hósdagur 14. januar 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 8 — 14. JANUAR 1999
tíðindablaðið
Nevndarformadurin í Atlants Kolvetni eftir samstarvsavtalu
Vit vilja fegnir
vera fólksins
oljufelag
Skjótt verður farið undir aftur at tekna nýggjan parta-
pening í fóroyska oljufelagið, Atlants Kolvetni
JAN MØLLER
Eftir at samstarvsavtala
varð undirskrivað millum
Atlants Kolvetni og olju-
samtakið The Faroes Part-
nership týsdagin, var fundur
á Hotel Føroyum fyri parta-
eigarunum í føroyska olju-
felagnum. Har varð greitt
frá gongdini hjá felagnum.
sum tað sá dagsins ljós fyri
umleið einum ári síðani til
søguligu hendingina. nú
felagið heyði gjørt avtalu
við fýra útlendsk oljufeløg
Kjartan Hoydal, nevndar-
formaður sigur seg vera sera
væl nøgdan við fundin.
serliga hetta at skotbráið at
kalla til fund var so stutt og
at so mong fólk kortini
møttu.
A aðalfundinum í fjør
fekk nevndin loyvi til at
tekna 55 mill. kr. í parta-
pengini. Síðani hava ein-
staklingar og fyritøkur sett
28.8 mill. kr. í felagið.
Æltanin er fara undir at
tekna meira partapening í
næstum. Sjálvur heldur
Kjartan Hoydal, at tað í dag
er kanska meira hugaligt at
seta pengar í felagið, nú fólk
kunnu síggja, at nakað
hendir og at felagið hevur
fingið tætt samstarv við stór
og roynd útlendsk oljufeløg
Hann heldur møguleikar
fyri at kunna klára seg sum
eitt lítið felag vera góðar,
og at lunnar nú eru lagdir
undir at kunna fara uppí
oljuvinnuna og harvið eisini
at kunna geva eitt avkast
seinni.
Hóast fleiri av verandi
innskjótarum eru peninga-
sterkar fyritøkur, so vónar
neyndarformaðurin, at tað
felagið kann fáa breiða und-
irtøku millum føroyingar.
Men fyri at røkka 55 mill.
kr. verdur helst neydugt
eisini at fáa nakrar stórri
investorar við
Talan er bert um fólk,
sum eru búsitandi í Føroy-
um, sum kunnu seta pengar
í felagið. Tú skal hava búð
her í tvey ár og gjalda skatt
í Føroyum. Ein treyt fyri at
seta pengar í felagið er so
eisini. at tú kanst í mesta
lagi seta upp í 20% av saml-
aða partapeninginum.
Fað er einki dulsmál, at
bæði nevndarformadur og
restin av neyndini í Atlants
Kolvetni fegin síggja, at
felagið verður eitt fólksins
felag, nakað, sum nógvir
føroyingar fara at seta sítt
álit til og vága nakað av
pengum uppá eina - um enn
Óvissa framtíð - so tó eina
stóra avbjóðing, sum kann
fara at leggja nógv eftir seg
í samfelagnum einaferð.
Kjartan Hoydal sigur, at jú
fleiri eru við, jú breiðari
styrki hevur felagið. Í dag
eru 830 partaeigarar. Upp-
runaliga var ætlanin at fáa
nakrar fáar stórar investorar
sum skuldu fáa gongd á.
men ynski hevur tó verið og
er tað framvegis, at her skal
blíva talan um eina fólka-
sak.
Uppå fyrispurning um
ikki lågir oljuprisir og 6-
vissan um mark og útbjóð-
ing kanska taka mótið frá
fólki at seta pengar í felagið
sigur Kjartan Hoydal, at
hann sjálvur var bilsin yvir,
hvussu mong møttu á fund-
inum í vikuni.
-Hetta boðar frá góðum,
og eg havi eisini hoyrt sera
nógvar positivar viðmerk-
ingar.
Men hvat fáa fólk, sum
vilja seta sínar pengar í hetta
felagið!
