Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. januar 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 4 - 8. januar 2004 UTTAN ÚR HEIMI Keypa partabrøv á alnótini Hetta seinasta árið hava altsamt fleiri og fleiri norð- menn valt at keypa sær partabrøv ígjøgnum alnótina. Sambært blaðnum Aftenposten var hesin handilin serliga lívligur í desember, tá norðmenn keyptu parta- brøv fyri 4,6 milliardir krónur ígjøgnum alnótina. Tað var 40 prosent meiri enn í sama mánað í 2002. Umleið ein fjórðingur av partabrævakeypinum var ígjøgnum fyritøkur, sum fáast við at selja virðisbrøv, men nógv viðskiftafólk nýta eisini alnótina í samskifti sínum við bankan, tá tey keypa partabrøv. Fyrr vóru tað vanliga teir sokallaðu smásparararnir, sum keyptu partabrøv ígjøgnum alnótina, men soleiðis er ikki longur. Nú eru tað eisini stórir íleggjarar, sum nýta alnótina, tá teir keypa partabrøv, skrivar Aften- posten. Danir bíleggja 100 skip Danski handilsskipaflotin hevur so góðan byr sum sjáldan fyrr, og áhugin fyri at byggja nýggj skip er sera stórur. Umleið 40 prosent av skipunum verða bygd í Kina, men øll skulu sigla undir donskum flaggi. Jan Fritz Hansen, sum er varastjóri í danska reiðara- felagnum, sigur við Jyllandspostin, at í løtuni hava donsk reiðaríir bílagt umleið 100 skip, og tað er tað mesta nakrantíð, sigur hann. Orsøkin er sjálvandi, at reiðaríini hava nóg mikið av farmi at flyta, og tí tey vinna pengar. Næststørsta reiðaríið í Danmark, Torm, hevur bílagt 14 nýbygningar og hevur higartil fingið átta teirra. Árið í fjør royndist sera væl hjá felagnum, sum væntar, at roknskapurin fyri 2003 fer at vísa 370 milliónir krónur í avlopi. Í ár verður avlopið um 500 milliónir krónur, sigur stjórin, Klaus Kjærulff. Høvuðsorsøkin er, at flutningsgjøldini hækkaðu sera nógv í fjør, og hjá einum parti av flotanum vórðu tey trífaldað. Bora longsta brunnin Oljufelagið Statoil hevur gjørt av at bora ein nýggjan brunn, sum samstundis verður tann longsti, sum nakr- antíð er boraður í Norðsjónum. Statoil ætlar at vinna olju í Gulltopp-fundinum, har olja er staðfest, men felagið ætlar bora brunnin við ein- um palli, sum stendur á Gullfaks-leiðini. Tað eru tíggju kilometrar ímillum Gullfaks og Gulltopp, og ein so langan brunn hevur einki felag borað í Norðsjónum fyrr. Kortini fer boringin ikki at kosta meiri enn 300 milliónir norskar krónur. Men vansar eru, tí sambært Bergens Tidenhde er tað ein stór avbjóðing at bora tíggju kilometrar vatnrætt, og í Statoil ásanna tey eisini, at hetta kann gerast ein trupulleiki. Eydnast boringin hinvegin, ætlar felagið at nýta somu mannagongd við nøkrum øðrum fundum á somu leið. Iran byggir skip í Noregi Iransku myndugleikarnir hava bílagt sjey bjargingar- skip frá Båtservice Holding í Mandal í Noregi. Bjargingarbátarnir verða 20 metrar langir, og hvør bátur fer at kosta umleið 16,5 milliónir norskar krónur. Teir skulu ganga skjótt, tí sambært Aftenposten verður mesta ferðin 40 míl. Arbeiðið at byggja bátarnar byrjar í hesum mánaðinum, og tann seinasti skal latast iranum innan 20 mánaðir. Skipasmiðjan í Mandal hevur fyrr bygt bjargingar- bátar fyri norsku bjargingarmyndugleikarnar og til onnur lond. Eitt nú hevur hon bygt tíggju slík skip til Turkalands. Ísraelski herurin hev- ur kannað 70 tilburð- ir, har palestinar lótu lív, men eingin ísra- elskur hermaður verður revsaður fyri at hava gjørt nakað skeivt ÍSRAEL Árni Joensen fartekst@mail.dk Tað sæst í einari frágreið- ing, sum blaðið Haaretz hevur fingið fatur á. Sam- bært frágreiðingini hevur herurin kannað 72 tilburðir, sum kostaðu palestinsk mannalív. Trettan ísraelskir hermenn vórðu ákærdir, og teir, sum vórðu funnir sekir, fingu treytaðan dóm. Øll málini eru tó ikki av- greidd enn. Ein mál er ímóti einum obersti í ísraelska herinum, sum varð skuldsettur, eftir at ein 90 ára gomul palestinsk kvinna doyði av skotum við eitt marknalið. Fyri fjúrtan døgum síð- ani skutu ísraelskir her- menn tveir palestinskar mótmælismenn við eitt