mikudagur 19. januar 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. januar 2011 · Nr. 8
4
Sosialurin
Fólkaflokkurin minkar um
landsstýrismanningina, og
samstundis sigur Anfinn
Kallsberg farvæl eftir at
hava umboðað flokkin í
Løgtinginum í góð 30 ár.
Jørgen Niclasen hevur
gjørt av at lata landsstýris
sessin sum uttanríkisráð
harri frá sær longu í dag.
Hann fer í staðin at taka
við sínum løgtingssessi og
gerst samstundis formaður
í Løgtingsins fíggjarnevnd
í staðin fyri Anfinn Kalls
berg.
Jacob Vestergaard tekur
við sum nýggjur uttanríkis
ráðharri. Hann er framman
undan fiskimálaráðharri og
fer fram eftir at røkja báðar
hesar landsstýrissessirnar.
- Tíðirnar eru jú ikki
tær bestu, og samgongan
hevur
verið
noydd
at
fremja nógvar rasjonali
seringar í almenna geira
num. Og tá vit fremja
slíkar
rasjonaliseringar,
eiga vit eisini at vísa vilja
í toppinum. Við hesi um
skipanini minka vit lands
stýrismanningina
hjá
flokkinum úr trimum niður
í tvey landsstýrisfólk, sigur
Jørgen Niclasen.
Meira tíð til flokkin
- Sjálvur ætli eg nú, um
framt løgtings- og fíggjar
nevndararbeiðið, at brúka
nógv meira orku og tíð til
mítt álitisstarv sum for
maður í Fólkaflokkinum.
At sita í landsstýrinum
merkir tíverri, at fjarstøðan
til flokkin verður størri, og
ferðavirksemið, sum fylgir
við uttanríkisráðharrasess
inum, hevur sjálvsagt ikki
gjørt støðuna betri í so
máta. Tí má eg eisini ása
nna, at eg ikki havi kunnað
røkt mínar uppgávur sum
formaður eins væl, og eg
fegin vildi, meðan eg havi
virkað
sum
uttanríkis
ráðharri,
sigur
Jørgen
Niclasen.
- Hetta vil eg fegin bøta
um nú, og næstu tíðina vil
eg brúka upp á at umleggja
leiðsluuppgávurnar, so tað
fram eftir verður lættari at
leiða flokkin – eisini um eg
einaferð skuldu farið aftur
í landsstýrið”, sigur Jørgen
Niclasen.
Kallsberg sigur farvæl
Jørgen Niclasen tekur yvir
formanssessin
í
fíggjar
nevndini
eftir
Anfinn
Kallsberg, ið hevur gjørt
av at leggja løgtingssessin
frá sær. Í november kundi
Anfinn
Kallsberg
halda
30
ára
starvsdag
sum
løgtingslimur.
Hann var formaður í
Fólkaflokkinum frá 1994 til
2007, tá Jørgen Niclasen tók
við. Anfinn Kallsberg hevur
eisini verið bæði løgmaður,
fíggjarmálaráðharri, fiski
málaráðharri og løgtings
formaður, og hann hevur
umboðað
flokkin
eitt
valskeið í Fólkatinginum.
Jørgen gevst sum
uttanríkisráðharri
Áki Bertholdsen
- Hetta er tann beri sjón
leikur!
Tað er ikki sørt, at Jóannes
Eidesgaard, formaður Javnað
arfloksins, er tikin á bóli um
avgerðina hjá Fólkaflokkinum
um at Jørgen Niclasen skal
leggja frá sær sum lands
stýrismaður, so at Jákup
Vestergaard nú eisini skal
umsita uttanríkismál afturat
fiskivinnumálum.
Fólkaflokkurin sigur, at
ein orsøk til hetta er fyri at
spara pening í ovastu fyrisit
ingini.
- Hetta er politiskt spuna
smíð og onki annað, sigur
Jóannes Eidesaard í stuttari
viðmerking, beint áðrenn
blaðið fór til prentingar í
morgun.
Ongin sparing
Hann staðfestir, at tað er
ongin sparing í hesum.
- Anfinn Kallsberg skal
hava fulla pensjón og Jørgen
Niclasen skal hava bíðiløn í
eitt hálvt ár.
- Samstundis strongdi
Jørgen Niclasen hart á fyri
at fáa settan ein aðalstjóra í
uttanríkisráðið.
Endar hetta við, at Uttan
ríkisráðið verður avtikið, skal
aðalstjórin hava løn í trý ár.
Jóannes Eidesgaard heldur
ikki, at tað er nakað høpi í hesi
avgerðini hjá Fólkaflokkinum.
Hertil skal viðmerkjast, at
Løgmaður hevur longu góð
kent broytingina og hevur
loyst Jørgen Niclasen úr em
bætinum og hevur sett Jacob
Vestergaard at umsita uttan
ríkismál.
- Hetta er rættiliga illa um
hugsað, tí tað ber ikki til at
hoyggja runt við aðalráðum,
soleiðis sum Fólkaflokkurin
nú ger.
- Jacob Vestergard hev
ur nóg mikið at takast við í
Fiskimálaráðnum og klárar
hann at umsita uttanríkis
mál eisini, kann tað ikki
merkja annað enn, at har er
so lítið at gera, at tað átti at
verðið niðurlagt.
- Hetta er avgjørt at
niðurraðfesta
uttanríkis
ráðið, leggur hann afturat.
Formaður
Javnaðar
floksins
heldur,
at
tað
hinvegin
kundi
verið
ein
meining
í
at
lagt
Fiskimálaráðið undir Vinnu
málaráðið og Uttanríkisráðið
undir løgmansskrivstovuna.
Sjálvur visti Javnaðar
flokkurin onki um hesa
broytingina fyrrenn eftir
klokkan níggju í morgun,
ella eftir, at fráboðanin varð
kunngjørd.
Annars heldur hann, at
tað er skilagott at fækka
aðalráðini, men tað skal
gerast í samstarvi millum
flokkarnar í samgonguni og
fakfólk á økinum.
Fólkaflokkurin
spælir sjónleik
DÝRARI FYRI LANDSKASSAN Tá ið Jørgen
Niclasen nú leggur frá sær sum landsstýrismaður,
verður tað upp aftur dýrari fyri landskassan