Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. januar 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. januar 2011 · Nr. 8 mikudagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein – Havnarfólk eru býtt og ó­rein við klaksvíkingar! – Klaksvíkar Sjúkrahús hótt eft­ir lívinum – Klaksvíkar Sjúkrahús livir upp til krøvini – Sjón­varpið ber ósannindi – Nú er nokk! – Frustratiónsherðini javnaðarmanna – Eitt trygt og vælvirkandi sjúkrahúsverk – Klaksvíkar Sjúkrahús fyri órætti í miðlunum – Landsstýrismaðurin í heilsumálum má taka seg saman – Detta nú 10 milliónir niður í Klaksvík – Trygd og dygd Hetta vórðu nakrar av yv­ir­ skrift­u­num í Norð­lýs­i­num, sum Klaks­víkar Kommuna sendi í hvørt hús í landinum fríggj­a­dagin. Tað er ikki hiss­ ini átak, sum Føroya næst­ størsta kommuna er far­in undir. Ein herferð við lok­al­ blað­num, sum fyri pengar hjá skat­t­a­borg­a­r­um í Klaksvík verð­ur sent í hvørt hús í landinum fyri at vinna ljóð fyri sjón­ar­mið­um hjá ávísum poli­tik­ar­um, sum bara ynskja áv­ís­ar spurningar og ávís svar og at ávísir spurningar ikki verða svaraðir, um svarið ikki er hóskandi. Vit bíða við spenningi, til Heð­in Mortensen fer at royna ­at keypa Sosialin ella Dimm­a­lætting til sama end­ a­mál. Samstundis um hetta brand­ing­ar­tiltak hjá Klaks­ vík­ar kommunu er láturligt, so er tað eisini grátuligt. At so nógv fólk við ábyrgd í Klaks­vík í senn skulu vera so frustrerað og hava so nógvar konspiratiónsteoriir um, hvussu órein havnarfólk eru, og hvussu býtt øll tilmæli, sum verða skrivað í Havn eru, tað er veruliga bekymrandi. Vit kenna støðið hjá Norð­lýsi­num. Vit yppa øksl og hugsa ikki meira um tað, tí tað, sum har stend­ur, um­ boðar ikki miðal intelligensin hjá norð­oy­ing­um. Men tað um­boð­ar eftir øllum at døma støð­ið hjá ovastu leiðsluni í Klaks­víkar býráð, og tað er bein­leiðis depirmerandi. Miss­iónin er veruliga im­ poss­i­ble... At tað almenna gongur undan í oyðsli eru so mong dømi um. Í blaðnum mánadagin kundu vit vísa á, at Nærverkið rindar 40.000 krónur í leigu fyri eini hús, sum als ikki verða brúkt. Tað ringasta av øllum er, at leigusáttmálin ikki kann sigast upp fyrr enn um hálvtannað ár. Tað vil aftur siga, at Nærverkið rindar út við eina millión krónur í leigu fyri eini hús, sum Nærverkið als ikki brúkar og ikki hevur brúkt í mánaðir. Tað skal máti vera við oyðsli. Tað verður áhugavert at síggja, hvør hevur ábyrgdina av, at skattgjaldarans peningur verður viðfarin á hendan hátt. Og hetta er neyvan heldur eindømi, tí í veruleikanum er her bara talan um ein tilvildarligan leigusáttmála av mongum, sum Sosialurin hevur tikið úr rúgvuni. Vit hava sæð tað fyrr, at Nærverkið hevur leigað fyri okursprísir. Her fyri flutti Nærverkið úr bygninginum í Bókbindaragøtu í Havn, sum hevði landsins hægsta leiguprís. Men hvat hendi? Jú Fiskimálaráðið flutti inn. Hvør skal siga  klárar eitt aðalráð ikki at oyðsla nóg nógv, so kann eitt annað aðalráð taka yvir. Tað margháttliga í øllum hesum er spurningurin, hví tað almenn ikki kann byggja sær egnaðar umsitingarbygningar. Tað hevði verið so upplagt, at ein bygningur varð bygdur, sum kundi hýst øllum aðalráðunum, uttan teimum, sum skulu húsast í Tinganesi. Ein slíkur bygningur kundi eisini