mánadagur 10. januar 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. januar 2011 · Nr. 4
26
Sosialurin
Kjak
Óluva Klettskarð
Hetta líkist meiri einfaldastu
hugsanini: meir fyri minn i,
og tí er betur, at alt er í Havn.
Ongantíð havi eg hildið meg
sjálva verið lokalpolitiska
burturav. Men nú haldi eg,
okkara fólkavaldu úti um
landið áttu at farið til verka.
Tí ágangurin økist. Seinasta
perlan í ketuni er at lata føði
stovuna aftur á Klaksvíkar
sjúkrahúsi, tí tað er tryggari
at eiga í Havn, har alskyns
hentleikar og serfrøði er.
Tað er jú púrasta burturvið
at próvføra á henda hátt!
Barnakonur ikki
sjúklingar
Kjakið um útjaðara og mið
staðin er á lágum støði. Men
argumentini sigast vera tikin
á høgum støði, frá sjálvum tí
danska heilsumálaráðnum,
sum hevur gjørt ætlan fyri,
hvussu danska heilsuøkið
best og tryggast verður
skipað. Og hetta rakar so
eisini føroyska heilsuverkið.
Men tað er fyri tað fyrsta
ongin sjúka at eiga barn, men
tvørturímóti tað natúrligasta
og vónríkasta lívsupplivilsi,
menn iskjanum unn ist. Og
jarðarmøður hava alla tíð,
føðideildin
á
Klaksvíkar
sjúkrahúsi
hevur
virkað,
sent truplar ella álvarsligar
føðingar til Havnar uttan
stórvegis hóvasták. Og so
hava barnakonur kunn að
átt í nærumhvørvinum í
tryggum
og
hugnaligum
umstøðum, nær familjuni.
Tryggleiki, í
mun til hvat?
Stjórin á sjúkrahúsinum í
Klaksvík fekk ikki ann að
enn
verið
samdur
við
útvarpskonuna, ið spurdi,
um tað ikki er tryggari at
eiga á Landssjúkrahúsinum.
Og hesum kunn u vit øll
geva honum rætt í, tí her er
serfrøðin savnað. Men ikki
at kunn a eiga børn í Klaksvík
uttan serfrøði, tað er tað
sama sum at krevja allar
sjúklingar sendar niður á
Ríkissjúkrahúsið beinanvegin,
tí har er nógv tryggari. Ella
kanska allar barnakonur?
Tí ov tíðliga fødd børn hava
betri fortreytir á serdeild í
danska høvuðsstaðnum enn
á landssjúkrahúsinum!
Politiskar loysnir
vænta
Føroyskir politikarar skulu
ikki bara fylgja donskum
álitum.
Politikarar
skulu
føra politikk. Teir skulu
siga, hvussu teir vilja hava
hetta landið skal síggja út,
og hvat økini skulu bjóða
sínum borgarum. Og nú er
tíð upp á at siga okkum úti
um landið, um tað ikki bara
er nógv bíligari at øll búgva
í Havn... Tí argumentini
tykjast vera í krónum og
oyrum
eina!
Eg
góðtaki
ikki, at heilsuverkið verður
skipað eftir donskum leisti.
Vit búgva ikki í Danmark,
vit búgva í Føroyum, og
hetta land má skipast eftir
føroyskum leisti.
Kvinnur stovnsgjørdar
Eg góðtaki ikki, at kvinn ur
í
norðara
partinum
av
landinum skulu stovngerast,
tí tær skulu eiga barn. Føðing
er náttúrligt fyribrigdi, ja, hjá
nógvum kann hetta ganga
fyri seg heima, so langt
burtur frá stovnum sum
gjørligt, sum rákið uttan um
okkum er. Og hvat er vunn ið,
tá jarðarmøðra tænastan skal
varðveitast og framvegis skal
virka her norðuri, um ungar
kvinn ur í staðin fara at fáa
sær heimaføðing? Tað verður
ikki bíligari, tvørturímóti.
At missa slíkan náttúr
ligan rætt sum at føða barn
í
nærumhvørvinum,
tá
vælvirkandi føðideild er á
staðnum, eiga kvinn ur ikki
at góðtaka. Hvørki kvinn ur í
Norðoyggjum ella í Suðuroy.
Nú avgerðin er tikin, so vóni
eg, at politikarar taka hesi
sjónarmið við í víðari viðgerð,
tí seinasta orðið um tey trý
sjúkrahúsini er neyvan sagt.
Klaksvíkar sjúkrahús – enn einaferð
Tá politiska arbeiði í sambandi
við fíggjarlógina fór fram í
september, var undirritaði
inn i sum varatingmaður.
