Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. januar 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. januar 2011 · Nr. 4 mánadagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Sjey frustrerað javn­að­ar­ fólk sendu fríggja­morg­un­in klokk­an 11:40 út eina eft­ir­lýs­ ing eft­ir Ger­hardi Lognberg, løg­tings­manni. Maka til táp­i­lig­heit ­skulu vit leita leingi eftir. Hevði tað ver­ið tað, at ein av javn­að­ar­ pol­i­ti­k­ar­u­num í eini heitari løtu lat ein slíkan teldupost gleppa úr teld­uni, so var tað tað. Men at ein heilur flokk­ur – uttan Helenu Dam á Neyst­ a­bø, sum al­ment hevur tikið frá­støðu frá eft­ir­lýs­ing­ini – skal loypa fram av í senn, tað boð­ar ikki frá góðum. H v u s s u skulu hesi f ó l k ­i ­n i klára at stýra landinum, um tey ikki klára at stýra sær sjálv­um? Og jú, Gerhard Lognberg er ikki smettin frægari. Hans­ara máti at upp­føra seg upp­á er eis­ini táp­i­lig­ur. Sera táp­i­ligur. Men tann stóri trup­ul­leik­ in er bara tann, at Javn­að­ar­ flokk­ur­in hev­ur mist sítt trú­virði. Flokk­ur­in er longu í sori í velj­ar­a­kann­ing­um, og tá øll tey valdu fólkini í flokki­num bera seg soleiðis at, hvør skal so tora at velja flokk­in? Vit halda: At ting- og lands­stýr­i­s­fólk­ini hjá Javn­að­ar­flokk­i­n­ um eiga at seta seg sam­an, hyggja hvør ann­an í eyg­uni og loysa trup­ul­leik­an. Tað er ikki nóg mikið, at Jó­ann­es Eid­esgaard sendir eina frá­ boð­an um, at tey lupu fram­ av í frustr­a­ti­ón. Tað vistu vit, áðr­enn hann sjálvur fann út av tí. Javnaðarflokkurin skyld­ ar okk­um vel­j­ar­um eina al­ menna um­bering. Um nakað á­l­it skal end­ur­skap­ast, so mugu bæði Ger­hard Logn­ berg og øll hini stíga alment fram við eini um­ber­ing. Eru tey ikki fólk fyri tí, so eiga tey øll sum ein at leggja frá sær. Tað var hugvekjandi at hoyra eina mammu í Klaksvík stíga fram í Kring­ varpi Føroya og greiða frá sín­um børnum, sum eru komin út í rús­evn­ is­trupulleikar. At tað er ein stórur trupulleiki við rús­evnum millum ung er eingin ivi. Tað gongur sjón fyri søgn í heil­um, at alt og nógv alt ov ung fólk hava slíkar trup­ul­leik­ar, og tað frætt­ist so ofta í miðl­um um rús­evn­is­smugl­ar­ar, at tað rínir ikki við longur. Men hví koma vit ikki einum slík­ um trup­ul­leika til lívs? Vit eru eitt lít­ið sam­felag, har øll kenna øll so at siga, og vit eru tað danska pol­i­ti­økið, sum hevur størsta upp­klár­ing­a­r­pro­ sent­ið, so tað skuldi verið lít­ið av mikl­um hjá løg­reglu og toll­ar­um at funn­ið fram til hvønn ein­asta pusj­ ara í landinum. Víst eru tað tey, sum smugla rús­ evni til egna nýtslu so ella so, men tá tað er so lætt at fáa fatur á rús­evn­ um, sum tað eftir øllum at døma er, so má tað bera til at avdúka tey úss­ a­ligu skvatt­ini, sum gera sær dælt av slík­um. Løgreglan hevur av­dúkað onkrar slíkar klikur, og dóm­ar hava verið harðir. Um teir eru nóg harð­ir, skal ikki verða mett um her. Men tá ein íslendingur varð dømur sjey ára fongsul her, fingu føroyingar ikki pen orð úr íslandi, sum vit fóru við slíkum fólkum, sum »bara« høvdu roynt at smugla fyri milliónir í hørðum rúsevnum at selja í Íslandi. Men okkurt brek er í