Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-23, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. mars 2010síða 45

‹ fyrra síða allar 128 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fótbóltur 2010 Sosialurin dan almenna ljósinum tá hann flytir til Danmarkar í 1980. – Eg royndist ongantíð serliga væl sum málverji. Tað er helst tí, at B68 flutti upp í bestu deildina, tá eg flutti niður til Danmarkar, letur skemtandi í honum. Ikki skil fyri fótbólti Christian F. Andreasen roynir í heilum at flyta fokus. Hann tykist ikki hava stórvegis áhuga at práta um seg sjálvan. Hann ger stundum eina roynd at førka prátið inn á lívið sum sakførari í Føroyum og Fótbóltssambandið. Nú ger hann aftur eina roynd. Hann hevur gjørt enda á appelsin-sodavatnini, og stendur nú uppi og fortelur um avbjóðingina sum forseti í FSF. Men soleiðis skal Christian F. Andreasen helst eisini lýsast. Sum ein maður í andglettinum, tí hann noyðist. Hann ger greitt, at spæliskipanir, renni­ mynstur og innarasíðu ella uttarasíðu av­lever­ingar ikki siga honum so nógv. Tað eru kappingarreglarnar, lógirnar og organisatiónin í fótbóltsspælinum, sum hava hansara áhuga. Men hvør verður so tín leiklutur sum FSF-forseti? – Eg vil fyrst og fremst, at samstarvið millum feløgini og Fótbóltssambandið verð­ur varðveitt og helst styrkt. Tí øll mugu verða við til at skapa úrslitini. Kærumál og trætur hoyra ikki heima í nevndararbeiðinum eftir mínum tykki, og tí fær umsitingin og Aganevndin uppgávurnar at loysa slíkar trupulleikar. Ein nevnd skal seta karmarnar, men ikki umsita. Eg fari at standa á odda fyri einari professionellari og uttanveltaðari nevnd, sum vil føroyskum fótbólti tað besta, sigur Christian F. Andreasen. FAKTA um forsetan Navn: Christian F. Andreasen Aldur: 50 ára gamal Útbúgving: Cand. jur., Københavns Universitet 1985 Fótbóltssambandið: Nevndarlimur í FSF frá 1986 til 1990, og aftur frá 2002 til 2004. Hevur seinastu árini virkað sum ráðgevi hjá FSF