mikudagur 19. januar 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 19. januar 2011 · Nr. 8
Sosialurin
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Neistin, sum hevur spælt ein dyst
meira enn Tjaldur og Stjørnan, hevði
í gjár gyltan møguleika at halda fast
um oddasessin í Sunsetkappingini
og munin niður til hini bæði. Men
í grannauppgerðini ímóti Kyndli
snávaði Neistin, tí tær grønu strídd
ust so væl, at úrslitið gjørdist javn
leikur 16-16.
Á heimavølli í Klaksvík eydnaðist
Stjørnuni at reisa seg eftir eyðmýk
ingina í Vági sunnudagin, tá VB
vann við heilum átta málum. Hesa
ferð hevði Stjørnan vitjan av VÍF
og vann ein tryggan 29-20 sigur,
ið ger, at Stjørnan nú er tvey stig
aftan fyri Neistan og eitt aftan fyri
Tjaldur.
Tjaldur hevði stutta leið til úti
dystin hesa ferð, tí hann var á
Skála ímóti StÍF. Úrslitið gjørdist,
at Tjaldur vann 30-23, og hetta var
samstundis tíggjundi sigurin hjá
teimum gulu úr Runavík, síðani
Trygvi Mortensen tók við sum
venjari fyri tveimum mánaðum
síðani.
hilmarjan@sosialurin.fo
Neistin snávaði í
grannauppgerðini
hondbóltur Kvinnurnar hjá Neistanum snávaðu ímóti
grannunum úr Kyndli, men varðveita kortini oddasessin framman
fyri næstu liðini, Tjaldur og Stjørnuna vunnu sínar dystir í gjár
Uni Holm Johannesen
Tað var lítið veiggj í Kyndli í
grannauppgerðini í høllini á Hálsi
í gjár. Seinastu løtuna var tað
eyðmýkjandi fyri grønu havnar
menninir, tá Nestin fekk seks mál
upp í slag, og munurin varð heili 14
mál.
Neistin vann 37-23.
Kyndil rann aftaná frá fyrsta
bríksli. Neistin var á odda við seks
málum eftir seks minuttum, og
tá var munurin longu so stórur,
at Kyndil kláraði ikki at hótta
leiðsluna.
Áki Mørk og Finnur Hansson,
Neistin, vóru toppskjúttar við átta
málum hvør. Andrias Sólsker skeyt
flest mál fyri Kyndil. Hann fekk
fimm mál.
uni@sosialurin.fo
Klassamunur
hondbóltur
Neistin vann greitt
við 14 málum í
grannauppgerðini
móti Kyndli í gjár
Myndir: Álvur Haraldsen
Uni Holm Johannesen
Finalan í kappingini um Løg
manssteypið
verður
spæld
tann 5. august. Vøllurin á
Djúpumýru í Klaksvík verður
karmur um dystin.
Tað leggur Fótbóltssam
bandið upp til í dystarskránni,
sum er sent feløgunum til
hoyringar.
Fekst ikki semja
Tað fekst ikki semja í fjør mill
um Fótbóltssambandið og Tórs
havnar kommunu um, hvussu
nógv tað skuldi kosta Fótbólts
sambandinum at brúka ovara
vøll í Gundadali á ólavsøku.
Ósemjan snúði seg um,
at Tórshavnar kommuna vil
hava 100.000 krónur fyri at
lata ovara vøll í Gundadali til
steypafinaluna á ólavsøku. Tað
var FSF ikki sinnað at rinda.
Klaksvíkar
býráð
vendi
sær til Fótbóltssambandið við
einum tilboði um, at finalan
varð spæld í Klaksvík. Semja
var um, at steypafinalan varð
spæld á Summarfestivalinum,
og at einki tónleikatiltak varð,
meðan finalan varð spæld.
Tað eydnaðist sum heild
væl.
Verður í Klaksvík
Sunniva Kollslíð, kappingar
leiðari í FSF, hevur uppskotið
til dystarskránna um hendi.
Hon var ikki at hitta fyrrapart
in, áðrenn blaðið fór til prent
ingar.
Men uppskotið hjá Fót
bóltssambandið leggur upp til,
at steypafinalan verður spæld
fríggjadagin tann 5. august. Tað
stendur ikki, at dysturin verður
í Klaksvík, men tá Summar
festivalurin er í døgunum frá 4.
til 6. august, er sera sannlíkt, at
FSF letur klaksvíkingar standa
fyri dystinum aftur í ár.
Tað stendur eisini í dystar
skránni, at spælafinalan verð
ur møguliga spæld tann 20.
august. Orsøkin er helst, at um
Summarfestivalurin og bý
ráðið í Klaksvík ikki vilja hýsa
steypafinaluni, verður dysturin
fluttur góðar 14 dagar fram. Tað
tykist hinvegin lítið sannlíkt,
tí klaksvíkingar stórfegnaðust
um tiltakið í fjør.
uni@sosialurin.fo
Fótbóltur Stendur tað til
Fótbóltssambandið verður
steypafinalan aftur spæld á
Summarfestivalinum í ár. Tað er
staðfest í dystarskránni, sum er
sent feløgunum til hoyringar
Uni Holm Johannesen
Dystarskráin er send feløg
unum til hoyringar, men upp
runa uppskotið plagar oftast
at líkjast endaligu skránni.
Tað er alt sum bendir á, at
slagið um høvuðsstaðin verður
á seinasta leikdegi. Soleiðis var
eisini í fjør, tá HB tryggjaði sær
føroyameistaraheitið.
uni@sosialurin.fo
Steypafinalan
verður í Klaksvík
Slagið um Havnina
á seinasta leikdegi
Eins og í fjør, leggur dystarskráin hjá
Fótbóltssambandinum upp til, at B36
og HB hittast á seinasta leikdegi