fríggjadagur 14. januar 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. januar 2011 · Nr. 6
vikuskiftisblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Randi Jacobsen
Nú færri parkeringsbásar eru
á Skálatrøð í Havn, hendir
tað meira enn so, at fólk bara
seta bilin onkrastaðni, og
hetta forðar øðrum bilum at
sleppa út
Út við 50 parkeringsbásar
eru nú færri á Skálatrøð í
Havn, eftir at kommunan
er
farin
undir
at
gera
skoytubreytina
undir
berginum har.
Politiið
ivast
ikki
í,
at
hetta
er
orsøkin
til
parkeringsóskilið, sum nú er
á økinum.
Hósdagin fekk politiið
tvær klagur frá bileigarum,
sum høvdu sett bilar sínar á
básar, men teir sluppu ikki út
aftur, tí aðrar bilar stóðu fyri
– uttan fyri básarnar.
Politiið sigur, at í slíkum
føri
ringir
politiið
til
bileigararnar og biðjur teir
flyta bilar sínar.
Standa bilar uttan fyri
básarnar, fáa eigararnir bót.
So varð Eik Banka handilin umsíðir
avgreiddur. TF Holding eigur nú 70
prosent av bankanum, og higani
skulu fólkini handan tryggingarrisan
á Kongabrúnni í Havn og fólkini í Eik
Banka fáa bestu góðynski.
Men tað hevur verið ein ikki sørt
margháttlig tilgongd. Í elvta tíma hjá
gamla Eik Banka varð ein roynd gjørd
at fáa TF Holding at taka um stýris
vølin í kolsiglda bankanum. Tað mis
eydnaðist. Síðani varð bankin lagdur
undir Finansiel Stabilitet, felagið, sum
júst er stovnað til hetta endamálið.
So tyktist friður aftur valda, til
nevnd og leiðsla í Finansiel Stabi
litet beyð fjølmiðlunum á ein ikki
sørt margháttligan tíðindafund, har
nevndarformaðurin í Finansiel Stab
iliteti við peikifingrinum á lofti hótti
við at niðurleggja og avvikla bankan,
um ein loysn ikki varð funnin fyri
jól.
Hetta var vánalig roynd at leggja
trýst á føroysku myndugleikarnar,
og tað var ikki frítt, at nógvir tankar
kring landið leitaðu aftur til nítiárini
og sváru bankakreppuna, sum tá
var.
Men endin varð kortini tann – sum
vit eisini stungu út í kortið á hesum
stað fyri júst tveimum mánaðum
síðani, at TF Holding keypir bankan
– og eigur bankan í fystu syftu saman
við Finansiel Stabilitet. Altso, hóttan
in hjá nevndarformanninum í Finan
siel Stabliltet var tað reina bluff!
Tað sum nú verður spennandi at
síggja er, hvussu TF Holding ætlar
at skipa bankan. Vit hava fleiri ferð
ir víst á, at júst TF Holding hevur
ein bygnað, sum minnir alt ov nógv
um bygnaðin í gamla Eik, har tað er
leiðslan sum ræður og har eigarar
nir eru ein flyktigur massi, sum er
ringur at definera. Vit eiga bara í fel
agnum, tí vit av tilvilid hava teknað
trygging hjá Tryggingarfelagnum
Føroyar. Umboðsráð og leiðsla verða
vald á ein løgnan hátt, sum als ikki
er hóskandi í eini modernaðari fyri
tøku. Tilvildarlig fólk uttan krøv um
førleikar verða vald at stýra milli
arda fyritøku, og tað boðar ikki frá
fíggjarligum støðufesti, sum átti at
eyðkent eina slíka fyritøku.
Tí má tað ikki henda, at TF Hold
ing flytir sama bygnað yvir í Eik og
heldur ikki setir nevndarlimum krøv
um kvalifikatiónir. Tað er tó ein glotti,
at nevndarformaðurin í TF Holding
í gjár segði, at tað verður umhugsað
at broyta bygnaðin kring TF Hold
ing og Tryggingarfelagið Føroyar, so
okkurt er, sum bendir á, at felagið er
farið undir eina sjálvrannsakan, sum
vónandi endar við, at felagið verður
demokratiserað og moderniserað –
gott hevði tó verið, um felagið kunn
aði »partaeigararnar« (tryggingartak
ararnar) um slík viðurskifti, tí teir
hava einki forum at venda sær til.
Vit fegnast tó um, at Eik Banki
aftur hevur fingið fótafesti og ynskja
nýggju eigarum hartaliga tillukku!
Gott at TF Holding fer
undir sjálvrannsakan
Sunnudagin
verða
tveir
nýggir prestar vígdir í Dóm
kirkjuni í Havn.
Tað eru nýggju prestar
nir í Hvalvík og Fuglafirði,
Bergtórur Bjarkhamar og
Anne Mette Greve Klemm
entsen, sum byrja í nýggjum
størvum, ið verða vígdir.
Bergtórur
Bjarkham
ar er føroyingur, meðan
Anne Mette Klemmentsen
er dani, gift føroyinginum,
Leif Hansen úr Nólsoy.
Anne Mette Klemment
sen er júst liðug við útbúgv
ingina sum prestur, og hon
flutti heim til Føroya við
familjuni í vikuni. Hon er
kortini ikki ókend við Før
oyar, tí umframt at vera gift
føroyingi hevur hon gingið
á háskúlanum í Havn.
Í hesari vikuni eru Anne
Mette og Leif flutt inn í
prestagarðin í Fuglafirði,
og annan sunnudag heldur
nýggi fuglfjarðarpresturin
sína fyrstu prædiku í prest
agjaldinum.
Anne
Mette
Greve
Klemmentsen og maðurin
Leif Hansen eiga tvey børn,
Beintu og Helga.
Prestavígslur í Dóm
kirkjuni sunnudagin
So fekk Eik aftur fótafesti
Steinbjørn í Dali
hevur tikið við
sum stjóri á
bryggjaríinum
Okkara
Randi Jacobsen
Í vikuni var stjóraskifti
á
bryggjarínum
Okkara.
Wilhelm Petersen, sum hevur
verið stjóri, síðan bryggjaríið
byrjaði fyri einum ári síðan,
er farin frá, og Steinbjørn í
Dali er nýggjur stjóri.
Óli
Hansen,
nevndarformaður sigur, at
tað alla tíðina var ætlanin, at
Wilhelm Petersen bara skuldi
vera stjóri eina tíð fyri at fáa
fyritøkuna í gongd.
Steinbjørn í Dali hevur
frammanundan starvast í
fyritøkuni og tikið sær av tí
fíggjarliga.
Wilhelm
Petersen
sleppur
ikki
tilknýtinum
til Okkara heilt, tí hann
ernevndarlimur.
Okkara nýggjan stjóra
Parkeringsóskil á Skálatrøð
Fimm
aðalráð er
tað rætta
Kári á Rógvi
kjak á síðu 21
Sólar
sær í
læntum
fjaðrum
Bjørn Kalsø
kjak á síðu 18