hósdagur 8. januar 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 4 - 8. januar 2004
Nr. 4 - 8. januar 2004
19
Alt fleiri studentar
gera sær dælt av
ÚSUN, tí gávumilda
føroyska stuðlinum
til útbúgving uttan
fyri Norðurlond
ÚTBÚGVING
Búi Tyril /
PRnewsMedia.com
»Slepp streyminum, fylg
dreyminum,« skal Sjúrður
Skaale hava sagt í einari
pisurøðu. Orðini vórðu
endurtikin á Kambsdali
týskvøldið tá Holger Arn-
bjerg frá Altjóða Skriv-
stovuni, saman við lestrar-
vegleiðarum við miðnáms-
skúlarnar har skipaði fyri
einum kunningartiltaki um
møguleikarnar at nema sær
hægri útbúgving uttan fyri
Danmark.
Tilsamans umleið 50
fólk, harav meginparturin
næmingar frá miðnáms-
skúlunum á Kambsdali,
vóru komin saman hetta
kvøld at hoyra boðskapin
um tær óvanliga rundhand-
aðu skipanir ið útgera karm
um lestrarstuðul til føroy-
ingar.
Tað var einki at taka feil
av at tiltakið sum heild var
væl fyriskipað, ikki minst
takk veri einum væltalandi
Holger Arnbjerg, ein maður
ið dugir at tala sína søk.
Fyrst varð hitað upp við
»real life experience« søg-
um: næmingar ið hava
tikið, ella eru í ferð við at
taka sær, útbúgving í Svø-
ríki, Bretlandi og Italia.
Hesir næmingar høvdu
ógvuliga ymiskar fortreytir
bæði hvat lestri og aldri
viðvíkur, men felags fyri
Eiler Fagraklett, 24, Ásu
Johannesen, 20, Maiken
Poulsen, 43, og Ditte M.
Joensen, 23, er júst teirra
royndir við lestri uttan fyri
Danmark,
royndir
sum
eingin teirra sigur seg
angra, tvørturímóti.
Tey fýra skuldu sambært
skránni hvør í sínum lagi
siga frá um sínar tankar og
ætlanir við at fáa sær út-
búgving uttanlands; greiða
frá mannagongdini tá tey
søktu og um fíggjarlig
viðurskifti í sambandi við
lesturin; harafturat skuldu
tey siga eitt sindur um ta
fyrstu tíðina í lestrarlandin-
um, um sosialt og lestrar-
liga góð so væl sum trupul
viðurskifti undir lestrinum
og um hugsanir í sambandi
við at flyta heim aftur til
Føroyar.
Stundisligir sviar
At mentanin á lestrarstað-
num er ein týðandi tráður í
øllum hesum, kom skjótt
fram, ikki minst í tí fyrsta
innlegginum, nevniliga tí
frá Maiken Poulsen úr
Havn, sum á Fróðskapar-
setri Føroya og við Stock-
holms Universitet hevur
lisið norðurlendskt, serliga
føroyskt mál og bókmentir.
– Sviar eru nógv meira
stundisligir
og
organi-
seraðir enn føroyingar, var
ein av hennara eygleiðing-
um.
– Men hetta er eingin
trupulleiki,
legði
hon
afturat, tí kanst tú venja teg
við at koma seint so kanst
tú eisini venja teg við at
koma tíðliga.
– Eitt av evnunum eg las
var retorikkur og tá ið
næmingar høvdu framløgur
vórðu hurðarnar læstar fyri
at forða fyri órógvandi ele-
mentum.
Um enn tað svenska
málið sjáldan umboðar
nakran trupulleika í sjálv-
um sær fyri ein føroying, so
eru tó málsligir tættir at
taka til eftirtektar.
– Vit hava ofta ein ten-
dens til at halda svenskt
vera nakað tað sama sum
danskt men tað er tað altso
ikki. Har eru til dømis
nøkur orð vit halda merkja
nakað ávíst men tá kanska
tey merkja nakað annað.