skipanini hjá okkum. Umframt tey ússaligu skvatt­ ini, sum gera sær dælt av hes­um, so eru tað so nógv onnur, sum ikki vilja hes­um trup­ul­leik­a­num til lívs. Og millum hesi fólk mugu teljast fólk úr øllum liðum í sam­fel­ag­num -­ alt frá løgreglu, tollarum, lær­ar­um, fjøl­ miðlafólkum og so fram­vegis. Tí um vit øll vildu hesum trup­ul­leika til lívs, so var tað ikki so lætt at vera pusjari í Føroyum, og so var tað ikki so lætt at seta rúsevni í umfar. Tað er sjálvandi gott við upp­lýs­ing, tí upp­lýsing og aftur upplýsing er so mang­an veg­urin fram. Men tað er ikki bara tað, her mugu vit standa sam­an, all­ir liðir í samfelagnum, og av­dúka teir medborgarar okkara, sum ríða so niðarliga at gera sær dælt av ungum fólkum, sum eru kom­in í óføri, og sum eisini vilja tjena sær peng­ar upp á at koma ung­um fólk­um í óføri. Aðr­a­staðni eru skipað brots­mann­ a­lið, sum standa fyri slíkum. Hjá okk­ um er held­ur tal­an um nøk­ur útskot, sum bara skulu takast við harð­ari hond. Vit hava øll okkara frá­boð­ an­ar­skyldu. Í slíkum málum er tað okkara skylda at boða frá - og gera vit øll tað, so avmarka vit í øll­um før­um trupulleikan. Men tað krevur eisini, at politiska skipanin spælir við. Einaferð royndi Rás2 at lýsa trupulleikan við hassji. Tá var endin, at Bill Justinussen meld­ aði Rás2 fyri at reklamera fyri hassji heldur enn at gera nakað ann­að við trup­ul­leikan, enn at skerja játtanina til fyribyrging. Eiga í felag at koma rús­ evn­is­trup­ulleikanum til lívs - Almennu stovnarnir eru fyri fólk­ið, ikki umvent. So­leið­is sig­ur bý­ráðs­lim­ur hjá Fólk­a­flokk­i­num í Klaks­ vík. Sam­bært henni merkir hetta, at Aks­el V. Jo­hann­ e­sen, lands­stýr­is­mað­ur skyld­ar klaks­vík­ing­um okk­ urt aft­ur­fyri, tí hann hev­ur tik­ið føð­i­deild­ina frá Klaks­ vík­ar Sjúkr­a­húsi. Til dømis skulu tey fáa eina uro­lo­gi­ deild í Klaks­vík aft­urfyri. Urologi er eitt serlæknaøki, sum snýr seg um sjúk­ur í nýr­um, ur­in­leið­um og kyns­gøgn­um hjá monn­um. Og hon hev­ur púra rætt, at al­menn­ir stovn­ar eru fyri fólk­ið. Tað átti hon og hini í Fólk­a­flokk­i­num at lagt sær í geyma. Nú hev­ur Fólk­a­flokk­ur­in ­stýrt Før­ oy­um 80 pro­sent av tíð­ini sein­astu fjórð­ings­øld­ina. Trygg­ari enn nakar annar flokk­urin hev­ur hann sit­ið við vald­inum. Men ong­an­ tíð fyrr hava vit fingið eina so bólgn­aða al­menna um­ sit­ing, sum vit als ikki hava ráð at gjalda. Sam­stund­is sum Fólk­aflokk­ur­in ­hev­ur lækk­að blokk­stuð­ul­in og ikki megn­að at skaff­að til­ svar­andi inn­tøkur. Vit spyrja: Er Fólka­flokk­ ur­in nú eks­po­nent­ur­in fyri al­menn­ari ov­ur­nýtslu? Fyrr plagdi man at skuld­seta flokk­arnar á vinstra­veing­ i­num fyri at hata privat fyr­i­taks­semi og nøra um al­ menna ov­ur­nýtslu, men nú tykj­ast al­ment­løntu fólka­ floks­pol­itik­ar­ar­ nir­, sum eru so væl dubb­að­ir við al­menn­ um pen­ sjón­um, at hava tik­ ið á seg hend­an l e i k ­ lutin... Fólkaflokkurin fyri tí almenna okkara skylda at boða frá Javnaðarflokkurin skyldar okkum eina umbering Nú skal Klaksvík útbyggjast Elsebeth M. Gunnleygsdóttir kjak á síðu 14 Hvat var alt­ern­ a­tivið Jørn Astrup Hansen kjak á síðu 24