hósdagur 8. januar 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 4 - 8. januar 2004
15
14
Nr. 4 - 8. januar 2004
Fíggjarlóg, sam-
gongumøguleikar og
politiskar framtíðar-
ætlanir vóru nøkur av
evnunum, ið vóru
tikin upp á kjaki í
Læraraskúlahøllini
mánakvøldið
VALFUNDUR
Bartal Nolsøe Poulsen
Fleiri enn 400 fólk høvdu
leitað sær í Læraraskúla-
høllina mánakvøldið til
politiskan pallborðsfund.
Politisku flokkarnir høvdu
leitað sær heilt stóru kan-
ónirnar fram, og teir 7
floksformenninir
spentu
seg út, á hesum fyrsta stóra
valfundinum í valstríðnum,
at vinna sær og sínum pláss
millum teir fremstu aftaná
startskotið.
Flokkurin 1. L. á Lærara-
skúlanum
skipaði
fyri
fundinum, og tey komu
sum heild væl frá tí. Finnur
Joen-Jacobsen stýrdi kjak-
inum við harðari hond, og
tað var meira enn einaferð,
at ein av formonnunum
hevði hug at ilskast eitt
sindur yvir, at tíðin rann
undan og orðstýrarin breyt
teir av.
Allar dyrð opnar
Fyrsti spurningur, sum kom
upp at venda var, hvørt
flokkarnir hava gjørt sær
nakrar hugsanir um møgu-
ligar samgongumøguleikar.
Hesin spurningur hevur
longu verið fleiri ferðir
uppi og vent, síðan Anfinn
Kallsberg løgmaður skriv-
aði út val fyrst í desember
mánaði, bæði í fjølmiðl-
unum og millum manna.
Bæði Fólkaflokkurin og
Sambandsflokkurin søgdu
sum áður, at teir vóru opnir
fyri øllum møguleikum.
Lisbeth L. Petersen nevndi,
at Sambandsflokkurin áður
hevur havt fínt samstarv
við Tjóðveldisflokkin, so
eisini har var ein møgu-
leiki, hóast hon seinni út á
kvøldið vísti aftur, at Sam-
bandsflokkurin fór at lata
seg draga nakrastaðni aft-
aná Tjóðveldisflokkinum.
Jóannes
Eidesgaard
segði, at Javnaðarflokkurin
helt tað vera náttúrligt at
royna at útbyggja samstarv-
ið, sum flokkurin hevur
havt við Sambandsflokkin í
andstøðuni,
men
hóast
hetta var eitt gott útgangs-
støði vísti hann heldur ikki
aftur aðrar møguleikar.
Høgni Hoydal vildi ikki
siga nakað um eina kom-
andi samgongu, tí sum
hann segði, tað er veljarin,
sum eigur avgerðina 20.
januar. Jenis av Rana var
als ikki sinnaður at fara í
samgongu fyri einhvønn
prís. Ein samgonga við
Miðflokkinum má tora at
taka støðu til etisk viður-
skifti og spurningar, sum
rørast í samfelagnum, segði
hann millum annað. Av øll-
um floksformonnunum var
tað Johan í Kollafirði, sum
tóktist hava greiðasta mál.
Johan ætlaði sær nevniliga
at verða løgmaður í kom-
andi landsstýrinum.
Fíggjarliga uppgerð
Næsta mál á skránni var
ætlanin hjá flokkunum
komandi árini, og her var
mest talan um upplestur úr
teimum ymisku valskráun-
um. Aðalmálið hjá Tjóð-
veldisflokkinum fer at vera
at halda fram á sjálvstýris-
kós. Høgni Hoydal ávaraði
staðiliga ímóti at lata Sam-
bandsflokkin tøma lands-
kassan. Tjóðveldisflokkur-
in fer at streingja á at fáa
grundlógina setta í verk, og
at fáa yvirtikið tey mál,
sum arbeitt hevur verið við
hetta samgonguskeiðið.
Miðflokkurin helt tað
harafturímóti vera umráð-
andi at verja Føroyar sum
serstaka tjóð, og fer at ar-
beiða fyri føroyskum sjálv-
stýri eftir einum leisti, ið
hóskar føroyingum, og ikki
byggir á romantiskar ynski-
dreymar frá fyrrverandi
føroyingum í útlegd. Jenis
av Rana tóktist at hava hug
til at leggja sjógv ímillum
seg og Tjóðveldisflokkin,
við at krejva eina meira
hóvliga
sjálvstýriskós.
Miðflokkurin hevur eisini
ofta havt røddir frammi um
at fáa eina búskaparliga
uppgerð við danir, og
henda boðskap endurtók
Jenis av Rana mánakvøld-
ið.
Trupul fíggjarlóg
Finnur Joen-Jacobsen vildi
eisini hava formenninar at
siga sær, hvussu teir ætlaðu
at fáa fíggjarlógina fyri
2004 at hanga saman.
