Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-12, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. januar 2011síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. januar 2011 · Nr. 5 32 Sosialurin Kjak Annita á Fríðriksmørk framsøgufólk Tjóðveldis í skúlamálum ”Størri og sterkari eind­ir”, ”færri og sterkari pedagog­ iskar leiðslur” osfr. Hetta er tað, sum Javnaðarflokkurin, og nú eisini løgmaður, lova før­oyingum við nýggja fólka­ skúlareforminum. Hyggja vit so nærri at, hvat tað er, sum skal gera eind­ir­nar størri og færri og sterkari, so siga tey, at tað eru teir 13 bygdaskúlarnir kring landið, sum hava 20 næmingar ella færri, sum nú skulu niðurleggjast, og næmingarnir koyrast í størru grannaskúlarnar. Trupulleikin við hesi ætlan er tó, at teir næmingar, sum koma inn á størru skúlarnar eru so fáir í tali, at teir muna so lítið í í næmingatali. Vit tosa um at flyta íalt 100 børn av 13 ymiskum smáplássum til uml 8 størri skúlar. Tvs at allir hinir uml 30 skúlarnir í landinum, sum ikki skulu taka móti børnum av smáplássum koma at halda fram júst sum nú, meðan 8 størri skúlar fáa nakrar heilt fáar næmingar afturat. Tað er tað, sum landsstýrið kallar reform. Um næmingatalið økist út tildømis 400 upp í t.d. 408 hevur onki við styrktar eindir at gera ella effektivari leiðslur. So eru tað tey, sum velja smáplássini Nógv tey flestu av okkum vilja hava, at børn okkara ganga í stórum skúlum, har nógv børn eru at verða saman við, og har tey hava eitt fjølbroytt úrval av lærarum, við differentieraðari og tvør­ fakligari undirvising, við bólkaarbeiði, har lærarar sparra hvønn annan osfr osfr osfr. Hesir møguleikar eru avmarkaðir í einum skúla, har tað ganga millum 2 og 20 næmingar. Og millum annað tí, eru tað so fá, sum velja tann møguleikan. Men so eru tað tey, sum velja smáplássini kortini. Hetta eru tey, sum tryggja Føroyum eitt ávíst mentanar­ ligt fjølbroytni. Sum tryggja, at vit ikki verða so einstáttað, sum vit vildu verið, um vit bara høvdu býarmentan og stórbygdamentan. Felagsskapurin í bygdasamfelagnum Treytin fyri trivnaði á smá­ plássinum er fyrst og fremst, at tey hava okkurt at verða felags um. Ikki Rennibreyt, Norðurlandahús, ella SMS, men okkurt, sum stendur í mát við tað bygd, tey hava valt at búgva í. Her spælir skúlin ein sentralan leiklut. Hann er staðið, tey hava til felags. Hervið er ikki sagt, at skúlin bara skal verða har fyri felags­skapin. Hann skal sjálvandi primert verða har fyri børnini. Skúlin skal verða har fyri at tryggja teimum ein skúla í nær­um­ hvørvinum, ein skúla har tey kenna seg heima, har tey trívast og mennast tey fyrstu skúlaárini. Um skúlin fer úr bygdini er nógv størri møguleiki fyri, at trivnaðurin í bygdini fer, enn um skúli er í bygdini. Í so máta hevur hann stóran týdning fyri felagsskapin. Handlarnir, bankar­nir, posthúsini og nú skúlin Vit tosa um bygdir, har nær­um øll tey, sum róku privat virksemi góvust fyri nøkrum árum síðani. Handl­ arnir lótu aftur ein og ein, bankarnir tað sama og nú eisini posthúsini. Hetta eru stovnar sum skulu rekast eftir marknaðartreytum. Tað almenna hevur onnur atlit at taka. Hevði tað ikki tað, skuldu øll bara flutt til Havnar ella kanska enntá av landinum, tí tað