hýst mongum stovnum undir aðalráðunum. Sjálvandi kostar ein slíkur bygningur  ella bygningar  nógvar pengar, men tað man muna lítið í mun til alla ta leigu, sum tað almenna rindar ymsataðni í landinum, serliga í høvuðsstaðnum. Men trupulleikin er kanska tann, at politiskur vilji ikki er at grundfesta almennar stovnar í Havn. Teir skulu miðspjaðast. Og somu politikarar, sum tosa so nógv um sparingar og um at effektivisera almennu umsitingina  teir tosa við fleiri tungum, tí samstundis vilja teir spaða alskyns stovnar kring landið sum bygdamenning. Tað hevði verið áhugavert at sæð eitt yvirlit yvir samlaðu leiguútreiðslunar hjá tí almenna  og samstundis sæð, hvussu ábyrgdin er plaserað, og hvussu avgerðir verða tiknar, sum føra við sær at eitt hús kann standa tómt í eini tvey ár, meðan vit skattaborgarar gjalda eina millión í húsaleigu til púra onga nyttu. Hvat privata vinnan ger  tað má hon um. Men tá ábyrgdarfólk í alemnnu umsitingini bera seg soleiðis at, so eigur tað at fáa avleiðingar fyri onkran, so tað ikki kann endurtakast. Hvør hevur ábyrgd av slíkum oyðsli? At Fólkaflokkurin av sín­um ein­tingum hevur gjørt av at minka talið av lands­stýr­is­ monn­um merkir, at nývalið nærk­ast av álvara. Sosialurin veit, at Fólka­ flokk­ur­in hevur ikki tosað við sín­ar sam­gongu­felagar um hesa ætlan, áðrenn av­ gerð­in varð tikin. Tí er utt­ an iva talan um spinn frá Fólka­floks­ins síðu. Fjøl­miðl­ar­nir vórðu kunn­að­ir áðrenn sam­gongu­ flokk­ar­nir, og með­an blað­ mað­ur okk­ara tosaði við Jó­annes Eid­es­gaard, kom tíð­ind­a­skriv frá løgmanni um, at hann hevði loyst Jørg­en Niclasen úr starvi og sett Jacob Vestergaard sum lands­stýr­is­mann í utt­an­rík­ is­ráð­num eisini. Uttan iva skal Fólk­a­ flokk­ur­in brúka hetta til at vísa, at flokkurin ynsk­ir sparingar í lands­um­sit­ing­ ini. Men við hesum er spar­ ing­in ógvuliga minimal - og fyri árið í ár er talan um eina eyk­aútreiðslu ­fyri lands­kassan. Anfinn Kallsberg legg­ ur frá sær í politikki. Hann hev­ur ver­ið valdur ting­ mað­ur í góð 30 ár, hann varð fyrstu ferð vald­ur á ting 8. november í 1980 og er valdur hvørja ferð síð­ani, Hann hevur ver­ið lands­ stýr­is­mað­ur og løgmaður í til­sam­ans 10 ár. Tað merkir, at hann hevur rætt til fulla løg­mans­pensjón frá tí at hann er 60 ár. Hann er 63 ár. Tað merkir, at hann fær um­ leið 30.000 krónur í pensjón so leingi hann livir. Ein landsstýrismaður fær í løn og ágóðum slakar 50.000 krónur. Tað merkir, at spar­in­gin við at koyra ein lands­stýrismann út og koy­ r­a Anfinn Kalssberg upp á pen­sjón er einar 20.000 krón­ur. Men bæði Anfinn Kalls­ berg og Jørgen Nicla­ sen skulu hava á­vik­a­vist løgtings- og lands­stýr­is­ manna­løn í seks mánaðir, so tað merkir, at landskassin fær eina eykaútreiðslu av hesum í ár. Tá ein samgonguflokkur ger slíkt í óðum verki – uttan at kunna sam­gong­u­fel­ag­ar­ nar áðrenn, so merkir tað, at stev­ið í samgonguni er ringt, at flokkurin skal pro­ fi­ler­a seg – og at nýval er í væntu. Nú nærkast valið av álvara Alment oyðsl og ábyrgdarloysi Mission: Impossible Sjúk­ ling­urin í fok­us Aksel V. Johannesen kjak á síðu 27 Fýra falnir und­ ir ver­andi eftirliti Uni Arge kjak á síðu 29 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo