hósdagur 8. januar 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 4 - 8. januar 2004
Nr. 4 - 8. januar 2004
17
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Fríggjadagin 9. januar hava
hjúnini, Elinborg og Sólarn
Solmunde í Syðrugøtu,
gullbrúdleyp.
Sólarn er føddur 20. juni
1926 og er sonur Hans
Marius og Jóhonnu Sol-
munde
úr
Søldarfirði.
Hann var bert seks ára
gamal,
tá
hann
misti
mammu sína av tuberkla-
sjúkuni, og gjørdist hon
bert 29 ára gomul.
Sum 20 ára gamal fór
hann til skips, til Íslands
við íslendskum togara og
so seinni eitt nú til Grøn-
lands við Jóannesi Paturs-
syni.
Seinnu helvt av seksti-
árunum og fram til seinast í
sjeytiárunum,
arbeiddi
hann á fiskamjølverksmiðj-
uni í Syðrugøtu til hetta
virki helt uppat.
Síðani starvaðist hann
hjá SEV, til hann fór frá
vegna aldur.
Sólarn røktaði 3 haga-
partar í Søldarfirði í einum
tíðarskeiði uppá 30 ár.
Hagin Á Fløtum sum
Rólant Olsen átti, røktaði
hann í 30 ár. Hagin Í Skrið-
unum sum ytrimenn áttu,
røktaði hann í eini 20 ár og
hagin Undir Kletti sum
Sámal Jákup Lamhauge
átti, røktaði hann í uml. 10
ár.
Hann var dyggur í ráðum
og skilamaður tá tað snúði
seg um seyð og seyðahald,
kendi sum fáur hvønn ein-
stakan seyð og fleiri seyða-
ættarlið hjá bóndum og
traðarmonnum.
Hann giftist við Elinborg
í Bartalsstovu úr Syðru-
gøtu, og búsettust tey har.
Elinborg
er
dóttir
Malenu
og
Hans
í
Bartalsstovu, hon er fødd
19. juni 1929 og fór hon
sum ung niður til Dan-
markar at tæna og síðani á
Sorø Húsarhaldsskúla.
Tá prentsmiðjan Estra
byrjaði sítt virkið í Syðru-
gøtu í 1966 í einum goml-
um pakkhúsið úti á kajuni,
vóru bert 2 starvsfólk -
Elinborg og stjórin, Stig
Rasmussen.
Hans í Bartalsstovu seldi
olju og bensin í Syðrugøtu
í nógv ár, seinnu árini tók
Elinborg sær av hesum
starvi burturav.
Elinborg hevur haft stór-
an áhuga í ættargransking,
og mangar eru tær ættar-
talvur, sum hon hevur latið
úr hondum.
Elinborg og Sólarn eiga 2
døtrar, Jórun og Maigun,
og eiga tey 5 barnabørn og
eitt langommu- og lang-
abbabarn.
Heimið í Syðrugøtu hev-
ur altíð verið eitt opið og
lívligt heim, merkt av
gestablídni, og hava nógv
fólk haft sína dagligu
gongd har.
Dagurin verður hátíðar-
hildin saman við familjuni.
Í dag 8. januar verður
Martin
E.
Hansen
í
Fuglafirði 80 ár.
Sum 16 ára gamal fór
Martin í læru sum timbur-
maður hjá Kristian hjá
Benadikt í Fuglafirði. Hetta
var undir krígnum, og lítið
byggitilfar fekst til vega.
Hetta gjørdi, at lítið varð av
timburarbeiði og tí varð
nógv málaraarbeiði gjørt
tey fyrstu árini. Martin hev-
ur dámað sera væl hand-
verkið, og hevur alt sítt
arbeiðslív verið innan hetta
yrki.
Guds orð hevur ligið
Martini tætt at hjarta. Tann
strævni
gerandisdagurin
hevur ikki køvt áhugan fyri
orði Guds og áhugan fyri at
kunngera evangeliið. Ser-
liga tey seinnu árini er nógv
tíð farin til lesnað, og
áhugavert er at samskifta
við Martin um ymisk anda-
lig viðurskifti, har hugsjón-
irnar ikki altíð verða tillag-
aðar rákinum, ið er frammi
í dag. Hetta ger mangan, at
ljósið verður varpað á av-
bjóðingar, ið nógv onnur
ikki gáa um.
Hóast aldurin er vorðin
høgur, so er áhugin fyri
viðurskiftunum kring okk-
um framvegis stórur. Hetta
er bæði galdandi fyri við-
urskifti heima á klettunum
og heilt til viðurskiftini í
Miðeystri, ið mangan verða
umtalað í ljósinum av tí
profetiska Orðinum.
