mikudagur 12. januar 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. januar 2011 · Nr. 5
mikudagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Gøtan Breiðablik í Eysturbý
num í Havn er í dag lýst til
sølu. Tað er advokatvirkið
Heygum & Peteresen, sum
vegna trotabúgv lýsir gøtuna
til sølu.
Hóast eini 15 húski hava
sín bústað á Breiðabliki í
Havn, so er vegurin, sum
hevur matrikkul nummar
1305r, kortini lýstur til sølu.
Talan er um veg uttan fyri
Lágargarð við Stoffalág - úti
móti Boðaneshamri.
Tað vanliga er, at komm
unan eigur almennu vegir
nar. Men soleiðis er í øllum
førum ikki í hesum føri, tí
eitt smápartafelag, sum eit
ur SP/F Debes eigur hesa
gøtuna. Trupulleikin er bara
tann, at smápartafelagið er
farið av knóranum og er í
trotabúarviðgerð.
Advokatfelagið boðar í
lýsingini frá, at vegateinurin
Breiðablik er 2.059 fermetrar
til víddar, at talan er um
vanligan
veg,
sum
ikki
kann verða nýttur til annað
endamál.
»Tað viðkermur ikki øðrum enn pørt
unum, sum samráðast«.
Tað var stutta svarið frá Terja Sig
urðsson, tá Sosialurin bað hann um
eina viðmerking, nú blaðið kann av
dúka, at hann og Hákun Steingríms
son fingu 218.250 krónur í part fyri at
vera semingsmenn í sáttmálastríð
num á almenna arbeiðsmarknaði
num í november. Hendan klekkiliga
upphædd var løn fyri arbeiði í tvær
vikur!
Tað undrar stórliga, at fimm fak
feløg, sum umboða ófaklærdar verka
kvinnur, lærarar, pedagogar, sjúkra
systrar og fólk í almennum starvi
finna seg í slíkum okursprísum.
Tað undrar eisini stórliga, at
Fíggjarmálaráðið og Kommunala Ar
beiðsgevarafelagið finna seg í tí. Eru
virkuliga ongar avmarkingar, sum
kunnu forða slíkari mergsúgving av
almennum pengum og dýrt goldnum
limagjaldi hjá fakfelagslimum?
Sosialurin hevur fingið innlit í
skjøl úr Fíggjarmálaráðnum, sum
vísa, at semingsmenninir hava sent
ráðnum hvør sína rokning upp á
109.125 krónur. Týðuliga stendur til
skilað, at hetta er helmingurin av
kostnaðinum, og at fakfeløgini rinda
hin helmingin. Av onkrari fyri okk
um óskiljandi orsøk vildi einki av
fakfeløgunum upplýsa okkum prís
in, so annaðhvørt halda tey tað vera
í fínasta ordan, ella hava tey ringan
smakk í munninum. Vónandi er or
søkin ikki, at samráðingarfólkini hjá
fakfeløgunum duga eins væl og sem
ingsmenninir at skriva rokningar...
Men álvaratos tit leiðandi fólk í
fakfeløgunum. Hvussu ber tað til, at
fakfeløg av øllum kunnu finna upp
á at skapa slíkar vitleysar skipanir.
Eitt er tað, at lærd fólk og fólk við
serkunnleika á onkrum øki halda seg
sjálv vera so nógv verd, at tey kunnu
taka fleiri dagslønir um tíman, men
tað skal valdast. Halda limirnir í
Havnar Arbeiðskvinnufelag virku
liga, at tað er í ordan, at tveir menn
skulu fáa meira enn eina ársløn hjá
eini miðal arbeiðskvinnu fyri at sam
ráðingarnar, sum teir í roynd og veru
sjálvir gera av, hvussu langar tær eru.
Er tað ikki onkur klokka, sum ringir
hjá fakfeløgunum.
Í okkara verð er hetta slett ikki
í ordan. Tann, sum hevur ásett ein
tímaprís fyri semingsmenn upp á
1.500 krónur um tíman - og givið
teimum frítt slag at brúka so nógv
ar tímar, sum teimum lystir, hann
kann ikki hava havt høvdið við sær.
