týsdagur 23. mars 2010síða 57
‹ fyrra síða allar 128 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fótbóltur 2010
Sosialurin
Tað verður ikki longur
tosað um árini, tá EB/Streymur
fleiri ferðir var á markinum
millum bestu og næstbestu
deildina.
Tey trý seinastu árini hava givið
trý gull- og trý silvurmerki í lands-
og steypakapping, og tí er einki at
ivast í, at felagið meddar høgt aftur
í ár.
– Vit ynskja sjálvandi at liggja í
toppinum. Tað haldi eg vera sjálv
sagt. Eingin ivi er um, at vit í fjør
høvdu vónir um meira enn tvey
silvurmerki. Men soleiðis, sum árið
háttaði seg við órógv og venjaraskifti,
so var úrtøkan kortini í lagi. Og í øllum
førum fingu vit móti kappingarenda
prógvað, at vit hava eitt lið, sum eigur
at standa seg í toppinum.
Soleiðis sigur Arnbjørn T. Hansen,
sum seinnu árini hevur ment seg til
kanska vandamesta áleyparan í føroysk
um fótbólti. Kvikur á fyrstu metrunum,
knappur við avtrekkinum og sera sterk
ur í luftini, hóast vakstrarlagið ikki er
tað hægsta. Hetta seinasta kunnu
litavar helst eisini skrivað undir uppá,
eftir at teir í fjør máttu boyggja seg fyri
loftsterka kollfirðinginum.
Silvurið mín feilur
Arnbjørn er ein av spælarunum, sum
eru orsøkin til framúr góðu úrslitini hjá
EB/Streymi. Talan er um nakrar góðar
árgangir av spælarum, ið eru uppaldir í
felagnum, og sum hesu seinni árini hava
ment seg til at teljast millum bestu
spælararnar í landinum. Og sjálvur varð
Arnbjørn kosin tann besti, tá meist
araheitið í fyrraárið endaði við Margáir.
Ikki minst takkað verið 20 málum frá
kollfirðinginum.
Í fjør var Arnbjørn nógv skaddur,
men kortini gjørdist talan um 17 mál.
Júst vantandi málini frá honum vórðu
tá mett sum orsøk til, at tað »bara«
gjørdist til silvur hetta árið.
– Vit høvdu ikki nóg støðug úrslit í
fjør. Og eg haldi sjálvur, at tað kanska
hevði verið betur, um eg var púrasta
klárur, tá kappingarárið byrjaði. So á
ein hátt kenni eg tað, sum var tað mín
»feilur«, at vit ikki megnaðu meira. Men
hinvegin eru skaðar ikki nakað, sum tú
fært gjørt so øgiliga nógv við.
– Í vár havi eg eisini verið skaddur
nakað í uppstartinum, men eg haldi, at
eg eri 100 prosent til reiðar, nú kapping
in stendur til at byrja, sigur Arnbjørn.
Eru eins sterkir
Lokali samleikin hevur verið ein av
avgjørdu styrkjunum hjá EB/Streymi.
Millum teirra, sum hava myndað liðið
í skjótt nógv ár, eru Bárður Olsen og
Marner Djurhuus, men teir eru tveir av
spælarunum, sum ikki longur eru í fel
agnum. Bárður valdi í vetur at skifta til
B36, meðan Marner fer av landinum í
lestrarørindum.
– Tað hevur sjálvandi stóran týdning,
tá tveir av spælarunum, sum altíð hava
verið her, ikki eru við longur. Hinvegin
haldi eg eisini, at vit hava fingið góða
tilgongd seinnu árini. Kristoffur Jak
obsen hevur gjørt tað sera gott, og vit
hava eisini Pætur Dam Jacobsen, so alt
íalt rokni eg við, at styrkin hjá hópinum
er á leið tann sama.
Og hvat skal so rigga, um EB/
Streymur nú aftur skal vinna seg heilt
upp á tindarnar?
– Tað er sjálvandi ein heild, sum
skal rigga. Men eg haldi, at tað týdn
ingarmesta er, at vit fáa Hans Paula
Samuelsen ordiliga at røkka hæddirnar.
Ger hann tað, so er ótrúliga nógv vunn
ið, og so skal eg nokk skumpa bóltin
seinastu metrarnar, tá innleggini koma,
sigur Arnbjørn T. Hansen.
Gylti skógvurin
endurvinnast
Eitt pláss sum næstovastur á máltindinum og tvey silvurmerki er kanska
gott. Men tað er ikki nóg gott hjá Arnbjørn T. Hansen, sum saman við
liðfeløgunum í EB/Streymi aftur hevur sett kikaran ímóti gullinum
Metingin
At talentið er til staðar hjá EB/Streymi, er eingin sum helst ivi um. Skal úrtøkan
frá í fjør betrast, er tó umráðandi, at einstaklingarnir halda til heilt kappingarár,
soleiðis at missurin á lyklapostum ikki verður ov stórur. Og so fær tað eisini
týdning, um nýggju menninir alt fyri eitt megna at fylla holini, sum eru íkomin, nú
nakrir av lyklaspælarunum hava leitað sær til aðrar avbjóðingar.
Eg var ikki púra klárur við kapp
ingarbyrjan, og kenni tað tí sum mín
feil, at vit »bara« fingu silvur