-Tað kunnu vit ikki siga
nakað um. Vit hava sett
okkum fyri at royna at forða
fyri, at vit kunnu missa
grundkapitalin, og tað er í
hesum sambandi, at tað
verður tosað um at mini-
mera vágan. Men vit kunnu
sjálvandi ikki geva nakað
garanti, at olja verður funn-
in og at hetta gevur avkast.
Tað. sum hendir, er, at fólk
keypa ein møguleika, sum
tey í dag ikki vita gevur
nakað úrslit
Uppá fyrispurning um tað
ikki er talan um deyðan
kapital, sum annars kundi
verið brúktur í aðrari vinnu
og givið nakað av sær her
sigur Kjartan Hoydal, at tað
í dag eru ivaleyst av peng-
um í bankunum til at fara
út í oll møgulig projekt,
men fólk mugu so sjálv gera
sær eina meting av, hvat tey
vilja, og tað sær ikki mætari
út, enn at fólk hava stórri
álit á at tað kanska er ein
stórri møguleiki við oljuni
enn so nógvum gðrum pro-
jektum.
Wilhelm til London
Nú Atlants Kolvetni er
vorðin partur av The Faroes
Partnership skulu fólk frá
felagnum eisini taka lut í
arbeiðinum í samtakinum.
og í gjáramorgunin fór Wil-
Nevndin og stjóri. Fv. Óli
Hammer, Poul Mohr,
Mortan Johannesen,
Kjartan Hoydal, Wilhelm
Petersen og Peter Even
Djurhuus. Myndir Jens K.
Vang
helm Petersen, stjóri i fel-
agnum á sín fyrsta arbeiðs-
fund í London, har feløgini
skulu tosa saman
Sjålvur er Wilhelm
Petersen útbúgvin verkfrød-
ingur og båskaparfrødingur.
Sum frálíðir fer felagið eis-
im at seta fólk við aðrari
bakgrund sum eitt nú jarð-
frødingar og geofysikarar
og fólk við serligum atliti
til oljufigging og skulu hesi
fólkini so eisini fara inn
teir teknisku arbeiðsbólk
arnar. Higartil hevur verið
tosað um at seta tveir ser
frødingar aftrat núverandi
stjóranum
A tíðindafundinum eftir
at avtalan varð undirskrivað
kom annars fram, at út-
lendsku oljufeløgini binda
seg til at læra upp fólk hjá
føroyska felagnum
Hóast avtala er gjørd, so
er ikki endalig stødan tikin
til fleiri spurningar, eitt nå
hvussu stóran prosentpart
og vága føroyska felagið
skal hava, tá meira er út-
liðið. Men felagið verður so
tryggja at vera við í ollum
arbeiðinum á jøvnum føti
við hini feløgini
Uppá fyrispurning hví
felagið júst hevði valt hetta
eina samtakið framum onn-
ur vístu bæði Kjartan Hoy-
dal og Wilhelm Petersen á.
at teir frá byrjan høvdu havt
eitt sera gott samband við
The Faroes Partnership.
Eini 200 partaeigarar
vóru møttir til kunnandi
fundin á Hotel Førovum
sum eisini hevði víst sera
stóran áhuga fyri einum
samstarvi
Hvi ikki teir stóru?
Men nú tá hugsað verður
um, hvussu ótrygg olju-
verðin er í løtuni orsakað
I prisunum, hevði tað
av lagu
t
at Samstarva við størri
so sum BP og Shell ella
ESSO varð spurt fund-
inum!
Til tað segði Kjartan
Hoydal, at nevndin hevði
mett um hetta og var komin
til ta niðurstøðu. at tey fyra
feløgini í The Faroes Part
nership vóru ein hóskandi
stødd hjá einum lítlum før
oyskum felag at samstarva
við. Vit hava heldur ikki
valt at vera í ES legði hann
andanum
fyri at okkurt av feløgunum
í samtakinum kanska fór at
verða lagt saman við øðrum
og harvið ikki fór at vera í
bólkinum svaraði eitt av
umboðunum fyri Norsk
Hydro, at eingin kann kenna
seg heilt tryggan í hesi
vinnu í dag, men hann var
Vísur i, at tey fýra feløgini í
samtakinum vóru nøkur góð
og roynd feløg, sum eisini
fóru at arbeiða saman í
framtíðini