Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. januar 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. januar 2011 · Nr. 8 20 Sosialurin Oyggjablaðið Tekstur: Snorri Brend Myndin: Jens Kristian Vang Mikladalur: - Ja, hetta er, sum tú sært, eitt stórarbeiði, vísir Hanus á. Tríggir mans eru til arbeiðis í kirkju­ni. Teir eru allir upptiknir hvør við sítt, og ikki hoyrist manna­ mál hesa løtuna, orsakað av óljóði frá maskinum. Tað er skjótt at staðfesta, at teir hava ikki ligið á teirri latu síðuni, síða­ni teir byrjaðu arbeiðið. Her er far­ið nágreiniliga og skilvíst fram. Øll kirkjan innan er snøgt sagt av­mon­terað: Altarið er burtur. Onki sæst til nakran bonk. Sjálvt altar­ talv­an er tikin niður. Á loftinum í erva er urgan dekkað av eini pre­ send­ing. Alt er tikið sundur við kærleika til kirkjuna og fakið, tí alt skal set­ ast saman aftur á júst sama hátt sum tað var áðrenn. Ein avbjóðing var prædikustólurin. - Ja, tað var tað. Vit máttu simpelt­hen bara hiva hann upp frá gólvinum, soleiðis at vit kundu ar­ beiða í friði og náðum við gólvinum. Og beint nú er ein maður í ferð við at festa prædikustólin aftur í gólvið, greið­ir Hanus Højgaard frá. Eftir at málarin er sloppin fram­at og er liðugur við sítt verk, fara teir hjá Hanusi innaftur fyri at byr­ja uppseting av stólum og øllum tí, ið higartil hevur verið goymt burt­ur. Koyrast burtur Tað er nakað fyri jól, at teir byrjaðu hetta stóra arbeiðið at umvæla kirkju­na, sum í síni tíð varð umbygd og umvæld fyri 96 árum síðani. Tíðarinnar tonn hevur eisini slit­ið uppá hesa kirkjuna, og nú var komið so mikið langt, at okkurt mátti gerast - bæði av nýggjum og um­vælast. Menninir hjá Hanusi Højgaard hava tí, sum eitt av teimum stóru arbeiði­num, skift kirkjugólvið. - Ja, gólvið var so mikið vánaligt, at tað mátti alt koyrast burtur, bæði undir­sløg og timbur, greiðir Hanus frá. Ístaðin hava teir bjálvað undir og hava haraftrat stoypt gólvhita í, og lagt nýtt gólv á. Hválvið og síður­nar eru eisini bjálvaðar. - Í dag kanst tú siga, at her verð­ur talan um eina heita kirkju. Liðugt Lidnir eru nú einir tveir mánaðir, síða­ni Hanus Højgaard og hansara menn fóru undir teirra arbeiði. Frammanundan tí var alt innbúgvið tikið niður og flutt oman í eini hús longur niðri í bygdini. Hesa tíðina hava tí gudstænastur ver­ið hildnar í skúlanum í bygdini. Enn er ikki ásett, nær arbeiðið skal verða liðugt innanveggja. Æt­ lan­in er somuleiðis at gerast skal eitt fýrrúm og toilett uttanfyri. - Ein umsókn um tað er farin til bý­ráð­ið, sum fyrst má góðkenna ætlan­ina, vísir Hanus á. snorri@sosialurin.fo Tann stóra umvælingin UMVÆLING Um góð fýra ár kann Mikladals kirkja hátíðarhalda 100 ára dag sín. Í hesum døgum verður ein rættiliga umfatandi umvæling gjørd í kirkjuni av monnum hjá byggimeistaranum Hanusi Højgaard í Klaksvík. - Hetta var vist ein tiltrongd umvæling, sigur hann