at taka PC-koyri kort, ikki minst ti at hetta er vorðin ein altjóða góðkend útbúgving í flestu europe- iskum londum. teirra mill um øllum teimum norður lendsku. European Comp- uter Driving License verður umsitið av einum altjóða stovni, og í føroyskum hopi er Dansk Dataforening mill- umliðurin, ið avger, hverjir telduskúlar kunnu fáa góð- kenning til undirvísing og royndir í PC-koyrikorti. Samskifti avgerand í framtíðini Nógv telduundirvísing verður boðin út í hesum tíð- um, men umframt Føroya Handilsskúla og Tekniska Skúla í Klaksvík, so er For- mula Xerox einasti teldu- skúlin í landinum, sum er góðkendur til eisini at skipa fyri roynd í PC-koyrikorti. - Okkara meting er, at før- leikin hjá føroyingum til at samskifta við onnur verður avgerandi fyri, hvussu vit koma at standa okkum sum samfelag, og hetta samskift- ið fer ikki minst fram við kunningartøkni. Í komandi øld fer førleiki í kunningar- tøkni at at vera eins týðandi og tað hevur verið at duga at lesa, rokna og skriva hesa øldina; Formula Xerox vil gjarna vera við til at menna tíðindablaðið Jákup á Borg hevur ikki bara koyrikort til Corvette hendan førleikan, og vit hava útbúgvið okkara fólk - ME og utgjørt okkara holi við hesum fyri eyga, sigur Reg- Koyrikort til knappaborð BB Vox Í CEMST INNAN EDV-FAX-KOPI KOYRIKORI * É Ti Á i 1 fer eisini at taka pc-koyrikortið Mynd: Jens Kristian Vang in Joensen >Ég vil eisini vera væl fyri uttan fyri vøllin. Tí havi eg valt at taka PCKOYRIKORT | fy tak hjá Formula Xerox!< Hvat er eitt PC-koyrikort? Tað er eitt prógv ri, at tú hevur grundleggjandi forleika í kunningartøkni og teldunytslu. PC-koyri- kortið er i dag góðkend útbúgving í flestu europeiskum londum, og tað kann bert ast á altjóða góðkendum telduskúla. Hevur tú PC-koyrikort, so hevur tú ein góðan trumf, tá ið tú sekir arbeiði. Formula Xerox er góðkendur telduskúli. Vilt tú vita meira, so send lepan niðanfyri til okkara. Sendið mær vinarliga fleiri upplýsingar um PC-koyrikortið og skeiðætlan! Navn: Geta: Bygd/býur: Tlf /fax/E-postur: Stidjagøta 11 * 100 Tórshavn Tlf. 31 11 15 * Fax 31 71 15 * formulaGformula.fo