man loysa seg betri. Men tað almenna atlitið í hesum høpi er at síggja skúlan, sum eitt stað, har børnini trívast og mennast og læra. Staðið har tey, tey fyrstu skúlaárini kenna hitan frá tí heimliga um­hvørvinum. Minnist til, vit tosa um børnini, - ikki tey hálvvaksnu. Børn hava ymisk ynski Hinvegin, so er tað ógvuliga ringt at generalisera, tá vit tosa um børn og um skúla Og í hesum orðaskiftinum tosa vit ikki um fjøldina av skúlabørnum. Vit tosa, um tey fáu, sum ynskja at búgva á smáplássinum. Tey, sum ynskja at ganga í skúla har. Og møguliga tey, sum eru potentiell framtíð á smáplássinum. Vit tosa sjálvandi eisini um tey børn, sum búgva á smáplássum, og sum ynskja at flyta til størri skúla at ganga. Tað eru tað ivaleyst fleiri ella nøkur sum gera. Er tað so, skal tað almenna sjálvandi ikki forða teimum í tí. Men so harfrá og at krevja tað av teimum, tað kann í longdini gerast ein dýr søga. Smábygdirnar eru við til at ríka okkara mentanarlív Vit tosa um børn, sum vaksa upp úti á einum av smáu bygdum okkara. Tey sum hava betri møguleika at menn­ast og trívast og læra har. Í mun til um tey hvønn morgun verða at fara úr heim­bygdini til ein stóran skúla til seint seinnapartin, tá ið skúla­barna­flutningurin flytur tey heimaftur til heim­ bygdina. Talan er hóast alt um børn, sum vaksa upp hjá foreldrum, sum hava valt ta lítlu bygdina, og tað lív og mentan, sum har er. Hetta eru tær fáu familjur, sum eru við til at ríka okkara ment­­an­ar­­lív. Tær sum tryggja ávíst fjølbroytni í samfelagnum. Tær, sum tryggja, at okkurt er, sum víkir frá býarmentanini og stórbygdamentanini; - tí mentan, sum eg og nógv við mær raðfesta sum okkara fundament. Býarmentanin kemur ”altíð” at verða dominerandi, og hevur automatiskt tilflyt­ arar. Men so er ikki við bygda­ mentanini. Hennar yvirliving er ikki nøkur sjálvfylgja. Aðrastaðni gevur man útjaðarastuðul ella skatta­ frádrátt til tey fáu, sum vilja búgva langt burtur frá teim­ um sentralu økjunum. Hetta verður gjørt tí man veit, at tað fyri heildarsamfelagið er ríkari, um tað eisini er lív í økjum kring alt landið. Vit tosa ikki um at eggja 100 tals fólkum at fara út á smáplássini. Vit tosa um at virðismeta tey fáu, sum hóast alt trívast úti á bygd. Tey gera Føroyar nógv ríkari mentanarliga, enn um hesi øki stóðu fólkatóm. Fólkaskúlin í tølum Fólkaskúlin kostar 276 mió krónur tilsamans. Teir skúlar, sum hava 20 næmingar ella færri, eru 16 í tali. Av hesum eru tríggir skúlar, sum eru á útoyggj, har ikki er siglandi aftur og fram dagliga, og sum samgongan tí neyvan hevur ætlanir um at flyta av oyggj. Nú eru 13 skúlar, sum ætlandi skulu flyta. Hetta eru skúlarnir í Nólsoy, Sumba, Oyndarfirði, Haldarsvík, á Húsum/Syðradali, Skála­ vík, Mikladali/á Trølla­nesi, Funningi, Kunoy, Haralds­ sundi, Tjørnuvík, Fámjin og í Hovi. Hesir hava millum 2 og 20 næmingar í hvørjum skúla og kosta einar 18 mió kr. Um grundgevingin er, at spara, so kostar tað at í hinum endanum í skúlabarna­ flutningi, í mistum skatti frá lærarum, og í skúlagjaldið til grannakommununa. Havi skilt, at landsstýrið heldur seg spara einar 7 mió kr við reforminum. 