Martin hevur altíð havt
stóran áhuga fyri kríatúrum
og náttúruni, og nú, tá røkt-
ingararbeiðið ikki kann
gerast longur, koma teir
dagligu morguntúrarnir á
asfaltinum væl við. Hædd-
arpunktið á túrinum er at
sita undir opnum himli úti á
Breiðá, lítandi út á Pollin
og norð ígjøgnum Djúpini,
við heimbygdini innari.
Hetta stórbæra umhvørvi,
ið er Martini so kent - sum
røktingarmaður á Rustini,
frá torvskurði í Góðadali og
á floti í fjørðinum. Her, ið
hann hevur búleikast øll
síni ár, kann hann í dag sita
og gleðast um eitt lív, sum
bæði hevur havt viðgongd
og mótgongd, men har
hansara klettafasta trúgv,
hevur roynst eins og fjøllini
um bygdina, sum lívd og
skjól, eins og hansara góði
vinur, ið fyri nøkrum
døgum síðani legði árarnar
inn, yrkti :
Tey fjøll umkring mítt
heimaból,
Tá ódn seg hevur hvest,
Øll hava roynst sum lívd og
skjól
Og vart mítt heim sum best.
Sami yrkjarin sigur eisini,
at
sjálvt
um
lágur
landnyrðingur kann leika
hart á, so er hinvegin vakurt
at skoða lágan landnyrðing
tá »tó stormandi, mest
eingin ætt, er har, sum fólk
mítt býr.« At skoða norð
ígjøgnum Djúpini á lágum
landnyrðingi kann verða
øgiligt, men inni í bygdini
har »fólk mítt býr« er stilli.
Í
øllum
gerandisligum
baksi, hevur Martin, eins
og flest onnur, upplivað
bæði stormandi lágan land-
nyrðing og stilli, men gott
er at vita á kvøldi lívsins, at
vit brátt skulu verða heima
har »fólk mítt býr«, hvar
altíð er stilli.
Elinborg og Sólarn Solmunde gullbrúdleyp
Martin E. Hansen 80 ár
Pápi var føddur á Húsum, sonur Marius
Olsen av Gørðum á Húsum og Elspu f.
Mikkelsen úr Barbustovu í Syðrugøtu.
Tey fluttu til Havnar tá hann var 10 ára
gamal. Omman, mamma Marius, var úr
Gong, so her vóru nógv skyldfólk.
Mamma var fødd í Vík, dóttur Hans
Paula Joensen handilsmann á Bø í Vík
og Astrid f. Joensen úr Pállsstovu á Eiði.
Pápi og mamma møttust í Havn í
1950. Hon arbeiddi í handli og hann var
nýlærdur træskipasmiður og arbeiddi á
skipasmiðjuni.
Tey fingu fimm synir. Kári 1951,
Bjarni 1954, Torbjørn 1956, Hans Pauli
1957 og Marius 1963.
Tey fyrstu árini búðu tey í Vík, og
flutti í 1954 í nýggj hús í Havn. Og hesi
húsini vóru nakað serstakt. Ikki tí at tey
vóru størri ella vakrari enn onnur hús,
men tí, at tey vóru nýtt til fulnar.
Sum so nógva aðrastaðni svóvu syn-
irnir í etasjuseingjum, kjallarin var
verkstaður, sum teir kundu nýta sum
teimum lysti, og stovan, hon var ikki
bert eitt lesirúm at slappa av í, ella uppi-
haldsrúm til sunnudagsgestir. Nei, hon
var eisini eitt stórt spælirúm, eitt ar-
beiðsrúm til børnini, eitt atelier til syn-
irnar. Har varð skapað frá hond, hvønn
einasta dag. Klipt, límað, teknað og
málað. Bert halgidagar og føðingardag-
ar varð stovan ruddað, og morgunin eftir
var hon aftur ein verkstaður. Aftur at
skapa. Aftur at læra lívið.
