Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-14, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 2011síða 48

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 6 · 14. januar 2011 8 VIKUSKIFTI SAMRØÐA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Seinnapartin 11. desember í fjør gekk 29 ára Taimour Abdulwahab al-Abdaly á Bryggargatan í svenska høv­uðs­stað­ num Stockholm. Taimour Ab­dul­wa­hab al-Abdaly varð føddur í Irak og gjørdist svensk­ur ríkisborgari fyrst í níti­áru­ num. Hann hevði lisið fysio­terapi á lærda háskúlanum í Lu­ton í Ong­landi, giftist í 2004 og fekk trý børn. Tað var seint seinnapartin, at Tai­ mour Abdulwahab al-Abdaly var áveg­is móti miðdeplinum í svenska høvuðs­staðnum. Sentrum. Har nógv fólk vóru savnað. Men svenski irakin hevði ikki somu ætlanir, sum hini fólk­ini høvdu henda dagin í Stockholm. Hann vildi drepa og særa so nógv sum gjørligt. Børn, kvinnur og menn. Øll. Tí bar hann ein ryggsekk við við sjey rørbumbum í, umframt eina rúgvu av sey­mi. Men, sum svenski krimi­høv­und­ur­in Henning Mankell skrivar í einum blog­gi í Politikken, gekk okkurt galið hjá Taimour Abdulwahab al-Abdaly. Ella var hann reinur amatørur. Bara ein bum­ ba brast í ryggsekkinum. Eitt fólk lat lív. Taimour Taimour Abdulwahab al-Abdaly sjálvur. Men tað kundi end­að verri, í einum vanlukkuligum sorgar­leiki. Óttast fremmandahatur - Eitt slíkt álop ræðir okkum. Eg varð bang­in. Míni børn kundu verið á gøtuni tá. Tað sama kundi eg. Vit gjørdust øll bangin. Orðini eigur Lars Ohly, formaður í svenska Vänstrepartiet. Hann var skjót­ur úti og fordømdi álopið. Nú, ein mánað eftir yvirgangsatsóknina, hitti Sosialurin hann uttan fyri Fundar­ høli 1 í løgtinginum. Ein samrøða, sum varð avtalað í sambandi við, at norðurlendsku brøðraflokkarnir møtt­ ust í Føroyum. - Vandin er, at ræðslan endar sum fremm­anda­hatur, sum kann raka nógv mein­ari enn yvirgangsatsóknin. At vit fáa eitt samfelag, har vit hyggja skeivt at hvør øðrum og óttast grannan. Eitt samfelag, sum ikki er merkt av demo­ krati, opinleika og tolsemi, men er aftur­lat­ið og avbyrgt. Men tað ynski eg ikki. Okkara uppgáva er tí at møta yvir­gangs­atsóknum sum hes­um, við at verja tað opna og tað demo­krat­iska. Og tá er tað meiri enn nakrantíð umráðandi og avgerandi, at vit ikki skera øll yvir ein kamb. At við ásanna, at tað ikki eru muslimar sum eru hóttanin í Svø­ ríki. Fólk, sum hava eina ávísa útsjónd ella koma frá einum ávísum landi ella hava eina ávísa bakgrund, eru ikki ein størri hóttan enn onnur. Soleiðis er tað ikki. Trupulleikin eru tey, sum ynskja, at samfelagið skal vera afturlatið og ó­demo­kratiskt. Og her finnast nakrir víð­gongd­ir bólkar og einstaklingar, muslimsk­ir eins væl og aðrir, sum kun­ nu vera vandamiklir, tí teir eru fanat­ isk­ir og sum ikki kenna nøkur mørk. Rasis­man er ein nógv størri hóttan í Svø­ríki enn terrorisman. Rasisman skap­ar trupulleikar og ger tað truplari at liva saman, sigur Lars Ohly. Hetta hendir í okkara heimi Hann dugir hinvegin ikki at svara, hví yvir­gangsatsóknin hendi júst í Svøríki og júst tá. - Men bumban var ikki partur av einari gjølla planlagdari ak­tión. Tað tóktist rættiliga tilvildarligt. At­ sókn­in miseydnaðist eisini. Nú skulu vit ikki vera ov skrásikkur, men eg haldi, at nógv bendir á, at tað var eitt einsamalt menniskja, sum var kom­ ið ógvuliga skeivt fyri í lívinum. Tí haldi eg ikki, at Svøríki er meiri hótt eftir hetta. Og tí skulu vit heldur ikki leggja ov nógv í tilburðin og óttast, at tað verður gerandiskostur hjá okkum. Hin­vegin mugu vit eisini minnast til, at slíkt hendir í einum heimi, sum er merkt­ur av stórum mótsetningum, ger Lars Ohly greitt. Ein flokkur, sum hevur gagnnýtt øktu mótsetningarnar í svenska sam­ felag­num, er Sverigedemokratarna. Í fjør fekk flokkurin fyri fyrstu ferð um­ boð í svenska tingið, Riksdagen. Tað var eitt stórt vónbrot fyri Lars Ohly, sum heldur ikki hóvar politikkin, norska stjórn­in við Frederik Reinfeldt á odda, førir. - Hansara politikkur økir um órætt­ vísi í samfelagnum. Hansara politikkur ger tey ríku ríkari og fátøku fátækari. Mót­setn­ing­arnir økjast alsamt. Og í slík­um politiskum umhvørvi kunnu rasist­ar­nir vinna atkvøður. Tí er høgra­ vendi politikkurin ein trupulleiki hjá okkum, sum stríðast móti rasismu. Sverige­demo­kratarna royna at gera sær dælt av yvirgangsatsóknini og fram­pro­vo­kera mótsetningar, og tað er møguligt, at teir í eitt stutt tíðarskeið kunnu vinna eitt sindur upp á atsóknina. Óttin er jú har og tað spæla Sverigedemokratarna upp á. Men óttin er altíð tað seinasta, sum skal brúkast, tá skila­gó­ð­ar politiskar avgerðir skulu tak­ast. Tí er tað meiri umráðandi enn nakran­tíð, at vit standa saman og siga nei. Vit ynskja opinleika og tolsemi, ong­ar generaliseringar og ongan fremm­anda­hatur. Tað er ikki pláss fyri rasismu í okkara samfelag, sigur Lars Ohly. Mugu ikki avbyrgjast Sambært honum hevur yvir­gangs­at­ sókn­in ikki ávirkað gerandisdagin í svenska samfelagnum stórvegis. - Tað er tíverri soleiðis, at Svørríki hev­ur upplivað atsóknir, sum vóru verri enn hesar. Her hugsi eg fyrst og fremst um morðið á forsætisráðharran Olof Palme og morð­ið á uttanríkisráðharran Annu Lind. Tá øktiskt trygdin og eftiliti mun­andi kring politikkarar. Eg haldi ikki, at vit skulu vera naiv og siga, at tað ongantíð fer at henda okkum nakað, um vit avtaka øll trygdarkrøv. Men eg haldi, at øll trygdin og tað, sum fylgir við, skapar eina fjarstøðu millum po­lit­ik­k­ar­ar og fólki. Eg varð ógvuliga fegin, tá trygd­ar­løgreglan gjørdi av, at mær ikki nýttist lívverjar. Tí eg vil sleppa út, eg vil koyra buss og eg vil práta við vanlig fólk. Við hóttanunum og atsóknunum er vandi fyri, at vit avbyrgja politikkarar og skapa eina stætt, har politikkararnir eru avbyrgdir frá teimum, sum teir í roynd og veru skulu umboða. Tað vil eg ikki. Vit skulu ikki vera naiv og seta okk­ um í óneyðugan vanda, men vit mugu heldur ikki yvirdríva. Vit mugu líta á, at løgreglan og trygdarløgreglan gera sítt arbeiði til lítar, og vit mugu sleppa at møta fólki andlit til andlit, sig­ur Lars Ohly, sum á ongan hátt ynskir at lata hóttanir stýra sínum hansara gerandis­ degi. - Vit vita ikki hvørjir persónar og hvørj­ir bólkar leggja slík álop til rættis. Eingin, ikki eingongd trygdarløgreglan, roknaði við hesum álopinum. Eingin hevði roknað við hesum. Tí kann eg ikki vísa aftur, at har eru hóttanir, men vit kunnu ikki ganga runt og vera bangin. Tá er tað, at vit handla skeivt. Óttin stýrir okkum skeivan veg. Tí eiga vit at spyrja okkum sjálvi, hvat vit vinna við at minka um opin­leik­ an? Tað er opinleikan, vit skulu verja. Demokratiska samfelagið skal verj­ast móti ódemokratiskum gerðum. Spurn­ ing­ur­in er, um vit verja tað best við at minka um demokratiið, ella við at stan­da saman um tað. - Hetta er ikki bara idelogi. Tað er eisini po­litikk­ur sum kann og skal førast út í verki. Bukka vit undir og minka um opin­leik­an, tí kríggið í móti terrorismu krev­ur tað, so hava vit longu tapt eitt slag og terroristar hava vunnið ein sigur. Og tann sigurin ynski eg hvør­ki at geva terroristum ella øðrum fana­t­ik­ ar­um nakrastaðni, ger Lars Ohly greitt. Rasisman er ein nógv størri hóttan móti svenska samfelagnum enn terrorisman. Álopið í desember loypir ótta á sviar. Vandin er, at ræðslan verður fremmandahatur, sum rakar nógv meinari enn yvirgangsatsóknin. At svensku borgararnir hyggja skeivt at hvør øðrum og óttast grannan. at vit fáa Eitt samfelag, sum ikki er merkt av demokrati, opinleika og tolsemi, men er afturlatið og avbyrgt. hesum stríðist Lars Ohly, formaður í svenska Vänstrepartiet, ímóti. Rasisman