7 mió kr fyri at taka felagsskapin úr bygdamentanini. Hetta er tað tey kalla skúlareform… Helt, at hesin vinkulin var neyðugur í støðutakanini hjá samgonguni, sum eg haldi hevur selt ein reform, sum ikki hevur tað innihald , tey hava reklamerað við. Styrktur fólkaskúli ella ein hóttan Hákun Djurhuus Stjóri í SEV Viðmerkingar til odd agrein í Dimmalætting undir heitinum “Sev stríð”. Í odd agrein í Dimma­lætt­ ing 6. januar 2011 verður sóknast eftir, at SEV kemur “meira alment fram við, hvørjar ætlanir felags­ skapurin hevur”. “Liggja aðrar ætlanir í kort­unum enn bara vatn­ orkuútbyggingin?” verður m.a. spurt, og víst verður í hes­um sambandi á, at “fleiri eru farin at ivast í, um vatn­ orkuútbyggingin er einasti vegurin at ganga”. Til hetta er at siga, at SEV ongantíð hevur sagt, at vatnorka er “einasti vegurin at ganga”. Tvørturímóti verð­ur og hevur eisini verið arbeitt við vindorku, sjóvar­ fall­s­­orku og alduorku, sum tó nú er steðgað, tí lands­ stýr­ið ikki tók undir við ætlanini. Vindorka SEV hevur síðani byrjanina av 2009 verið til reiðar at fara undir munandi vind­ orku­­útbygging í Neshaga. Sum kunn­ugt fer útbygging av vind­orku í dag fram eftir nýggju elveit­ingar­lógini og verður stýrd av El­veit­­ ing­­­ar­­eftir­litinum smbrt. út­dele­­­ger­ing frá Vinnu­ málaráðnum. Í sambandi við út­bjóð­ ing­ina hjá Elveitingar­eftir­ litinum av vindorku, har tilboðini skulu vera inni 11. februar, verður SEV millum tilboðsgevararnar. SEV arbeiðir eisini seri­ øst við øðrum vindorku­ loysnum. Oljuprísurin Umráðandi er tó í øllum orða­skiftinum um prís­ hækk­­ing v.m. at gera sær greitt, at raksturin hjá felag­ num fyrst og fremst má hanga saman, og her eru tað hækkaðu oljuprísirnir, sum hava skapt størstu trupulleikarnar. Hvørt tær ymisku orku­ loysnirnar úr vatni, vindi, sjóvarfalli o.ø. eru dýrari í mun til hvør aðra ella ikki, er torført at meta um. Ymiskt er, hvussu íkastið ávirkar veitingartrygdina, eins og loysnirnar eisini hava ymiska livitíð. Viðvíkjandi opinleik­an­ um mótvegis almenningi­n­ um er at siga, at SEV reglu­ liga kunnar um virk­semi sítt t.d. á aðal­­fundum (sum eru almennir), í árs- og fundar­ frá­greið­ing­um, á heimasíð­ uni og í sam­bandi við fyri­ spurn­ingar frá fjølmiðlum og almenninginum annars. Elprísir her og har At halda uppá – so sum gjørt verður í odd agreinini – at el­prísirnir í granna­ lond­un­um eru nógv lægri enn í Føroy­um, vilja vit fegin síggja skjal­prógvað. Hagtøl, vit kenna til, vísa hesum aftur. Prísirnir í grannalond­ unum eru ein samanseting av framleiðslu- og net­ kostn­aði og avgjøldum v.m. Almennur stuðul til fram­ leiðararnar framgongur ikki av prísinum. Nevnt kann í hesum sambandi vera, at t.d. danska orkufelagið Dong Energy fær almennan stuðul uppá væl omanfyri 1 kr/kWh fyri vindorkuútbyggingar í Danmørk, Týsklandi og Bretlandi smbrt. grein í Børsen 13. september 2010. Annars er tað misvís­andi at samanbera fram­leiðslu­ kostnað og elprísir í einum lítlum fjarskotnum og isolerað­um oyggjasamfelag við prísir í stóru granna­ londunum, sum eru saman­ bundin í felags net og hava stórrakstrarfyrimunir í framleiðsluni. At enda skal verða sagt, at SEV heilsar orðaskifti um elorkuútbygging væl­ komnum og luttekur fram­ haldandi fegið í kjakinum. Við nýggjárskvøðu og vinaligari heilsan Um orku­keld­ur og elprísir