Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. januar 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. januar 2011 · Nr. 7 mánadagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo At politikkur er glantrileikur gongur so mang­an sjón fyri søgn. Tað eru ikki tær týdningarmestu avgerðirnar, sum fáa mesta rásarúmið, meðan onn­ur smámál, sum als ikki eiga at verða mál, verða blást upp. Vit hava sæð tað í Javn­að­ar­flokk­ i­num seinastu dagarnar. Flokkurin er kom­in í rætt­iligt ­ódn­ar­veð­ur, tí ting- og lands­stýr­is­mann­ing­in hjá flokk­inum í frustr­a­tión sendi út eina eft­ir­lýs­ing eft­ir Ger­hardi Logn­ berg. Leyg­ar­dagin savn­aði flokk­ur­ in so ov­asta floks­app­ar­at­ið at loysa gord­iska knút­in. Loysn­in er sam­ bært flokk­i­num, at øll ting­fólk eiga at møta til á­settar fund­ir, og hesa treyt hev­ur Ger­hard Logn­berg lovað at ging­ið undir. Hetta er dømi um eitt mál, sum als ikki átti at komið so vítt. Hetta er eitt mál, sum flokkurin átti at loyst inn­an­hýsis. Júvíst eru summi fólk ó­møg­u­lig­ari enn onnur. Tað er eisini sjón fyri søgn í Javnaðarflokkinum. Men hetta er eisini politikkur, men um hetta fer at javna seg, fáa vit at síggja. Í gjár fingu vit eitt annað marg­ hátt­ligt bræv. Hes­a­ferð var tað Jørg­ en Nicl­a­sen­, sum var farin í blekk­ hús­ið. Hann er so fegin um, at tað hev­ur eydn­ast Fólka­flokkinum at forða lands­kassanum at seta pengar í at end­ur­reisa Eik: »Hóast trýst í fýra um­førum, helt Fólk­a­flokkurin fast. Lands­stýrið eigur ikki at stilla seg fyri markn­að­ar­kreft­u­num«, skriv­ar Jørgen Niclasen. Tað er áhugavert, at utt­an­rík­ is­ráð­har­r­in insinuerar, at »onkur« – tað má so í minst trimum av førunum vera Finansiel Stabilitet – hevur lagt trýst á lands­stýrið fyri at fáa prísin fyri Eik upp. Tað eru á­hug­a­verd­ir ­ og vælsaktans álítandi upplýsingar ­ sum utt­an­rík­is­ráð­har­r­ in í heim­a­stýrinum Føroyum kemur við – uttan at vit hava blandað Wiki­ Leaks uppí. Men tá fólkafloksformaðurin sig­ ur, at Fólkaflokkurin var garanturin fyri, at »landsstýrið eigur ikki at stilla seg fyri markn­að­arkreftunum«, so loyp­ir ketan av. Er tað ikki júst tað, sum Fólk­aflokkurin ­er trygdin fyri? Er tað ikki Fólka­flokk­urin, sum er trygdin fyri, at vit ikki hava ein fiskivinnupolitikk, sum bygg­ ir á marknaðarkreftirnar? Er tað ikki Fólkaflokkurin, sum stillar seg fyri markn­að­ar­kreft­ir­nar og harvið tryggj­ar, at vit hava eina fiskivinnu, sum ikki verður rikin á mest rat­i­o­ nell­an og burð­ar­dygg­an hátt? Tað er ikki serliga álitisvekjandi, at polit­ik­arar soleiðis koma fram og eftir­rat­i­onalisera og sum í hesum føri taka sær ábyrgdina av, at tað gekk – eftir teirra tykki – væl. Tað skuldi bara mangl­að, at landsstýrið gjørdið tað sum best var fyri landið og fólk­ið. Skalt tú hava rós, Jørgen, lat so onkran annan