Fíggjarlógin hjá verandi
landsstýri fór fyri bakka, tá
ið valið varð útskrivað, og
fleiri andstøðupolitikkarar
VOX POP
Ingrid/Solby
Myndir:
Jens Kristian
Kári Árting,
bókhandlari
Fert tú á val?
– Ja, tí eg haldi, at
tað hevur týdning at
siga sína meining
Hvat skal komandi
samgonga leggja
størstan dent á í val-
skeiðnum?
– Loysingina
Velur tú persón
ella flokk?
– Flokk
Osbjørg Niclasen,
reingerðingskona:
Fert tú á val?
– Ja, tað fari eg. Eg
havi altíð verið á val,
tað er nakað, sum
man er noyddur til.
Hvat skal komandi
samgonga leggja
størsta dent á í
valskeiðinum?
– Eg haldi, at
nýggja samgongan
skal arbeiða fyri at
varðveita sambandið
við Danmark og
ríkisfelagsskapin.
Velur tú flokk ella
persón?
– Eg velji altíð
persón. Og mín
krossur fer til lista
B.
Vagn Erik
Michelsen:
Fert tú á val?
– Ja, sjálvandi fari
eg á val. Tað er ein
samfelagsslig skylda
hjá okkum borgar-
um.
Hvat skal komandi
samgongan leggja
størsta dent á í
valskeiðinum?
– Eg skal siga tær
tað, at tá ein er
komin upp í árini,
fær ein eina aðra
sjón á lívið. Og tað
týdningarmesta hjá
eini komandi sam-
gongu er at ansa
betur eftir
pengunum.
Velur tú flokk ella
persón?
– Eg velji flokk, og
tað er Sambands-
flokkurin.
Jan Fossaberg,
løgreglumaður:
Fert tú á val?
– Ja. Um ein vil
hava eina ávirkan á
samfelagið, so fer
man á val. Tað ber
ikki til at sita og
brúka munn aftaná,
um ein ikki hevur
verið á val.
Hvat skal komandi
samgonga leggja
størstan dent á í val-
skeiðnum?
– Hon skal ikki
loysa. Almenni sekt-
orurin er alt ov stór-
ur, og har skal mink-
ast við viti og skili.
Vinnan skal virka, tí
tað er jú hon, sum
rindar alt annað.
Velur tú persón
ella flokk?
– Eg veit, hvønn
flokk eg skal seta
krossin við. Persón
havi eg ikki tikið
endaliga støðu til
enn
Marjun Nielsen,
skrivstovukvinna:
Fert tú á val?
Ja, eg fari. Tí tað er
ein skylda hjá mær,
sum búgvi í hesum
landinum.
Hvat skal komandi
samgonga leggja
størsta dent á í
valskeiðinum?
– Tað týdningar-
mesta er at leggja
dent á ein skatta-
lætta. Tað eru so
mong, sum líða
undir høga skattin-
um, so tað hevur
alstóran týdning.
Velur tú flokk ella
persón?
– Eg velji altíð
persón. Í ár eri eg tó
í einari støðu, sum
ger, at eg fari at
velja ein annan
flokk, har ein per-
sónur stillar upp, og
tí verður tað ikki
tann sami flokkurin,
sum eg vanliga havi
valt.
Hildibjørg Jensen,
flakakvinna
Fert tú á val?
– Ja. Tað er ein
grund til, at man fer
á val, og tað er tí at
man hopar, at sam-
felagið verður betri
Hvat skal komandi
samgonga leggja
størstan dent á í
valskeiðnum?
– Vanliga fólkið og
tey eldru
Velur tú persón
ella flokk?
– Tað er flokkur
hava víst á, at tað fer at vera
trupult, fyri ikki at siga
ógjørligt at fáa endarnar at
røkka saman í ár. Anfinn
Kallsberg vísti á, at fíggjar-
lógin, sum fór fyri bakkað,
hevði javnvigað, treytað av
teimum lógarbroytingum
og sparingum, ið fylgdu við
henni. Hann var samdur í,
at um sparingarnar ikki
verða gjøgnumførdar fer
fíggjarlógin í ár at geva eitt
hall.
Jóannes Eidesgaard í
Javnaðarflokkinum helt, at
tað undir øllum umstøðum
verður ringt hjá komandi
samgongu at fáa eina fíggj-
arlóg eftir egnum høvdi í
2004. Fyrst skal tingið
mannast, síðani samgongu-
samráðingar, og so kann
farast undir at arbeiða við
einari fíggjarlóg fyri í ár, og
hetta er ikki løtuverk. Tískil
verður tað ikki fyrr enn í
2005 at komandi samgong-
an fær møguleika fyri at
gera eina fíggjarlóg við
røttu raðfestingunum. Hann
segði eisini, at vallyftini hjá
Javnaðarflokkinum ikki eru
av teimum dýrastu. 16
milliónir krónur kostar
valskráin hjá flokkinum, og
hetta er bert 2/3 av ferða-
útreiðslunum hjá tí al-
menna í 2003.
