Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. januar 2011 · Nr. 6 18 Sosialurin Í Degi & Viku trettandakvøld, segði Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður við fíggj­armálum, at Javnaðar­flokk­ urin nú aftur var á rættari kós, tí hann m.a. hevði bjarg­­að húsarhaldinum og strand­­faraskipunum undan hækk­andi oljuavgjøldum. Stuttíðarminnið hjá lands­stýris­ manni­num má vera farið at bila, tí tað var Jóannes sjálvur, sum við fíggjarlógar­ uppskotinum skjeyt upp og tvíhelt um, at húsar­haldini og strand­fara­skipini skuldu gjalda hægri oljuavgjøld. Broytingar vórðu gjørdar í Fíggjarnevndini Fíggjarnevndin var hinvegin á einum máli um, at javnaðarlandsstýrismað urin var alt ov grammur at skriva út rokningar til bæði húsarhald og vinnu, soleiðis sum tíðirnar eru. Tí skjeyt Fíggjarnevndin í sínum áliti upp at gera nakrar broytingar, sum Løg­ tingið tók undir við. Broytingarnar vórðu framdar fyri at forða for­manni Javnaðarfloksins at leggja uppaftur størri byrðar á framman­ undan sperdu húsarhaldini, og fyri at sleppa útjaðaranum undan hægri ferðaseðlaprísum og lækk­andi túratali við strand­fara­skipunum orsakað av hægri oljuavgjøldum. Broytingar vórðu m.a. eisini gjørdar í játtanini til mjólkastuðul, fyri at sleppa barnafamiljum undan hækk­andi mjólkaprísum. Sólar sær í lántum fjaðrum Jóannes sólar sær tí í lænt­um fjaðrum, tá hann einans speglar sær sjálvum og sínum egna flokki í broyt­ingunum, sum vórðu framd­ar í Fíggjarnevndini, tá fíggjar­lógar­uppskotið var til viðgerðar. Hann átti heldur at takka hinum flokkunum á Løgtingi fyri at hava bjargað Javnaðarflokkinum undan einum stórum parti av sínum egna uppskoti. Jóannes sólar sær í læntum fjaðrum Bjørn Kalsø løgtingsmaður Við at fella síni egnu uppskot á Løgtingi, er Javnaðarflokkurin, sambært Jóannesi Eidesgaard, aftur á rættari kós Annita á Fríðriksmørk hug­ leiðir í fjølmiðlunum um fólka­­skúla­reformin. Tað eru ser­liga tvey hugtøk, ið eru kjarn­­an í hug­leiðing­unum, nevni­liga spar­ingar og at varð­veita bygda­mentanina. Álvara­tos, hvar er atlitið til barn­ið og tey krøv, ið barnið skal liva upp til, aftaná lokna skúlagongd. Barnið og læringin í miðdepilin Lat ongan ivast í, at eg eri sann­førd um, at fakliga undir­ vísingin, ið børnini fáa í ein­ um lítlum skúla, er eins góð og á sama støði, sum í ein­um stórum skúla. Soleiðis er í dag, men ferð tað framvegis at verða so. Lærarin hevur higartil, fingið eina útbúgv­ ing, sum hevur gjørt hann førðan fyri at undirvísa í nógv­um læru­greinum. Henda skip­anin hevur verið við til at tryggja, at vit kundu hava smáar skúlar, har børn­ ini fingu eina nøktandi undir­­vísing. Trupulleikin er, at soleiðis verður tað ikki í framtíðini. Fyri at kunna liva upp til øktu krøvini, og djúp­ tøknari undirvísing í eins­tøku læru­greinini, koma lærar­nir, í framtíðini, at hava færri fak, ið teir kunnu undir­vísa í, enn í dag. Hetta ferð sum frálíður at verða við til at máa støðið undan smáu bygda­­skúlunum. Hesa gongd síggja vit í okkara granna­lond­um, tí ber neyvan til at sleppa undan henni í Føroyum. Hvat er og hvat skal vera høvuðsuppgávan hjá skúla­ num. Skal hann ikki seta barnið í miðdepilin og skal hann ikki geva okkara børn­ um bestu møguleikar, at klára seg í einum nútímans samfelag, við alsamt vaksandi krøvum til førleikar hins eins­ taka. Børn eru, eins og