Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. januar 2011 · Nr. 6 4 Sosialurin Randi Jacobsen Vegna sáttmálaloysi mill­um Heilsutrygd og Ergo­terapifelagið hevur Heilsu­trygd seinastu mána­ð­ir­nar ikki goldið fyri ergoterapi til børn við lima­sbreki ella varðandi sjúku. Men nú er ljós fyri stavn. Heilsumálaráðið hev­ ur gjørt eitt uppskot til sátt­má­l­a, og hetta upp­ skot verður lagt fram á fun­di mánadagin millum Heilsu­málaráðið og Heilsu­trygd øðrumegin og Ergo­terapi­felagið hinu­ meg­in. Aksel V. Johannesen, lands­stýrismaður heldur ikki, at børnini longur kun­nu bíða eftir eini loysn. - Vit miða eftir at gera ein fyribilssáttmála longu mána­dagin, so­leið­is at ein skip­an er at gjalda út eftir. So er bara spurn­ ingur­in um Ergo­terapi­ felag­ið góð­tek­ur hesa fyribilsloysnina, sigur Aksel V. Johannesen. Hann hugsar sær, at hesin fyribils sáttmálin skal vera í gildi, til semja er gjørd um regluligan sátt­mála. Eirikur Lindenskov – Hetta gera vit við at tryggja, at tað framhaldandi verður virkaður fiskur í býnum! Soleiðis siga tey bæði verka­feløgini, Havnar Ar­ beiðs­kvin­nufelag og Havnar Ar­beiðsmannafelag, sum eru far­in at savna penging til at fáa latið uppaftur fiskavirkið í býnum. Feløgin siga, at fyrsta treyt­in er, at virkið verður rik­ið á handilsligum grund­ ar­lag. – Okkara sannføring er, at einans rakstur á handils­lig­ um grundalag kann tryggja hesi hundrað arbeiðs­plássini, siga feløgini. Útrokningar, sum eru gjørd­ ar fyri feløgini vísa, hes­ar 10 milliónir krónurnar fara at føra við sær: • at umleið 100 arbeiðspláss aftur verða sett á stovn í Havn • at hetta fer at føra við sær eina árliga lønarútgjalding á umleið kr 32 milliónir • at lønarútgjaldingarnar fara at føra við sær framhaldandi privatan eftirspurning eftir vørum og tænastum í Havn • at lønarútgjaldingarnar tí fara at tryggja grundarlagið undir vinnulívinum í Havn • at árliga úrslitið áðrenn skatt á nýggja virkinum fer at liggja omanfyri kr 5 mió Feløgini siga, at rávøru­ grundarlagið undir virkinum verður frystur fiskur um­ framt feskur fiskur. Væntað verð­ur, at 6.000 tons verða virk­að árliga á virkinum. Her­um­framt verður góðs­ king­ar­virkið nýtt til pakking og góðsking av fiski – eisini frá øðrum virkjum í Før­oy­ um. – Tað er einans virkið í Havn, sum hevur møguleika fyri hesum, siga feløgini, sum leggja dent á, at ein treyt fyri virkseminum er, at Tórs­ havn­ar Kommuna keyp­ir bygn­ingin og maskinurnar á Vesta­ru bryggju. – Vit vóna, at tú ynsk­ir at hjálpa okkum at trygg­ ja fíggjarliga grund­ar­lagið undir nýggja virk­i­num, siga Havnar Arbeiðs­kvinnu­felag og Havn­ar Arbeiðsmanna­ felag í felags áheitan. Aksel V. Johannesen mælir til at gera eina fyribilsloysn, meðan samráðst verður Miða eftir fyribils­sátt­ mála fyri ergoterapi Um Ergoterapeutfelagið gongur við til tað, verður fyribils sáttmáli gjørdur mánadagin, so børn við limabreki og varðandi sjúkum kunnu fáa ergoterapi goldna av Heilsutrygd Verkafeløg vilja tryggja 100 arbeiðspláss AREBIÐSPLÁSS Havnar Arbeiðskvinnufelag og Havnar Arbeiðsmannafelag arbeiða við at savna 10 milliónir krónur at fáa fiskavirkið í høvuðstaðnum latið uppaftur