Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-01-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. januar 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 6 — 12. JANUAR 1999 tíðindablaðið Privata nýtslan skal tálmast " - Innflutningurin til privata nýtslu er stóðugt óktur síðani kreppuárini fyrst i 90-unum, og okkurt má gerast fyri at spara, sigur Anita á Fríðriksmórk í fyrispurningi til Karsten Hansen landsstýrismann, har hon m.a. skjýtur upp at innfóra tvungna uppsparing RIGMOR DAM Í fyrispurningi sínum 7. jan- uar, setti Anita á Fríðiks- mørk fram tveir spurningar. 1. Hvussu stórur var inn- flutningurin til privata nytslu f årunum frå 1988 til 1998? 2. Hevur landsstyrid nakrar ætlanir um at tålma privatu nytsluna i føroyska samfelagnum, og um so er. hvørjar? Um orsøkina til, at hon setir fram hesar spurningar, sigur Anita á Fríðriksmork. at seinastu fýra árini hevur landið reist seg búskapar- liga frá einum fíggjarligum aldudali. Hatta hevur m.a. havt tað positiva við sær. at fólk nú hava munandi meiri at ráða yvir. Men tíverri vis- ir tað seg ofta so, at stórur partur av tí, fólk hava at ráða yvir meiri enn til dag- ligt uppihald, fer til meir- nýtslu. - Hesi seinastu árini hevur ikki trotið við fiskiskapi. Fiskaprísirnir hava verið hogir. og lánsrentan hevur verið låg. Fiskiskapur, pris- ir. renta og gongdin i al- heimsbiiskapinum eru alt fyribrigdi, sum vit ikki eru harrar yvir, men sum vit meiri ella minni verða stýrd av. Somuleiðis eru hetta fyr- ibrigdi, sum kunnu broytast eftir stutta tíð, sigur hon. -Tí eigur eitthvørt at verða gjørt til tess at spara. t.d. tvungin uppsparing ella pensjónsuppsparing Storri nýtsla enn i 80-unum - Hóast handilsjavni føroy- inga i 1998 ber á rætta borð- ið í mun til árini framm- anundan, so er privata nýtsl- an hjá fólki økt nógv sein- astu árini, sigur Anita á Fridriksmørk, og hon legg- ur afturat, at nøgdin í inn- flutninginum til Føroya til privata nýtslu er stødugt okt sidani kreppuårini fyrst i 90-unum og er í 1998 farin upp um nytsluna, sum hon var, tå ið hon var í hæddini i 80-unum. - Umframt at lesa tabellir og frágreiðingar frå búskap- arfrødingum, so dugir van- ligi føroyingurin at síggja. at nýtslan minnir í so nógv um tey ræðandi åttatiårini. Tað sæst m.a. á bilasølu, húsa- og grundstykkjaprís- um. Uttalilsir frá handils- fólki bera eisini boð um hetta, sigur hon. og leggur upp til broytingar tá hon sigur, at okkurt eigur at verða gjørt til tess at tálma nýtsluni - privatu eins væl og almennu - Skal nýtslan tálmast. meðan búskapurin er í hæddini. má hetta gerast við politiskum tiltøkum. Anita á Fridriksmørk, logtingsumboð Tjóðveldisfloksins Eftirlýsir ætlan fyri sjúk- lingaviðgerð uttanlands Mótsigandi boðskapurin um ætlanir landsstýrisins innan sjúklingaviðgerð uttanlands, liggur til grund fyri fyrispurningin frá Kristiani Magnussen úr Javnaðarflokkinum, til Helenu Dam á Neystabø landsstýriskvinnu í heilsu- og almannamálum RIGMOR DAM Fyrispurningurin er býttur í fimm og hann spyr fyrst hvørja mannagongd lands- stýrið nýtir, tå mett verður um