Pápi tú gav mær landið
Um ævirnar tú taldi
og bar meg í skaparaheim
at sálin liva skal
nú bíðað á fjærum sandi
um alla tíð eg haldi
til tín henni longdist heim
at hvílan verur sæl
Tú lærdi meg at ganga
Og sjálvt nú tú ert følnað
inn í huga heim
tú til ert fyri mær
í hendurnar at hanga
tí hjartað er ikki kølnað
og syftið meg í sveim
tað fyri mær enn slær
Mamma tú gav mær mjólk
Tá tokan aftur lættir
og speglaði eygu míni
og ljósið finnur veg
at hyggja út um hólk
tá síggjast vit so aftur
longur enn havsbrúgva sýnið
pápi, tú og eg
Hvílið í friði
Bjarni
Eitt minni um foreldur míni
Ebba f. Joensen
* 13. oktober 1929 + 3. januar 2004
Esmar Olsen
* 6. august 1930 + 18. mai 2002
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Fríggjadagin 2. januar
var opið hús í Horna-
húsunum í Havn í
sambandi við at
Kartni Winther,
fyrrverandi
heilsølumaður, fylti
90 ár. Hóast høga
aldurin gongur
Kartni hvønn dag úr
miðbýnum og niðan á
trøðna hjá sær uppi
við Svartafoss
Kartni er føddur í Havn 2.
januar 1914, sonur Sigrid,
f. Mohr, vanliga nevnd
Gigga, úr Havn, og Mads
Andreas Winther av Sandi.
Í 1916 flutti Kartni
saman við foreldrunum til
Sands, tá papin bleiv settur
sum sýslumaður har.
Sum sjey ára gamal kom
hann aftur til Havnar at
ganga í skúla. Hann gekk í
barnaskúla, millumskúla og
realskúla. Síðan fór hann í
skrivstovulæru hjá Balslev
& Co.
Í 1935 fór hann til Keyp-
mannahavnar at ganga á
handilsháskúla. Tá hann
varð liðugur við skúlagong-
dina, var seinni heimsbar-
dagi byrjaður, og hann
slapp tí ikki heim.
Hann arbeiddi sum skriv-
stovumaður og var sera
virkin í Føroyingafelagnum
í Keypmannahavn undir
krígnum.
Hann giftist í Keyp-
mannahavn við Dagmar, f.
Johannesen, ættað úr Funn-
ingi, sama dag sum tey fóru
til Føroya við fyrsta farti
eftir kríggið í 1945.
Kartni fór aftur í starv
sum skrivstovumaður hjá
Balslev & Co og bleiv stjóri
har í 1956. Hetta starv røkti
hann, til hann í 1969 yvir-
tók heilsøludeildina hjá
Balslev, sum seldi matvørur
og skipsútgerð. Tá stovnaði
hann sína egnu fyritøku,
Kartni Winther & Co., sum
helt til á Eystaru Bryggju.
Seinni bleiv ein nýggjur
heilsølubygningur bygdur
við Staravegin.
Tá Kartni gavst, yvirtók
Torbjørn Sørensen, sum
arbeiddi hjá honum, fyri-
tøkuna.
Kartni Winther var bý-
ráðslimur í Havn í 50-unum
og hevur sitið í ymiskum
nevndum, eitt nú líkningar-
nevndini og skúlanevndini.
Dagmar og Kartni eiga
synirnar Mads Andrias og
Árna. Tey eiga sjey ommu-
og abbabørn og trý lang-
ommu- og langabbabørn
Hóast Kartni er 90 ára
gamal, gongur hann hvønn
dag úr miðbýnum og niðan
á trøðna, sum hann eigur
uppi við Svartafoss, har
hevur hann seyð og gæs.
Kartni Winther 90 ár:
90 ára føðingardagur í Hornahúsunum
Dagurin
8. januar. Erhardus ella Erhardt. Írskur munkur, sum doyði um ár 700. Ella kanska er talan um ein týskan biskup,
sum fyri undurgerðir sínar verður skírdur halgimenni.
Týskt navn, samansett av æra og harður.
Tøkk
Tøkk fyri sýnda samkenslu tá ið okkara kæra mamma,
vermamma, omma og langomma
Birgitte Margrethe Viderø
vanliga nevnd Birta,
Tórshavn
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til Jens Vilhelm Danielsen og Poul Færø
fyri góð og troystarrík orð.
Tøkk fyri blómur og kransar, tykkum sum hjálptu
til við jarðarferðini og tykkum øll,
sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Ein serstøk tøkk til heimasjúkrasystrarnar,
heimahjálpirnar og tey, ið trúliga vóru
um mammu seinastu tíðina.
Familjunnar vegna
Emma, Ásbjørn og Sverri
90 ára føðingardagurin hjá Kartni Winther í Hornahúsunum. Her eru Dagmar og Kartni millum
synirnar, Árna og Mads Andrias
Mynd: Jens Kristian Vang
Jutta Mortensen og Martin Tórgarð heilsa føðingardagsbarninum
Mynd: Jens Kristian Vang
Kartni við langabbasoninum Árna Winther Jákupsson
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
17
16