mikudagur 2. juni 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 2. juni 2010 · Nr. 89
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Øll tey sum eiga húsdjór fáa nú møguleikan at vísa
tey fram fyri øðrum.
Hetta hendir fríggjakvøldið, tá eitt serstakt
tiltak fyri djóravinir verður í skúlagarðinum á
Ziskatrøð.
– Vit miða eftir, at summi skulu fáa møguleika
at vísa síni húsdjór fram. Og onnur skulu fáa gleði
av at hyggja eftir teimum, sigur Maiken Steinberg,
samskipari av hesum partinum í skránni á norðoya
stevnu.
Hon starvast dagliga á Kunningarstovuni í Klaksvík,
men hevur nú saman við øðrum góðum fólkum tikið
stig til hetta serstaka djóratiltakið.
Hesi góðu fólkini eru Jógvan Ravnsfjall, Annika
Egholm, Torkil Mørkøre, Beinta Gregersen og Maiken sjálv.
Tiltakið varir bert í ein góðan tíma ella so, og tí ræður
um at skunda sær, um ein ætlar sær at síggja øll tey mongu
húsdjórini sum finnast í Norðoyggjum.
Harulop
Klaksvíkingar hava altíð dugað væl at funnið uppá ymisk tiltøk, bæði
til gamans og álvara.
Ein dagin á heysti í fjør sótu hesir góðu heilarnir saman, tá Maiken
brádliga hyggur eftir kalendaranum á vegginum. Um nakrar vikur var
komið inn í november mánað.
– Eg veit ikki, men tað datt bara úr mær: »Vita tit, hvat 2. november
er fyri ein dagur?«. Onkur av hinum visti tað, meðan hini byrjaðu
beinanvegin at tosa um 1. november, sum er minningardagur
teirra sjólætnu.
– Men tað var ikki tað, eg spurdi tey um. Eg spurdi
um 2. november, og tað var fyrsti harudagur. Og
spurningurin var, hvat vit kundu gjørt fyri at
markera tað, greiðir Maiken Steinberg íðin frá.
Og tað bleiv sum í teirri gomlu lýsingini fyri
sjokolátu: »One choc leads to another«. Semja
varð um, at tey áttu at gjørt okkurt serstakt
henda dagin, – nakað sum kundi økja áhugan
fyri haruni og djórum annars.
Hetta gjørdist júst ein slíkur serstakur
dagur sum lagt varð upp til. Millum tey
meiri stuttligu tiltøkini var ein kapping
millum býráðspolitikkarar, hvør teirra
kundi leypa longsta harulopið. Vinningur
var ikki óvæntað ein harukøka.
Eftir hetta væleydnaða tiltakið kom
spurningurin upp, um ein ikki kundi gjørt okkurt
serligt á næstu norðoyastevnu.
– Og nú eru vit við at fáa øll viðurskiftini upp á
pláss til djóradagin, sigur Maiken.
Hundakynstur
Ætlanin hjá fyrireikarunum er at hetta tiltakið
skal venda sær til allar aldursbólkar.
Húsdjórini sum fólk koma við, verða sjálvandi
í fokus. Men tað verður eisini uttan ífrá, sum fer
at sermerkja tiltakið.
Avtala er nevniliga gjørt við hundafelagið
HUFF, sum fer at vísa fram ymiskar hundarasur,
og sum eisini fara at vísa ymisk hundakynstur.
Ætlanin er somuleiðis at hava ein pall til
framførslur, sang og tónleik, eins og møguleiki
skal verða til at avmynda seg og sítt húsdjór.
– Við hesum ynskja vit at hava eitt stuttligt
og hugnaligt tiltak, og sum haraftrat er ókeypis,
sigur Maiken Steinberg at enda.
Byrjaði við einum kaffimunni
Klaksvík »Ja, hví ikki tað?!«, hugsaðu tey fimm fólkini,
sum møttust yvir einum kaffikoppi ein dag á heysti í fjør.
»Hví ikki skipa fyri einum harudegi í
Klaksvík?« Sum sagt, so gjørt. Og nú
verður hugskotið víðkað til at fevna
um ein djóradag á norðoyastevnu.
Vit miða eftir, at summi
skulu fáa møguleika at vísa
síni húsdjór fram
fyri øll
– Djóradagurin skal verða
fyri øll, sigur Maiken
Steinberg, samskipari
av tiltakinum, her
avmyndað við einum
chihuahua-hundi
Mynd: Jens Kristian
Vang