kostnaðin og um dygd- ina av sjúklingaviðgerð í ymsum londum. Og hver mannagongd verður nýtt, tá metast skal um tørvin á hjálpar- og róktarstarvsfólki uttan fyri viðgerðarstaðið. tá talan er um ambulanta sjúklingaviðgerð? Næsti spurningur er um landsstýrið metir føroyska sjómansheimið í Reykjavík at vera nøktandi karm, tå talan er um sjuklingahotel vid neydugum røktar- og hjálparstarvsfólki? Triðji ljóðar soleiðis: Hava samráðingarnar um at økja og betra um bústaðar- umstødurnar hjá sjúkling- um á Hotel Tórshavn givið nakað úrslit, og hvussu gongst við ætlanini um at finna annað betur egnað stað til sjúklingahotel í Keypmannahavn? Og fjóðri spurningurin er um landsstýrið hevur gjørt sær nakrar tankar um, at danska stjórnin møguliga fer at mótrokna ávísa upp- hædd í ríkisstuðlinum, um landsstýrið av álvara fer at senda sjúklingar í onnur lond at fáa heilsubót? Seinasti spurningurin er, um landsstýrið velur at ganga aðrar leiðir at leita sær ráðgeving og sjúkling- aviðgerð, hevur landsstýrið so gjørt sær tankar um, at danskar stjórnir frameftir møguliga ikki ynskja at veita eina fyri okkum so 6- maksleysa og vælvirkandi tænastu sum hana. ið eitt nú danska heilsustýrið veitir okkum ókeypis í dag? Eingin skipað ætlan Kristian Magnussen sigur, at tað sum fær hann at seta henda fyrispurning, er tann mótsigandi, ógreiði og ør- kymlandi boðskapurin, ið landsstýrið seinasta hálva árið er komið við, tá talan er um sjúklingaviðgerð utt- anlands. Í hesum máli er trupult at síggja ta fráboð- aðu „skipaðu ætlanina“ hjá samgonguni um, hvussu fullveldið Føroyar skal skipast. - Sagt hevur verið. at aft- aná at oll viðurskifti eru kannað væl og virðiliga, at alt er útgreinað her heima hjá okkum sjálvum, og greiðar ætlanir eru gjørdar, tá fyrstani verður farið út um landoddarnar at samráð- ast, sigur hann. Fleiri dømi eru I viðmerkingum sínum til fyrispurningarnar. = tekur Kristian Magnussen nøkur dømi um ørkymlandi bod- skap landsstyrisins å øki- num. - Vit hava hoyrt landsstyr- ismannin f heilsumålum greitt frå, at føroyingar fåa betri viðgerð fyri ávísar krabbameinssjúkur í Dan- mark, enn danir fáa sjálvir. Seinni vísti tað seg tó. at landsstýrismaðurin hevði mistikið seg. - Í heyst var landsstýris- maðurin í heilsumálum í Degi og Viku og greiddi for- oyingum frá um samráðing- ar, hon hevði havt við danska heilsumálaráðharran Carsten Koch. Samráðing- arnar snúðu seg sambært landsstýrismanninum um at tryggja stóðið á sjúklinga- viðgerð av føroyingum í Føroyum og Danmark undir fullveldinum. Vidka Hotel Tórshavn - Eisini greiddi landsstýris- maðurin frá samráðingum við Soren Pind. borgarstjóra í íbúðarmálum í Keyp- mannahavnar Kommunu. Samráðingarnar snúðu seg um at fáa eina hædd afturat í bygninginum. har sjúk- lingahotellið Hotel Tórs- havn heldur til, fyri at gera tað meiri rúmsátt hjá sjúk- lingum og avvarðandi. - Seinni hevur landsstýr- ismaðurin greitt frá, at talan ikki er um at leiga eina nýggja hædd, men bert at fáa góðkent eina av verandi hæddunum á Hotel Tórs- havn, sum í dag ikki er góð- kend til at hýsa sjúklingum. Eisini