Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. januar 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. januar 2011 · Nr. 7 4 Sosialurin Randi Jacobsen Tá ið partarnir á privata arbeiðs­marknaðinum sam­ rá­ð­ast og ikki koma á mál, verða boð send eftir Sem­ ings­stovni­num, sum er almenn­ur. Men tá ið ósemja er millum fakfelag og ar­beiðs­ gevara á almenna arbeiðs­ mark­naði­num, koma privatir sem­ings­menn upp í leikin. Hetta kemur av, at gald­ andi semingslóg er frá 1928, tá ið eingin almennur ar­ beiðs­marknaður var til. - Hatta er eitt mál, sum hevur verið uppi og vent fleiri ferðir. Vit hava tos­að um tað í áravís, sigur Mari­ta Rasmussen, stjóri í Vinnu­ húsi­num. Fyri eini tið síðan varð ein arbeiðsbólkur settur at endur­skoða semingslógina, men tað hendi ikki meira. Umvent Semingsmenninir í Semings­ stovni­num verða peikaðir út av pørtunum á privata arbeiðs­marknaðinum. Teir fáa eina fasta mánaðarliga sam­sýn­ing og so samsýning fyri tíðina teir brúka upp á sem­ing, og tær útreiðslurnar rind­ar tað almenna. Part­ar­ nir kunnu ikki brúka aðrar sem­ings­menn. Tá ið partar á almenna arbeiðs­marknaðinum hava tørv á semingsmonnum, fin­ na partarnir sjálvir privat­ar semingsmenn og rinda løn teirra sjálvir. Sem­ings­menn­ i­n­ir áseta sjálvir lønina. Líka fyri øll - Semingslógin eigur at verða endurskoðað, so hon fevnir um bæði almenna og privata arbeiðsmarknaðin, men tað er nakað, sum tekur drúgva tíð at gera, sigur Marita Ras­ mu­ssen. F­øroya Arbeiðs­gevara­ felag heldur eisini Sem­ ings­stovnin vera ov veikan í verandi gomlu lóg. Bæði semingsmaður og vara­ sem­ings­maður hava annað arbeiði at røkja í tí dagliga. Tað rætta hevði verið at havt ein veruligan semingsstovn við egnari skrivstovu. Rættast hevi verið, um land­i­ð fíggjaði ein slíkan fram­tíðar semingstovn, held­ ur arbeiðsgevarafelagið. Semingsstovnurin eigur at vera fyri øll 83 ára gamla semingslógin má endurskoðast, so Semingsstovnurin bæði er fyri almenna og privata arbeiðsmarknaðin, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum Marita Rasmussen, stjóri í Vinnhúsinum vil hava semingslógona endurskoðaða sum skjótast Tá ið partarnir á privata arbeiðsmarknaðinum brúka Seingsstovnin, rindar landið lønina til semingsstovnin