vit vaksnu, sosialar verður, ið trívast og læra av at verða í felagsskapi við onnur. Sparingar Fokusi við at umskipa fólka­ skúlan, eigur ikki at verða sparing í krónum og oyrum her og nú, men røtt nýtsla av hvørjari krónu í skipanina. Hetta vil sjálvandi viðførða sparingar og økta góðsku á longri sikt, meðan bert at kuta av játtanini, uttan at umskipa skúlan, ikki gevur ein betri skúla. Annita nevn­ ir at tað eru 16 skúlar, ið hava 20 næmingar ella færri og at hetta bert er ein sparing á 18 mió. kr. Í mínum huga­heimið eru 18 mió. kr. nógvur pen­ing­ ur, ikki minst um tað vísir seg, at til ber at fáa meira fyri tær 18 mió. kr. við at nýta tær ørðvísi, enn vit gera í dag. Skúlaøkir ein byrjan Við at skipa landið í skúla­ økir, ber til at fara undir eina tilgongd, har vit miðvíst arbeiða eftir at umskipa alla skúlaskipanina í økinum. Hetta merkir at vit t.d í Norð­ oyggjum hyggja at øllum skúl­ um, lærara­kreftur og peninga­ játtan, undir ein­um. Vit viðgerða heildina út­frá spurn­ inginum, ber til at um­­skipa økið og hvussu vit brúka til­ feingi, so hvørt einasta barn fær bestu møguleikar at læra og menna seg at møta teimum avbjóð­­ing­­unum, ið lívið aftaná fólkaskúlan set­ur. Hetta merkir ikki, at vit bert hugsa um at minka talið av bygning­um, har undir­vísing ferð fram, men eisini, at hugt verður eftir um lutfallið millum tímar, ið verða játtaðir til annað enn undirvís­ing, stend­ur mát við tím­ar­nar ið verða nýttir til undir­vísing, ella um betur hevði verið at endur­­skoða hetta. Hetta er ein tilgongd ið tekur ár, fyrsta stigið eigur at verða at skipað skúlaøkini, men hetta einsamalt gevur ikki ein betur skúla. Bygdamentanin Skúlareformurin kemur at máa støði undan bygd­ment­ anini, sambært Annitu. Haldi, at hetta við at varðveita eitt fjølbroytt bústaðarmynstur, er ein nógv meira umfatandi spurningur, enn bert ein spurn­ingur um bygdaskúla ella ei. Hvussu vit varðveita bygda­mentanina, eigur ikki at verða ein ábyrgd sum vit leggja á børnini, men nakað sum vit mugu taka støðu til, hvat vit gera við, uttan at tað skal setast upp ímóti bestu umstøðum til undirvísing og menning fyri okkara børn. Tað eru børnini, ið skulu bera samfelagi víðari. Tí eiga vit at seta undirvísing og menning av komandi ættarliðnum í fremstu røð. Kjak Eyðgunn Samuelsen løgtingskvinna Bygdin ella børnini Edmund Joensen førir í lesarabrævi í bløðunum fram, at Kringvarpið og Tjóðveldi samskipa »enn eina tíðindaherferð í Útvarpinum.« Lat tað vera púra greitt, at innsløgini í útvarpinum eru grundað á skjøl, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í frá avvarðandi myndugleikum, og ikki á nakað samstarv við nakran politiskan flokk! Skjølini vísa greitt, at tvinnar loysnir vórðu umrøddar í Eik málinum. Onnur var at slíta móðurfelags-garantiin millum Eik í Føroyum og Eik í Danmark, og hin at lata báðar bankarnar fara inn í Fíggjarligt Støðufesti. Báðar loysnir lótu seg í prinsippinum gera. Tá málið varð umrøtt í september í fjør var frammi, at tað bar ikki til at slíta garantiin. Tí eru nýggju upp­lýsing­ar­nar sjálvsagt ein týdningarmikil søga at fortelja. Tíðindadeildin leggur stóran dent á óheftni í okkara virki, og eg vil átala, at tú sum politikari roynir at heingja politisk spjøldur á okkara journalistar. Aftursvar til Edmund Joensen Beinta Løwe Jacobsen Redaktiónsleiðari Kringvarp Føroya