Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. januar 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 17. januar 2011 · Nr. 7 Sosialurin Nøvn Skal ein trúgva HUXA, hevur Javnaðar­ flokkurin fullkomið vald í ABC samgonguni. Sam­bært lesarabrævinum “Vistu tit, at...”, eru tað javnað­ar­­fólk, sum eru orsøkin til at t.d. studningurin til les­andi er skorin. Hetta tí at Javnaðar­flokkurin hevur vágað sær at geva fólki ta løn, tey hava rætt til. Somuleiðis hava myrku sosialistisku kreftirnar í Føroyum, eftir øllum at døma, sam­­tykt ein internetskatt - tó at eingin tílíkur skattur í veruleikanum er til í Føroy­ um. Kringvarpsgjaldið, sum HUXA sipar til, er fyrst og fremst til orsakað av Fólka­flokki­ num. Javnaðar­flokkurin hevur leingi verið fyri, at kringvarpsgjaldið skal leggjast um til ein veruligan skatt, so at tað verður sam­ haldsfast og soleiðis ikki rakar t.d. lesandi. Tað sama ger seg galdandi, tá tað kemur til flest allar ætlanir, sum veruliga vilja broyta samfelagið til tað betra. Um tú vil avtaka studn­ingin til fiskivinnuna, sum avlagar alt føroyska vinnulívið, við at geva fiski­ vinnuni serstakliga óhepn­ar fyrimunir, so er tað Fólkaflokkurin, sum forðar fyri hesum. Vilt tú steðga við at geva reiðarum ókeypis fiskiloyvi, ið teir enntá kunnu selja øðrum við stórum vinningi? Fólkaflokkurin er ímóti tí. Skatta­reform, so at skipanin er meira rætt­vís? Veruligan grønan poli­tikk? Komm­ unureform? Skúla­re­form? Fólkaflokkurin er ímóti tí. Einum hevur HUXA tó rætt í. Politikkurin hjá ABC samgonguni hevur ikki verið tann besti vit hava sæð. Javn­að­ar­flokkurin kann og skal gera meira fyri at broyta støðuna. Fólka­flokkurin hvørki kann ella vil. Ein sannleiki og annar SU Føroyar