marknalið á Vestara Áar- bakka. Palestinararnir doyðu av skotunum, men mánadagin boðaði her- leiðslan frá, at hermenninir, sum skutu teir, verða ikki revsaðir. Ein amerikanari og ein ísraelsmaður vórðu særdir av skotum frá teim- um somu ísraelsku her- monnunum, og tilburðurin hevur fingið nógva umrøðu í Ísrael, skrivar AFP. Ísraelskir mannarætt- indafelagsskapir hava biðið landsins hægstarætt noyða herin at kanna allar tilburð- ir, har ísraelskir hermenn hava skotið óvápnaðar pal- estinar. Teir vilja eisini hava onnur mál kannað. Eitt nú verður víst á, at síðani pal- estinski uppreisturin byrj- aði, hava 410 palestinsk børn latið lív. Av teimum vóru 11 pinkubørn, og 90 vóru ímillum trý og tólv ár. Ísraelskir hermenn verða ikki revsaðir Seinasta leygardag skutu ísraelskir hermenn fimm palestinar í býnum Nablus, teirra millum ein 15 ára gamlan drong. Her verða teir fimm bornir til gravar Viðgekk at hava myrt Onnu Lindh Tann 25 ára gamli Mijailo Mijailovic viðgekk undir av- hoyringum týsdagin, at tað var hann, sum myrdi svenska uttan- ríkisráðharran Onnu Lindh LINDH-MORÐIÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Mijailo Mijailovic hevur alla tíðina sýtt fyri, at tað var hann, sum myrdi Onnu Lindh, uttanríkisráðharra í NK-handlinum í Stock- holm tann 10. september. Men undir avhoyringum seinnapartin týsdagin við- gekk hann morðið. Tað váttaði verji hansara, Peter Althin, sambært Aft- onbladet, og seinni váttaði løgreglan í Stockholm tað. Sambært Aftonbladet skal hann eisini hava greitt nágreiniliga frá tí, sum hendi tann 10. september. Ætlanin var, at málið ímóti Mijailo Mijailovic skuldi byrja í rættinum í Stockholm tann 19. januar, men tað er møguligt, at tað verður útsett nú. Hinvegin verður roknað við, at Mijailo Mijailovic formliga verður ákærdur tann 12. januar fyri morðið á Onnu Lindh. Anna Lindh varð myrd í Stockholm 10. september í fjør Nr. 4 • hósdagur • 8. januar 2004 • 78. árg. Núverandi Peugeot 406 verður í summar avloystur av einum heilt nýggjum Peu- geot 407. Talan verður um ein nakað størri bil við designi, trygd og koyrieginleikum í einum klassa fyri seg BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Tað verður ikki nakar lætt- ur arvur, sum Peugeot 407 skal lyfta eftir Peugeot 406 í summar, tí 406 hevur hevur verið ein "succes" í sínum klassa, síðan hann kom á marknaðin í 1995. Men sum myndirnar sýna, verður avloysarin ein sera spennandi bilur. Peugeot 407 verður als ikki anonymur í gøtumynd- ini, serliga framman er designið smart og áleyp- andi við stórum Peugeot- logo og kølaragittaranum í kúfangaranum, niðan fyri forlyktirnar. Tað er italski bildesignarin Pininfarina, sum eisini teknar italsku Ferrari sportvognarnar, ið hevur designað Peugeot 407. Tað sæst aftur í avbera vøkru og smartu linjunum. Peugeot 407 verður bygdur yvir sama plattform sum Citroën C5 og verður nakað størri enn 406. Tað er ikki bert útsjóndin sum er nakað serligt, men eisini tann innbygda trygdin og koyrieginleikarnir sum verða nakað heilt serligt. Róðurgreiðir og upphang- ini framman og aftan eru nýggj og sera framkomin við t.d. multilink bakaksl- um. Talan verður um ein sera spennandi og framkomnan bil við nógvari nýhugsan, smartum designi, trygd og koyrieginleikum í ser- klassa. Fleiri bensinmotorar vera at velja ímillum: 1,8 litur við 117 hk, 2,0 litur við 136 hk, 2,2 litur (6-gir) við 160 hk, og 3,0 litur V6 við 211 hk. Tveir HDi dieselmotor- ar verða eisini á skránni: 1,6 litur við 110 hk og 2,0 litur (6-gir) við 136 hk, báðir hava teir innbygt FAP sótfiltur, sum Peugeot eru kendir fyri. Peugeot 407 við »Ferrari-look« Peugeot 407 sum kemur á marknaðin í summar hevur sera spennandi og smart design. Stórt Peugeot-logo og kølaragittarið niðan fyri forlyktirnar Beint framman sæst hvussu nógv Peugeot 407 líkist Ferrari 612 Peugeot 407 SW stationcar er eisini sera snøggur Bilurin er teknaður av italska bildesignaranum Pininfarina, sum eisini designar Ferrari, tað sæst aftur í linjunum C M Y K 21 20