Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-10, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. januar 2011síða 35

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Mánadagur 10. januar 2011 · Nr. 4 Sosialurin Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Mikudagin 22. desember 2010 var hátíðarhald á týsku Volkswagen bilverksmiðjuni í Wolfsburg í sambandi við at VW bilur nr. 111.111.111 koyrdi av samlibandinum. Hetta er tað samlaða talið av VW bilum, sum hava verið gjørdir síðan framleiðslan av VW bobluni byrjaði í 1938. Talan er bert um VW bilar. Ikki onnur bilmerkir hjá VW-konsernini sum t.d. Audi, Skoda og Seat. Ein Skoda Fabia Combi Sport var høvuðsvinningur á lutaseðlunum hjá ítrótt­ ar­felagnum EB/Steymi, sum vórðu trektir tann 6. nov­em­ber. Hepni vinn­arin gjørdist Óluva Zachar­ia­ sen á Eiði, sum hevði seðil nr. 5126. Tað eru nokk fleiri, sum hava lagt til merkis, at leikarar og venjarar hjá EB/Streymi koyra í bilum frá Norðbil. Birgir Dam Jacob­sen frá Norðbil sigur, at ein orsøk til at hann stuðlar EB/­Strey­ mi er, at hann er giftur inn í eina familju í Streym­nesi, har øll er EB/Streyma fjepparar. Ítróttarfelagið EB/ Streym­ur takkar øllum, sum hava stuðlað felagnum við at key­pa lutaseðlar. Vinnu- & bilradio á Birgir Dam Jacobsen frá Norðbil handar hepna vinnaranum, Óluvu Zachariasen, Skoda bilin Óluva vann bilin Birgir Dam Jacobsen (h.m.) saman við verfaðir sínum Steingrím Magnussen. Fremst á myndini eru Fríði, sonur Hallur Holm, bókhaldara hjá Norðbil, og Martin, sonur Birgir Dam Jacobsen Starvsfólk hjá Volkswagen í Wolfsburg við jubileumsbilunum - einum bláum VW Golf Hátíðarhald í Wolfsburg