mikudagur 19. januar 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. januar 2011 · Nr. 8
26
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Mikkjal Joensen hevur vegna
kommununa staðið fyri umvæl
ingini, og vóru fólk frá Landsverk
og kommununi í síðstu vikuni norð
uri á Nesi fyri at góðkenna umvæl
ingararbeiðið.
– Sera væl frágingið, og nú eru ein
lítil te-køkur, gong og wc, umframt
sjálv skúlastovan tøk til tiltøk av
ymiskum slagi, upplýsir Dávur
Winther, mentanarsamskipari hjá
Klaksvíkar kommunu.
Undan jólum var guðstænasta
hildin í skúlanum. Tí sæst eitt altar
inni í skúlastovuni, sum varð nýtt í
hesum sambandi. Báðir prestarnir
í Klaksvík hava havt guðstænastu
har. Annars verður guðstænasta
hildin í skúlanum í Mikladali, með
an kirkjan har verður umvæld.
Í løtuni verður skúlin á Trølla
nesi nýttur sum venjingarhøli hjá
einum bólki, sum næstan kann
kallast multietniskur, tí hesin er
settur saman av tónleikarum úr
ymsum »ættum«: Einum av Viða
reiði, einum úr Klaksvík, einum av
Húsum og einum av Trøllanesi.
Annars er ætlanin, at skúlin
eisini skal kunna veita ferðafólki
tænastur í summar. Tað skal bera til
at seta seg inn at bukka beinini, fáa
sær ein bita og tílíkt. Eisini skulu
smærri konsertir og tiltøk annnars
vera í skúlanum.
– Tað er gleðiligt, at ein slíkur
bygningur, sum hevur so stóran
týdning fyri bygdina og oynna alla,
nú aftur er komin til heiðurs og
æru, sigur Dávur Vinther.
snorri@sosialurin.fo
Aftur til heiður og æru
Trøllanes Skúlin á Trøllanesi hevur í nøkur ár verið
undir umvæling. Henda er gjørd í góðum samstarvi
við Innlendismálaráðið, sum hevur latið stuðul úr ein
skipan, ið verður kallað »Stuðul til útoyggjamenning«
Skúlin á Trøllanesi er sum nýggjur, nú hann er umvældur og verður brúktur til mong ymisk endamál
Mynd: Dávur Winther
SUM NÝGGJUR
Síðani á vári í fjør hevur Sosial
urin havt Oyggjablaðið sum
eitt eykablað í hvørjum miku
dagsblaði.
Her hava vit vitjað kring
oyggjarnar, eins og vit hava tikið
upp ávís viðkomandi evni, so
sum veiðu, føroyska framleiðslu,
bilar, fiskivinnu og bøkur.
Við hesum Oyggjablaðnum
fara vit undir eina nýggja rund
ferð kring oyggjarnar, sum í
stóran mun fylgir 7. breiddarstigi
á heimsatlasinum.
Vit hava valt at kalla rund
ferðina »Føroyar – norðast til
sunnast«. Ætlanin er at vitja
flestu bygdir og oyggjar, ið liggja
nærhendis hesum ása hetta
komandi árið.
Ferðin byrjar nú á Trøllanesi
og Mikladali, og í næstu viku
verður vitjað í Sandoynni.
Góðan lesihug.
Norðast til sunnast
við Oyggjablaðnum
ALTAR
Skúlin verður brúktur til mong ymisk endamál,
millum annað til gudstænastur
Mynd: Dávur Winther