gera tað. Sjálv­ rós stink­ar! Skalt tú hava rós Jørgen, so lat onkran annan rósa tær – Eg var so nær við at vinna seinast. Einans 223 at­kvøð­ur vóru millum meg og vinn­ar­ an, so eg vil royna meg enn ein­aferð­, sigur Jóg­v­an Han­ sen, sum 29. januar aftur skal royna seg í íslendska Eurovison. Eurovision er aftur á skránni í Íslandi, og klaks­ vík­ing­urin Jógvan Hansen tel­ist enn einaferð millum lut­tak­ar­ar­nir í kappingini. Fyri Jógvan Hansen hev­ ur lut­tøk­an í fjør veruliga givið úr­s­lit, og nú vil hann royna seg enn einaferð í kapp­ingini. – Tað hevur ótrúliga nógv at siga fyri ein tónleikara at vera við í eini kapping, sum øll fylgja við, sigur Jógvan Han­sen. Hann vísir á, at síð­ ani hann var við í kapp­igini í fjør, hev­ur hann fing­ið tón­leik send­andi úr Ong­landi, Dan­ mark, Span­ia, Grikk­a­landi og øðr­um lond­ um. J ó g v a n dyl­ur ikki fyri, at hann í ár vil vinna kapp­ing­ina. – Eg havi altíð vónir um at vinna. Um tú ikki stílar høgt, kemur tú ikki hálvan veg­in. Kanska pessimisturin at enda fær rætt, men op­ t­i­mist­ur­in hevur tað nógv stutt­lig­ari á vegnum, sigur Jógv­an Hansen. – Eg havi altíð vónir um at vinna. Um tú ikki stílar høgt, kem­ur tú ikki hálvan veg. Kanska pess­ i­mist­ur­in hevði rætt, men opt­i­ mist­ur­in hevði tað nógv, held­ ur Jógv­an Han­sen. Jógvan fer aftur í grand prixið Glantrileikur og sjálvrós Ein fyrrverandi ar­beiðs­gev­ari hjá journ­a­l­ist­um og fot­o­graf­ um er nú fak­fel­ags­for­mað­ur. Á aðalfundi leygardagin hjá Fel­ag­num Miðlafólk  fekk fel­ ag­ið nýggjan formann. For­maðurin seinastu fýra ár­ini, Anna V. Ellingsgaard, bar seg und­an aft­ur­vali í for­mans­ ses­sin. Og í hennara stað varð vald­ur Ge­org L. Pet­er­sen, sum arbeiðir á Dimm­a­lætt­ing Hini í nevndini eru Anna Ell­ings­gaard, Jógvan Hugo Gard­ar, Emil L. Jacobsen og Katr­in Pet­er­sen. Eyk­a­lim­ir eru Árni Conradsson og Jógv­an Jákupsson. Fund­ur­in varð hildin í Hand­ verks­depl­i­num, sum Før­oysk Miðl­a­fólk hev­ur gjørt av­talu við um skriv­stov­u­sam­starv. Tað er ikki vanligt, at ein fyrr­ver­andi ar­beiðs­gev­ari verð­ur fak­fel­ags­leið­ari. Georg L. Petersen var blaðs­stjóri á Dimma­lætting frá 1995 til 2002 - tey síðstu árini sum á­byrgd­ar­ blað­stjóri. Hann segði starvið frá sær, starvaðist eitt skifti sum journalistur í sjónvarpinum, til hann kom aftur í starv í táverandi familjufyritøkunum, har hann enn starvast - men nú sum vanligur blaðmaður. Valdu fyrrverandi arbeiðs­ gevara til fakfelagsboss Markn­ aðurin megn­aði Eik Jørgen Niclasen kjak á síðu 24 Løgin lovprísan av sær sjálvum Jóannes Eidesgaard kjak á síðu 22 Nýggja nevndin í felagnum Føroysk Miðlafólk. Fremst frá vinstru Georg L. Petersen, Anna Ell­ings­gaard og Jógv­an Hugo Gardar. Aftanfyri frá vinstru Katrin Pet­er­sen, Árni Conradsson, Jógvan Jákupsson og Emil L. Jacobsen