týsdagur 23. mars 2010síða 55
‹ fyrra síða allar 128 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fótbóltur 2010
Sosialurin
Valið gav
seg sjálvt
Metingin
Mest vinnandi felagið í landinum hevur altíð sum mál at enda ovast. Og serfrøð
ingarnir eru á einum máli um, at HB líkist besta boðnum upp á komandi føroya
meistaran. Styrkin í hópinum tykist øgilig, og ikki minst er breiddin í ár enn størri,
enn hon var tað í fjør. Stóra kynstrið verður at halda spælarunum burturi frá tí
mettuni, sum so ofta ber við sær, at meistarar hava trupult við at endurvinna
gullið.
Hjá mest vinnandi felagnum í
føroyskum fótbólti yvirhøvur, er
gullið eitt sjálvsagt mál. Og tí var
tað nærum eins sjálvsagt, at valið
fall á HB, tá Símun Samuelsen eftir
hálvtfimta ár sum fótbóltsútiseti valdi
at venda aftur til Føroya.
– Valið stóð ímillum FC Suðuroy,
har eg havi mínar røtur, og HB. Eg haldi
sjálvur, at liðið hjá FC Suðuroy sær sera
spennandi út, men teir eru júst fluttir
upp, og tí verður talan neyvan um eina
plasering í toppinum alt fyri eitt.
– HB liggur hinvegin í høvuðs
staðnum og hevur eitt sera sterkt
lið. Og so vigaði tað eisini nakað,
at felagið hevur sett Kristján Guð
mundsson sum venjara. Hann er ein
venjari, sum mær hevur dámt sera
væl, og tí hevði eg einki ímóti at halda
fram undir hansara leiðslu, sigur Símun
Samuelsen.
Ofta verður tikið til, at íslendskir
venjarar eru sera harðir. Er hetta ein
maður, sum føroyingar kunnu venja
seg við?
– Tað ivist eg ikki í. Kristján er ikki
av tí slagnum, sum stendur og geylar
eftir spælarunum, so á tann hátt er
hann kanska ikki júst tað, sum fólk
vanliga rokna við, tá tosað verður um
íslendskar venjarar.
Vildi fegin vant meira
Nú kappingarbyrjanin stendur fyri
framman, er tað sjálvandi ein spentur
Símun Samuelsen, ið er til reiðar at
tørna út. Men hann viðgongur, at for
treytirnar í fyrireikingunum ikki hava
verið optimalar.
– Eg eri fallin væl til. Men eg hevði
ynskt, at vit høvdu vant og spælt
meira. Tað hevur tó verið ógjørligt fyri
kavanum, og eg haldi eisini, at venj
ingardystirnir hava víst, at vit ikki eru
nóg væl samanspældir enn.
Er tað nakað, sum kann koma at
kosta stig fyrstu dystirnar?
– Tað vóni eg ikki, at tað er. Men hin
vegin er vandin fyri at missa stig altíð
til staðar, tá tú spælir.
Vanta fysiska partin
Árini sum útiseti hava eyðsæð havt sína
ávirkan á Símun. Frá at vera ein evna
ríkur unglingi, verður Símun í dag mettur
sum ein hin fremsti spælarin í landinum.
Fleiri meta tó, at talan er um afturstig,
nú hann aftur spælir í føroysku deildini,
men sjálvur heldur vágbingurin ikki, at
afturstigið er serliga stórt.
– Nú hava vit spælt móti fleiri fel
øgum, og sjálvur haldi eg, at tekur tú
teir fyrstu 11 á einstøku liðunum, so
er eingin dystur lættur. Heldur ikki hjá
HB. So útlit eru til, at tú veruliga verður
matchaður hvønn einasta dyst. Hin
vegin eru íslendingar munandi betur
fyri fysiskt. Ikki minst sæst hetta aftur
í venjingunum, har íslendingar hava
fulla ferð á frá byrjan til enda, meðan
vit føroyingar ofta hava lyndi at taka
heldur lættari upp á tann partin.
– Júst her í HB er tann vandin tó
ikki heilt so stórur. Vit eru nógvir, sum
kappast um plássini á vøllinum, og nú
dystirnir hava verið so fáir, eru venj
ingarnar einasta staðið, har tú kanst
prógva teg fyri venjaranum, so inten
siteturin hevur verið sera góður, sigur
Símun Samuelsen.
Og eg gangi út frá, at tá tú spælir
í HB, so er málið fyri kappingarárið
hampuliga sjálvsagt?
– Eg haldi sjálvur, at felagið í fleiri
umførum hevur meldað greitt út, hvat
málið er. So tað haldi eg, at tey flestu
munnu kenna!
Plaseringin í høvuðsstaðnum, støðan sum sterkasta liðið
landinum og ein venjari, sum Símun Samuelsen kennir væl
frá tíðini í Íslandi, vóru viðvirkandi til, at valið fall á HB,
tá landsliðsspælarin í vetur setti kós móti Føroyum