Hinvegin vildi eg meint at
svenskt
mál
yvirhøvur
líkist meira føroyskum enn
hvat danskt ger.
Blíðir bretar
Ása Johannesen úr Havn
hevur í eina tíð lisið BSc
(Hons) Animal Behaviour
& Welfare á Myerscough
College við University of
Lancashire
í
Preston,
England. Hennara motiva-
tión til at fara tann bretska
vegin var stutt og greitt at
»Danmark
er
keðiligt«
meðan England var nakað
heilt annað og samstundis
ikki so fjart frá okkum sum
USA ella Australia.
Men tað tók langa tíð at
søkja inn á skúlan, nakað ið
onnur sum hava lisið í
Bretlandi eisini hava fingið
staðfest. Men ein stovnur
sum UCAS, Universities
and Colleges Admission
Service, gevur eina framúr
góða tænastu fyri øll ið
vilja hava bretska útbúgv-
ing.
– Rokna við einari um-
sóknarfreist sum liggur eitt
ár
undan
lestrarbyrjan,
segði
Ása
Johannesen
millum annað.
– Og brynja teg við
góðum toli meðan tú bíðar
eftir svari, legði hon aft-
urat.
Ása Johannesen fegnað-
ist annars um ta góðu mót-
tøkuna hon fekk á skúl-
anum. Hon helt at fólk vóru
sera fyrikomandi og hjálp-
som, ikki minst móti út-
lendingum.
– Ein ‘International Offi-
cer’ tók ímóti mær klokkan
fýra um morgunin tá eg
kom, og tað sigur rættiliga
nógv.
Tað vanliga í Englandi er
at universitetið tryggjar bú-
stað tað fyrsta lestrarárið; tá
fær næmingurin tíð til at
innrætta seg, byggja sítt
kontaktnet og finna ein
hóskandi bústað. Og bú-
staður vísir seg ikki at vera
Vaksandi eftirspurningur á heimsins størsta stuðli til útbúgving
nakar trupulleiki tað er,
aðrastaðni enn í stórbýum
sum London.
– At búgva á ‘campus’ er
OK í eitt ár og tú fært
lættliga nógvar vinir har
eisini, helt Ása Johannesen
fram.
– Tó verður tað í longdini
kanska heldur strævið at
búgva so kollektivt.
Annars ber væl til at
arbeiða í frítíðini, tí lesturin
er ikki altíð so intensivur.
Gróthørð kapping
Hetta við arbeiði aftur við
lestri í Bretlandi var tó ikki
nakað ið tiltalaði næsta
framleggjara. Eiler Fagra-
klett, úr Kollafirði, hevur
nevniliga eisini lisið har, tó
ikki í Preston men í Lan-
caster; hann hevur tikið
prógv sum BA (Hons)
Advertising and Marketing.
– Skalt tú arbeiða meðan
tú lesur í Englandi so loysir
tað seg betri at flúgva til
Føroya og arbeiða her í eitt
skifti, helt Eiler Fagraklett.
– Láglønarmarkið liggur
so langt niðri at tað gevur
onga meining fyri ein før-
oying við tílíkum arbeiði;
tá fært tú meira burturúr at
arbeiða í Føroyum tá feria
er.
Eiler Fagraklett var ann-
ars imponeraður av tí stóra
bretska útboðnum av út-
búgvingum.
– Møguleikarnir eru jú
óavmarkaðir, tú kanst lesa
tey evnir tú vilt. Tær upp til
120 túsund krónurnar sum
ÚSUN letur dekka allan
kostnaðin av at kalla av
øllum útbúgvingum.
Tað sosiala lívið við uni-
versitetið hugtekur eisini
mong.
– Við University of Lan-
caster eru 10 000 næmingar
og næmingaráðið hevur tí
ráð til eitt og annað, til
dømis eina kirkju har rúmd
var fyri øllum religiónum
og mentanum. Síðani kann
ein og hvør stovna eitt
sokallað ‘society’ við støði
í áhugamálum so sum
ítrótti, tónleiki ella átrúnað.
