Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. januar 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. januar 2011 · Nr. 5 12 Sosialurin Uni Holm Johannesen Livar Nysted er bilsin, men sam­stundis fegin. Susan Gatti, amerikansk leikstjóri, fer at seta sjón­ eyku­na á havrógving í einum kom­andi dokumentarfilmi. Film­urin fer mest at snúgva seg um túrin hjá Livari Ny­ sted og hinum umborð á Arte­mis Investments tvørtur um Atlants­havið. - Ein slíkur filmur varpar ljós á Føroyar. Tað er stuttligt, held­ur Livar Nysted, sum tos­ aði við leikstjóran umvegis tele­fon í gjár. Heimsmetið Eftir slakar 44 dagar í viðráki og mótráki um Atlantshavið í bátinum Artemis Invest­ ments, fingu Livar Nysted, Don Lennox, Leven Brown og Ray Carroll aftur fast und­ir fótum í St. Mary í Scilly Oyggjunum í summar. Bát­ ur­in var skjótasti árabátur um Atlantshavið nakrantíð. Gamla metið áttu tveir norð­ menn, sum nýttu gott og væl 55 dagar um teinin fyri 114 ár­ um síðan. Túrurin vakti ans í altjóða miðl­um. BBC Bretland, The Guard­ian og aðrir miðlar skriv­aðu nógv um nýggja heims­metið. Susan Gatti hevur drúgvar roynd­ir sum leik­ stjóri. Hon hev­ur verið í vinn­ u­ni í gott og væl 20 ár. Hon hevur staðið á odda fyri fleiri ymisk­um og væl umtóktum doku­ment­arfilmum, sum tó ikki hava funnið vegin til Før­oya. Gatti prátaði við Livar og hinar framman fyri snurr­ andi myndatólum undan og eft­ir ferðini í summar. Sam­ røð­ur­nar skulu eisini brúk­ ast í filminum. - Eg hevði sjálvur eitt upp­tøku­tól við, og eg fekk fleiri fesk­ar upptøkur. Mínar myndir eru eitt sindur øðrvísi, og Susan Gatti vil fegin hava tær við í filminum eisini, greiðir Liv­ar frá. Yvirskipaða evnið í dokument­ar­filminum er hav­rógv­ing, men túrurin hjá Arte­mis Investments eigur stór­an leiklut. Livar Nysted veit ikki stór­vegis annað at siga um inni­haldið í verkætlanini. Tað er ikki greitt, nær film­ur­ in verður liðugur, og mann­ ingin, sum róð um Atlans­ hav­ið, fær neyvan stórvegis vinn­ing burturúr. - Tað snýr seg heldur ikki um pengar. Tað er ikki hvønn dag, at tínar upplivingar verða partur av einum doku­ mentar­filmi, sigur Livar. Komin fyri seg Tað eru seks mánaðir síðan, at Artemis Investments kom í land, og Livar Nysted vendi aft­ur til Føroya og heim­bygd­ ina Hvannasund. Hann er komin fyri seg aftaná drúgva túrin, og hann vís­ir ikki aftur, at hann fer ein slíkan túr aftur. - Eg havi ongar ítøkiligar æt­lan­ir, men eg kundi væl hugs­að mær at farið slíkan túr aftur, sigur Livar Nysted. Har við vísir hann ikki aft­ur, at hansara upplivingar á sjógnum møguliga verða part­ur av fleiri doku­ment­ar­ filmum. Uni Holm Johannesen Almenna eftirlýsingin, har Javn­aðarflokkurin bað Ger­hard Lognberg ko­ ma til arbeiðis, held­ur enn at finnast at flokki­num og floks­feløgu­num í fjøl­ miðlu­num, hevur fingið nógva umrøðu. John Johannesen er politiskur formaður í Javnaðarflokkinum. Hann harmast um, at tað ber ongantíð til at seta seg niður at kjakast um ymisk viður­skifti og føra síni sjón­ar­mið f­ram, held­ur enn at skjóta eftir floks­ feløgunum í fjøl­miðlu­ num. Tí er eingin orsøk at siga orsaka við Gerhard Logn­berg, sigur hann við Rás2. National Geographic hev­ u­r Leven Brown, stig­tak­ ara og skipara, og túrin hjá Artemis Investments í uppskoti sum ársins ævin­týr í 2010. Leven Brown var skipari á Artemis Invest­ ments. Hann hevði sett sær fyri at rógva tvørtur um Atlantshavið. Málið var at gerast skjótasti ára­bát­ur tvørtur um At­ lants­havið. Hann setti seg í samband við Livar í janu­ ar í fjør, tí hann vildi feg­in hava rógvaran við í hóp­ in. Don Lennox og Ray Car­roll, sum eru millum heim­s­ins bestu rógvarar, tóku eisini av tilboðnum. Tað ber til at atkvøða fyri Leven Brown á heima­síðuni hjá National Geo­graphic. Endaliga úr­ slit­ið verður avdúkað 11. februar. Dokumentarfilmur varpar ljós á Livar og Føroyar Susan Gatti, leikstjóri, fer í næstum at varpa ljós á havrógving og túrin hjá Livari Nysted og manningini umborð á Artemis Investments í dokumentarfilmi. Ein slíkur filmur varpar eisini ljós á Føroyar, sigur Livar Nysted Túrurin er í uppskoti sum ársins ævintýr Eingin umbering frá Javnaðarflokkinum John Johannesen, politiskur formaður í Javnaðarflokkinum, heldur ikki, at tað er nøkur orsøk at siga orsaka við Gerhard Lognberg Mynd: National Geographic