Høgni Hoydal tók undir
við, at arbeiði at gera løg-
tingsfíggjarlóg var ovur-
stórt, serliga í góðum tíð-
um, tá ið tað gerst truplari
at stýra búskapinum, og tá
ið trýstið á kassan er stórt.
Hann helt ikki, at tað fer at
vera so trupult at gera eina
fíggjarlóg, treytað av at
samgongan hevur dirvið til
at fremja sparingar. Johan í
Kollafirði segði sum vera
man, at hann hevði ikki
nakað boð uppá fíggjarlóg;
hann hevur nóg stórar
trupulleikar at fáa sína
egnu fíggjarstøðu at hanga
saman, so tað fer hann at
lata menn, sum hava skil
fyri tílíkum taka sær av.
Loynilig vallyftir
Rættiligur stuttleiki kom
burturúr, tá ið Lisbeth L.
Petersen royndi at greiða
frá ætlaða skattareformin-
um hjá Sambandsflokkin-
um. Hon kundi ikki siga
serliga nógv um hann, av tí
at alt er ikki fingið uppá
pláss enn, men Sambands-
flokkurin skuldi nokk fara
at vísa veljarunum aftaná
valið, hvussu teir ætla at
umskipa skattaskipanina.
Høgni Hoydal segði seg
ikki skilja, hvussu Sam-
bandsflokkurin kann fara í
eitt valstríð við loyndum
lyftum, og fleiri við honum
gleddu seg til 21. januar, tá
ið sambandsloysnin eftir
øllum at døma verður
avdúkað. Sambandsflokk-
urin hevur í valstríðnum
tosað um at lækka skattin
av eyka arbeiði við 20 %.
Tá ið tosið seinni kom
inn á eldraøkið, og Sam-
bandsflokkurin vildi hava
at vita, hvar tey 120 røkt-
arheimsplássini eru, sum
Tjóðveldisflokkurin erpar
sær av at hava bygt, var
svarið hjá Høgna Hoydal
einfalt: »Tad er loyniligt«.
Tað kom tó fram, at plássini
øll ikki eru gjørd, men
standa í gerð.
Livligur fundur
Tíðin gekk skjótt í Lærara-
skúlahøllini mánakvøldið,
og aftaná at floksformenn-
inir høvdu kjakast eina løtu
um vinnulívspolitikk var
tíðin komin til tað síðsta
evni á fundinum, framtíðar-
ætlanir á sjálvstýrisleið.
Fólkaflokkurin tosaði um
eina kós, sum minnir um
hana,
Tvøroyrarskjalið
stakk út í kortið, við at
yvirtaka øll mál, sum ikki
beinleiðis eru knýtt at
suverenitetinum.
Sam-
bandsflokkurin helt, at
sjálvstýrismálið skal skrott-
ast, og tað kom ikki óvart á
nakran. Javnaðarflokkurin
vil fáa skútuna upp á rætt-
kjøl og sóknast eftir einari
kós á miðjuni, og tað fegn-
aðist Kári P. Højgaard um.
– Nú treingist á miðjuni,
helt hann fyri. Høgni Hoy-
dal var rættiliga firtin yvir
ikki at fáa meira enn 40
sekund til at greiða frá sín-
um hjartamáli, so hann
brúkti stóran part av sínari
tíð at biðja um meira tíð.
Góða undirtøkan, sum
fundurin fekk, hevði við
sær, at tað var rættiliga
trupult at fáa eitt ordiligt
kjak millum áhoyrarar og
politikkarar. Nakrir spurn-
ingar komu úr salinum,
men av tí at tíðin var knøpp
vóru ikki stundir til nógv
annað enn framløgurnar hjá
formonnunum. Hóast hetta
var fundurin lívligur, og
fólk tyktust at vera væl
nøgd aftaná fundin. Velj-
arakanning, sum varð gjørd
áðrenn og aftaná fundin
vísti, at tað var Tjóðveldis-
flokkurin, sum hevði verið
raskastur at fáa fólk á fund.
Haraftrat sást, at flest øll, ið
vóru møtt, vóru støðuføst í
sínari politisku hugsan, tí
fundurin flutti ikki serliga
nógvar atkvøður sambært
kanningini.
Politisku risarnir møttust á fyrsta sinni í valstríðnum
Fólk á gøtuni
Vit hava verið úti og
lodda dýpið í
sambandi við vali
Kjakið nam við nógv stórmál, og mangan var lívligt í høllini á Læraraskúlanum
Læraraskúla-
høllin var meira
enn fullsett til
valfund
mánakvøldið
Samgongu-
møguleikar vóru
eisini á skránni
C
M
Y
K
14