týsdagur 23. mars 2010síða 69
‹ fyrra síða allar 128 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Fótbóltur 2010
Sosialurin
Klárir at
bjóða av
– So skjótt, vit skifta til summartíð, kemur ljósara
tíðin og lýggjara veðrið, og so er hugurin har
allíkavæl, sigur Herbert í Lon, ið telist millum
teir elstu á B36-liðnum, sum í ár skal vísa, at
vánaliga árið í fjør ikki endurtekur seg
Metingin
Árið í fjør var tað vánaligasta hjá B36 síðani 1994, tá felagið endaði á sjeynda
plássi, men tey fægstu munnu síggja fyri sær, at líka illa skuldi ligið fyri í ár.
Tvørturímóti hevur B36 styrkt sær hópin og tykist vera væl fyri til komandi
kappingarárið. Óivað verður liðið við í kappingini um heiðursmerki og í øllum
førum europeiskan fótbólt.
Sunnudagin 28. september í
1997 var ein ungur maður fyrstu
ferð at síggja á besta liðnum
hjá B36, sum henda dagin spældi
grannauppgerð ímóti HB. Hetta
slagið um Havnina vann HB, men tað
rørdi ikki B36-ararnar – og heldur ikki
unga debutantin – tí liðið longu vikuna
frammanundan í Vági hevði tryggjað
sær fyrsta meistaraheitið í 35 ár!
Ungi maðurin var Herbert í Lon, sum
spældi við B36, til hann á sumri 2001
fór niður á politiskúla. Í 2004 var hann
heima aftur og spældi tá við B68, men
longu árið eftir var hann aftur at síggja í
B36, og har hevur hann verið síðani.
– Eg teljist skjótt millum teir elstu
á liðnum, og tað verður eisini tyngri og
tyngri at byrja venjingina aftur hvørt ár.
Men so skjótt, vit skifta til summartíð,
plagi eg at siga, at nú kemur ljósara
tíðin og lýggjara veðrið, og so er hugurin
har allíkavæl, sigur verjuspælarin, sum í
vetur rundaði tey 30 árini.
Fekk ongan enda
Nú tað stundar til eina nýggja lands
kapping, stendur farna kappingarár
framvegis frískt í huganum, og Herbert
viðgongur, at tað er tað strævnasta,
hann hevur verið við til í síni tíð á besta
B36-liðnum.
– Vit byrjaðu fínt, men rendu okkum
so í ein ordans aldudal, sum vit næstan
ikki komu úr aftur. Vit taptu nógvar
dystir, og tá tað gekk væl, fingu vit bara
javnt, sigur hann.
Herbert í Lon sigur seg kortini vera
bjartskygdan undan komandi kapp
ingini, tí hann heldur, at B36 hevur ein
rímiligan hóp.
– Eg haldi, at tað sær gott út. Vit
hava fingið eitt sindur av fólki aftrat og
hava mist onkran frá í fjør, so tað gongur
kanska nøkulunda líka upp. Men tað er
langur vegur frá áttanda plássinum í
fjør og uppeftir, sigur hann.
Hava góða breidd
Sigfríður Clementsen er aftur venjari
hjá B36, sum hann tvær ferðir hevur
fingið eitt umfar víðari í europeisku
kappingunum, so við stýrisvølin hava
teir í B36 ein, sum teir kenna og sum
kennir teir.
– Hann hevur sín stíl og hevur fingið
góð úrslit sum venjari, so upp á tann
mátan sær gott út. Og um vit hyggja at
sjálvum liðnum, so er kapping um øll
pláss, sigur Herbert.
– Vit í aftastu ketuni kunnu flyta
millum plássini, umframt at fleiri eru
á miðjuni, sum kunnu koma aftur at
spæla. So eg kenni meg ikki tryggari á
plássinum enn nakar annar.
Kavin hevur gjørt sítt til, at venj
ingarnar úti í vetur ikki hava verið so
nógvar, sum ynskiligt hevði verið, men
Herbert í Lon heldur, at teir í B36 hava
fyrireikað seg so væl, sum tað ber til.
– Eg dugi ikki at meta um, hvussu
hini liðini eru fyri, men eg haldi, at okk
ara lið er væl fyri, so vit eru klárir at
taka kappingina upp og bjóða av. Tað
ringasta sum kundi hent, vildi sjálvandi
verið, um hetta árið fór at líkjast tí í fjør.
Og skuldi tað blivið eitt pláss verri enn
tá, vildi tað verið ein katastrofa, sigur
hann.
– Men eg eri við gott mót, tí í venj
ingardystunum hava vit til tíðir víst
góðar taktir, so hesa ferð man fara at
gangast betur hjá okkum. Minsta málið
má vera at koma til europeiskan fótbólt,
so tað eiga vit at leggja okkum eftir.
Eg haldi at vit eru væl fyri,
og eru vit klárir at takað
kappingina upp og bjóða av