Vit í javnaðarflokkinum
høvdu tveir fundir við teg
um støðuna í sambandi við
ellisheimini her suðuri, har
tann seinn i endaði við eini
semju, sum tú sendi okkum
við telduposti. Eg endurgevi
eitt brot, har tú sigur m.a.
,,Í sambandi við at Ellis
og
Røktarheimið
í
Vági
letur upp í 2011, er ætlanin
at búfólk, sum í dag búgva
á tveymanskamari á røktar
deildini á Suðuroyar Ellis- og
Røktarheimi, fáa tilboð um
at fáa eittmanskamar í Vági
ístaðin.
Tillagingin av dupultkøm
urum
til
eittmanskømur
verður framd líðandi í 2011,
so hvørt fólk fella frá ella
sjálvboðin
vilja
flyta
til
nýggja heimið í Vági tá tað
letur upp 1. mei. Lýst verður
eftir leiðara og starvsfólkum
til heimið í Vági longu nú í
heyst, so at møguligt verður
hjá verandi starvsfólkum at
søkja starv í Vági.,,
Vit í javnaðarflokkinum
mettu, at soleiðis sum um
støðurnar vóru, kundu vit
liva við hesari orðing.
Men tá eg í dag frætti, at
fleiri starvsfólk á ellisheim
inum hava fingið ætlan
arskriv um uppsøgn, má
eg staðfesta, at tú hevur
ikki hildið tann partin av
semjuni um starvsfólkini, og
tað kann eg als ikki liva við.
Hetta er eitt heilt greitt brot
á politisku avtaluna okkara
millum.
Eg vil tí hervið heita
á teg, um at síggja til, at
semjan verður hildin, og at
eingin verður uppsagdur,
men at starvsfólkini kunn u
søkja starv á Ellis- og røktar
heiminum í Vági tá tey størv
ini verða lýst leys, soleiðis
sum avtalað varð.
Ann ars má eg siga, at
tað er forkastiligt, at lands
stýriskvinn an
alment
í
juli mánaða 2010 fer út við
boðunum um at niðurleggja
8 búpláss á Suðuroyar Ellis-
og røktarheimi, tí at eitt nýtt
heim møguliga letur upp 1.
mai 2011, og harvið skapar
ótryggleika, bæði fyri búfólk
og starvsfólk.
Eg eri ikki ósamdur um,
at búfólk framyvir skulu
hava hvør sítt kamar, men tá
tað hevur koyrt nú soleiðis
í eini 30 ár, so ger eitt hálvt
ár hvørki til ella frá fyri bú
fólkini. Hinvegin er hetta ein
dyggur frammaná fyri starvs
fólkini, sum verða tveitt út í
óneyðugar uppsagnir tá tað
kundi verið sloppið undan,
um málið varð rætt takla við
eini natúrligari frágongd.
Eg kann undir ongum
umstøðum góðtaka ta viðferð,
ið starvsfólkini á Suðuroyar
ellis- og røktarheimi hava
fingið. Hvørki tað, at tey nú
hava fingið ætlanarskriv um
uppsøgn, ella at hesi somu
fólk hava livað í ótta og
ótryggleika nú í eitt hálvt ár.
Tað vóru góð tíðindi tá
landsstýrið,
umboðandi
somu flokkar, kom suður
við lyftum um at byggja nýtt
ellis- og røktarheim til 24
búfólk, og harvið skapa 40
nýggj arbeiðspláss. Hinvegin
eigur hetta sama landsstýrið
alt ann að enn rós fyri at hava
handfarið málið so klossut
og ómenn iskjansligt nú at
niðurleggja 8 búpláss og 7-8
ársverk á Suðuroyar ellis- og
røktarheimi, áðrenn nýggja
heimið er latið upp.
Somuleiðis er tað óskiljandi
at landsstýriskvinn an ikki
tók
til
eftirtektar
fleiri
hundrað
undirskriftir
úr
Suðuroynn i ið mótmæltu
hesum ætlanum.
Hóast eg bert eri vara
maður, og havi ikki fast
sæti á tingi, vil eg gera lands
stýriskvinn uni greitt, at eg
ikki stuðli tær longur sum
landsstýriskvinn u, og harvið
heldur ikki samgonguni, um
henda avgerð ikki verður
broytt.
Hesi avgerð míni fari eg at
boða javnaðarflokkinum
frá
Mikkjal Sørensen
Opið bræv til Rósu Samuelsen,
landsstýriskvinnu
Viðv. ætlaðu uppsagnunum á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi
At eygleiða ágangin á Klaksvíkar sjúkrahús er sanniliga ikki stuttligt.
Eg ivist stórliga, at hetta bert eru bítandi hestar, nú krubban er tóm