Ein tvey ára bachelor
útbúgving ella ‘graduate’
stig sum tað ofta verður
kallað, verður vanliga rokn-
að sum ein holl útbúgving í
vinnulívinum nógvastaðni.
Tó er tað ikki bara sum at
siga tað at finna sítt dreyma
arbeiði.
– Eg vil helst fáa yrkis-
ligar royndir í Englandi ella
aðrastaðni áðrenn eg flyti
heim aftur til Føroyar,
upplýsti Eiler Fagraklett.
Hann staðfesti samstundis
at tað ikki vísti seg at vera
lætt at koma inn á tey stóru
reklamuvirkini.
– Vónandi fái eg høvi til
at arbeiða við marknaðar-
føring á strategiskum stigi,
men kappingin er gróthørð
og nógv vilja framat. Tað
ræður um at ikki geva upp
men halda á.
‘Fantastiskt høvi’
Tað eru eisini nøkur ið
útbúgva seg í londum sum
Italia. Ein teirra, Ditte M.
Joensen, úr Vestmanna,
hevur útbúgvið seg á
designskúlanum Academia
Italiana, Firenze, í Graphic
Design & Visual Com-
munications.
Tað málsiga var ein av-
bjóðing fyri Ditte M.
Joensen sum hon tó kláraði
betur enn hon hevði torað
at vóna.
– Tann lærarin eg hevði
mest dugdi ikki eingilskt og
tað sama við vinkonuni eg
búði saman við, greiddi
Ditte M. Joensen frá.
– Eg slapp soleiðis ikki
undan at læra italienskt og
tað ikki serliga leingi fyrr
enn eg kláraði meg so dánt
málsliga. Nú er tað eisini so
at júst design krevur ikki
altíð so nógv reint málsliga
og tað var heppið fyri meg.
Design er nakað ið
italienarar eru kendir fyri
og tað merkti Mette eisini á
mentanini í Firenze. Hin-
vegin er attitudan millum
fólk yvirhøvur, til dømis tá
tað snýr seg um tíðir, meira
avslappað
enn
norður-
europearar eru vanir við.
– Eg eri ógvuliga glað
fyri at eg fór til Firenze og
tók hesa útbúgvingina.
At enda greiddi Holger
Arnbjerg frá møguleikun-
um at lesa partvís ella burt-
urav uttan fyri Danmark og
gjögnumgekk
manna-
gongdir og forteytir yvir-
høvur í sambandi við
umsóknir til lestrarstovnar
so væl sum stuðulsstovnar.
Hann greiddi týðiliga og
effektivt frá tí hann kallaði
»heimsins størsti stuðul til
útbúgvin« sum føroyskum
lesandi stendur í boði.
Eitt annað hann nevndi,
og sum eisini kom fram í tí
eina innlegginum, er at tað
ikki altíð at karakterirnir
sum avgera um tú sleppir
inn á eitt universitet í
Englandi, fyri ikki at tala
um USA. Tað ræður um at
greiða frá um seg sjálvan,
um royndir, evnir, ætlanir
og so framvegis.
– Nú hava føroyingar eitt
fantastiskt høvi við heim-
sins størsta stuðli til út-
búgving, segði Holger Arn-
bjerg.
– Míni ráð skulu vera at
gagnnýta møguleikarnar.
Maiken Poulsen hevur lisið norðurlendskt serliga föroyskt mál og bókmentir á Fróðskaparsetri
Föroya og Stockholms Universitet.
Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com
Holger Arnbjerg, leiðari á Altjóða Skrivstovuni, ein stovnur undir Mentamálaráðnum
Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com
Áhugin fyri lestrarmöguleikum uttan fyri Danmark er vaksandi.
Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com
Umleið 45 næmingar av miðnámsskúlunum á Kambsdali möttu upp.
Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com
C
M
Y
K
19
18