varð greitt frá ætl- anini hjá landsstýrinum at finna nýggj holi til sjúkling- ahotel í Keypmannahavn. Viðgerð í ødrum londum - Beint fyri jól frættist í fjøl- miðlunum, at landsstýrið ar- beiðir við ætlanum at senda føroyskar sjúklingar til við- gerðar í øðrum londum enn Danmark. tí viðgerðin kann fáast betri og bíligari aðra- staðni. sigur Kristian Magn- ussen og leggur afturat - Ísland varð nevnt sum eitt stað við betri viðgerð- armøguleikum, enn vit kunnu fáa í Danmark. Sjó- mannsheimið QOrkin í Reykjavík var sambært landsstýrismanninum væl egnað sum sjúklingahotel. sjálvt um einki heilsustarvs- folk er knýtt at Ørkini - Sum eina av grundgev- ingunum fyri møguliga at flyta vidgerdina til onnur lond enn til Danmarkar hev- ur landsstýrismaðurin tikið tjóðveldisretorikkin til sín. At vit sjálvi rinda fyri við- gerðina, og tí skulu senda sjúklingar har, ið vit fáa mest fyri peningin, sigur Kristian Magnussen. - Í hesi royndini at sann- føra fólk um, at føroyingar sjålvir rinda fyri sjúklinga- viðgerð uttanlands, gloymir landsstýrið at greiða frá, at kostnaðurin av sjúklinga- viðgerð uttanlands upprun- aliga varð lagdur í heildar- veitingina úr Danmark. Henda verður javnað upp- eftir á hverjum ári, eisini í avtaluni, ið núverandi sam- gonga hevur gjørt við donsku stjórnina. At enda sigur Kristian Magnussen í fyrispurningi sínum. at hesar mótstríðandi og ógreiðu ætlanir lands- stýrisins hava longu fort til stúran og ótryggleika mill- um fólk. men vónandi kann svarið uppá henda fyri- spurning geva okkum eina greiðari mynd av pørtum av heilsupolitikki unnar samgong- Selvík komin aftur til Sørvågs Leygardgain í skýmingini kom stórur treylari vestur til Sørvågs við mot- orbátinum »Selvik«, sum nú stendur á bryggjuøkinum úti á Bakka. Tað er Áhugafelagið Selvík sum hevur keypt bátin av Eiði, har hann hevur verið heimahoyrandi síðstu tíðina Selvík komin aftur til Sør- vágs: Leygardgain í ským- ingini kom stórur treylari vestur ul Sørvågs við mot- inum >Selvík<. sum nú stendur á bryggjuøkinum úti á Bakka. Tað er Ahuga- felagið Selvík sum hevur keypt båtin av Eiði. har hann hevur verið heima hoyrandi síðstu tíðina i pprunaliga varð motor- báturin bygdur til brødur nar Johan (Johan hjá Sigm- undi). Jens Dam og Valde mar Simonsen ( vanliga evndur Valdi) saman við abbanum. Mórusi Simon- sen (vanliga róptur Gamli Mórus). Báturin varð bygd- ur í 1914 í Tórshavn, og er hann 7.5 tons BR. gott 9 metrar langur og úr eik og furu Ahugafelagið Selvík hev- ur ætlanir um at seta bátin í stand, og skal hann so setast á hóskandi stað í bygdini. Etlanin er at at fáa Selvík. sum motorbáturin hevur itið alla tíðina, at líkjast sum mest upprunaliga bátinum. Ahugafelagið Selvík hevur keypt bátin fyri góðar 40.000 krónur. og mett verður ikki. at tað verður kostnaðarmikið at gera tær broytingar, sum gerast skulu, tí motorbáturin er í sera góðum standi. verður Sagt Miðskeiðis í hesi oldini vóru eimir 20 sovorðnir mot- orbåtar í Sørvågi, sum altíð hevur verið gott útróðrar- pláss Sørvingar eiga nú aftur motorbátin Selvík Mynd: Andrass Henriksen