Og at fakfeløgini eisini góðtaka slíkt,
tað styrkir bara fordómin, sum vit so
mangan hoyra um fakfelagspamparar,
sum hava mist sambandið við
meiniga fakfelagslimin. Vit kunnu so
bara fegnast um, at gjøgnumskygni í
Fíggjarmálaráðnum er so gott, at slíkt
kemur fram. Stóð tað til fakfeløgini,
so varð hetta dult sum mansmorð –
og tað er illgrunasamt...
Við at tiga styrkja tey for
dómar um fakfelagspamparar
Teir bestu ungu
rennararnir í
felagnum Treyti
fara til Íslands
fyrst at venja
og síðan at
luttaka í altjóða
rennikapping
Randi Jacobsen
Felagið Treysti fer fríggja
dagin til Íslands við einum
stórum ferðalagi.Tey verða
27 fólk, harav helvtin er
børn.
Fyrst fara børnini at
venja í eina viku og síðan at
luttaka í altjóða kappingini
Stórmóti ÍR í Lagardali vik
uskiftið 22. og 23. januar.
Børnini, sum stóðu seg
best í FM-rennikappingini
fyri børn í summar, fingu
fyrsta rætt at koma við.
Tey vaksnu eru foreldur og
onnur.
Børnini eru bara von at
renna í Badmintonhøllini í
Klaksvík. Tað verður munur
á hjá teimum at skula royna
seg í høllini í Reykjavík, sum
hevur rennibreyt við sama
undirlagi, ið rennibreytin
í Havn hevur. Børnini eru
millum 9 og 14 ára gomul.
Tað verður ein uppliving
fyri ungu rennararnar at
luttaka í hesi kappingini og
síggja onnur royna longdar
lop og onnur lop.
Endamálið við ferðini er
eisini at geva børnum og
foreldrum eina felags sosi
ala uppliving, og áðrenn far
ið verður heim aftur, verða
útferðir gjørdar, sigur Gutt
orm Sørensen, ein av fyriri
karunum
Av tí at rennararnir eru
í skúlaaldri, er ætlanin at
skipa undirvísing fyri teim
um einar tveir tímar, meðan
tey eru í Íslandi.
Til Íslands at renna
hálva millión fyri seming
Ein tá bert 16 ára gamal
drongur varð í Føroya Rætti
í morgun dømdur 30 dagar
treytað fongsul fyri at hava
tikið ímóti og sent víðari
niður til pápa sín í Danmark
pengar, sum vístu seg at
stava frá sølu av hassj.
Hendingin fór fram sein
ast í november mánaði í 2008,
tá pápin setti seg í samband
við sonin og bað hann um at
hitta ein ávísan mann fyri at
móttaka pengar, sum hesin
skyldaði.
Talan var um tilsamans
76.400 krónur, sum drongurin
umvegis egna konto og ein
familjulim sendi niður til
pápa sín.
Drongurin segði seg kort
ini ikki vita, at peningurin
stavaði frá narkosølu, tó at
hann segði seg hava ein ill
gruna um, at alt ikki ruggaði
rætt.
Hann segði seg vita, at
pápin var í fíggjarligum trup
ulleikum, og tí vildi hann
hjálpa sum frægast.
Dómarin valdi at døma
dreingin treytaðan dóm, tí
hann metti tað vera linnandi
umstøður, at hann var so
ungur, tá hendingin fór fram,
og at so long tíð er liðin.
Í sambandi við hetta málið
og eini fimm onnur er serlig
ur ákæri komin úr Danmark,
tí føroysku ákærarnir eru
ógegnigir. Hann kom til Før
oya leygardagin og fer av
landinum aftur í morgin.
16 ára gamal umsat narkopengar
Ein gøta í Havn er til sølu
Ósemja
um nýtt
atlas
Rolf Guttesen
kjak á síðu 31
Sexuta
krúllan hjá
Dan Klein
Sjúrður skaale
kjak á síðu 33
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo