fríggjadagur 14. januar 2011síða 57
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 6 · 14. januar 2011
17
VIKUSKIFTI
og 11. mai í 1927 flogfarið úr San Diego
til New York. Flogferðin tók 20 tímar
og 21 minuttir og var longsta flogferð
tvørtur um amerikanska meginlandið
nakrantíð. Tann 20. mai var hann til
reiðar at seta kós ímóti Evropa. Spirit
of St. Louis lætti sær á úr New York
kl. 7.52 hendan morgunin, og góðar 33
tímar seinni setti Charles Lindbergh sítt
heimsmet og gjørdist fyrsti maðurin,
ið einsamallur fleyg tvørtur um
Atlantshavið. Hann vann upp land á
einum flogvølli beint uttan fyri París
í Fraklandi, har túsundtals fólk fagn
aðu honum.
Sonurin rændur
Charles Lindbergh gjørdist orsakað av
bragdinum ein av kendastu monnunum
í heiminum. Hann fekk virðislønir í
hópatali og varð heiðraður á samkomum
og skrúðgongum. Amerikanski forsetin,
Calvin Coolidge, gav honum eisini
serligt heiðursmerki fyri bragdið. Eftir
ferðina fór Lindbergh at samstarva við
ríkmannin, Harry Guggenheim, um at
menna flogídnaðin. Teir báðir gjørdu av,
at Lindbergh skuldi fara eina rundferð
kring USA í tríggjar mánaðir, ið skuldi
skunda undir gransking innan flúgving.
Lindbergh var í 49 statum, vitjaði 92
býir og helt 147 røður. Allastaðni varð
hann stórliga fagnaður.
Í 1929 hitti hann Anne Morrow,
ið hann giftist við. Hon var dóttir
amerikanska sendiharran í Meksiko.
Lindbergh lærdi hana at flúgva, og tey
fóru mangar ferðir kring knøttin. Tann
1. mars í 1932 vóru tey bæði tó fyri
teirri vanlagnu, at 20 mánaðar gamli
sonur teirra, Charles, varð rændur
úr heiminum í New Jersey. Góðar 10
vikur seinni varð drongurin funnin
deyður. Fjølmiðlarnir vóru á tremur við
søgum um burturflytingina, og trýstið
á hjúnini var øgiligt, meðan leitað varð
eftir dronginum. Tá so deyðsboðini
frættust, elvdu tey til mikla sorg.
Eftir burturflytingina hildu Charles
Lindbergh og Anne Morrow tó fram
at flúgva, og í august 1933 fóru tey á
eina kanningarferð fyri Pan American
Airways úr USA til Evropa. Hann fleyg,
og hon var fjarritari. Flogfarið setti seg
í Reykjavík, og ætlanin var, at tað síðan
skuldi millumlenda í Føroyum á veg til
Keypmannahavnar. Tann 23. august í
1933 komu tey bæði so til Tvøroyrar.
Gudmund Mortensen var ovfarin av,
at tey bæði, sum vóru við, vóru kona
og maður. Hann hevði reitt upp til
fjarritaran í einum øðrum kamari, enn
Charles Lindbergh skuldi sova í.
Fingu sær døgurða
Á Tvøroyri vóru fólk sjálvandi sera
errin av at hava fingið so forkunnugan
gest, og sóknarstýrið hevði tí fyrireikað
stóra veitslu fyri Charles Lindbergh,
men hjúnini bóru seg undan. Tey høvdu
ikki hug til veitslu so stutt eftir stóra
sorgarleikin við soninum. Í staðin beyð
Gudmund Mortensen nøkrum gestum
heim við sær at eta døgurða saman við
Lindbergh og konuni. Tey bæði gistu
bara eina nátt á Tvøroyri. Longu á
middegi dagin eftir løgdu tey frá landi
aftur. Anne Morrow hevði føvningin
fullan av blómum, tá tey fóru, og fleiri
myndir vórðu tiknar.
Nakrir bátar komu so nær, tá Charles
Lindbergh skuldi fara upp í flogfarið, at
hann mátti biðja teir sleppa sær burt
ur. So var vitjanin at enda komin. Eftir
áheitan gjørdu tey bæði eitt legg inn
yvir Vágs bygd, áðrenn leiðin varð løgd
ímóti Hetlandi. Tá alt hetta hendi, var
púra óvist, hvør hevði rænt og drip
ið lítla Charles í 1932, men í 1934
varð timburmaðurin, Bruno Richard
Hauptman, handtikin og ákærdur fyri
morðið. Í 1936 varð hann dømdur fyri
brotsgerðina og avrættaður.
Charles Lindbergh helt eftir hetta
fram við sínum arbeiði í flogídnaðinum,
og aftur í 1938 fekk hann eitt heiðurs
merki fyri sítt arbeiði. Hendan viður
kenningin var tó umstrídd. Í 1938 høvdu
fronsku og týsku stjórnirnar boðið
honum at skoða flogídnaðin í londunum
báðum, og Lindbergh var serstakliga
hugtikin av framkomnu útgerðini hjá
týskarum. Á ferðini í Týsklandi fekk
Lindbergh serligt heiðursmerki frá
sjálvum Hermann Göring. Tá seinni
heimsbardagi brast á í 1939, kravdu
fleiri amerikanarar, at Lindbergh segði
heiðursmerkið frá sær, men tað gjørdi
hann ikki. Tvørturímóti var hann ímóti,
at USA fór upp í kríggið, men broytti
støðu, tá japanarar 7. desember í 1941
lupu á Pearl Harbour.
Jarðaður á Hawaii
Undir krígnum var Charles Lindbergh
tekniskur ráðgevi hjá Ford og United
Aircraft Corporation, og í 1944 gjørdist
hann ráðgevi í Kyrrahavinum hjá
amerikanska herinum. Hóast hann
var í Kyrrahavinum sum sivilur, var
hann við á 50 bumbuferðum. Við síni
stóru tøkniligu vitan menti hann eisini
amerikonsku stríðsflogførini. Eftir
kríggið tók hann seg aftur av almenna
pallinum og gjørdist ráðgevi hjá US Air
Force. Dwight D. Eisenhower, forseti,
gav honum í 1954 høgt starv í US Air
Force, og Pan American World Airways
brúkti hann eisini sum ráðgeva, m.a. í
sambandi við at menna jetflogfør.
Charles Lindbergh ferðaðist víða
og fekk stóran áhuga fyri øðrum
mentanum, m.a. í Afrika. Í 1969 tók
hann aftur orðið alment og mælti frá, at
jetflogfør vórðu hópframleidd at flúgva
millum lond, tí hann óttaðaist fyri, at
tey kundu skaða atmosferuna. Á hesum
øki var hann sostatt eisini framsíggin.
Charles Lindbergh doyði 26. august
í 1974 í heimi sínum á Hawaii av
krabbameini. Tá vóru liðin júst 41 ár,
síðan hann vitjaði á Tvøroyri. Hann
varð jarðaður á Hawaii. Eftir deyða
hansara kom undan kavi, at hann átti
seks børn við trimum ymiskum týskum
kvinnum aftrat teimum seks børn
unum á lívi, sum hann átti við Anne
Morrow.
Á Tvøroyri vóru tey sjálvandi sera errin av
at hava fingið so forkunnugan gest, og
sóknarstýrið hevði tí fyrireikað stóra veitslu fyri
Charles Lindbergh, men hjúnini bóru seg undan.
Tey høvdu ikki hug til veitslu so stutt eftir stóra
sorgarleikin við soninum
Anne Morrow og Charles Lindbergh á Tvøroyri
Gudmund Mortensen og Charles Lindbergh
Spirit of St. Louis
Flogfarið á Trongisvágsfirði
Lindbergh og Spirit of St. Louis