Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-19, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. januar 2011síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. januar 2011 · Nr. 8 30 Sosialurin Kjak Eyðgunn Samuelsen løgtingskvinna og býráðslimur Í vikuni kom Norðlýsið út í hvørt húski í Føroyum. Inni­haldið vóru nakrar lýs­ ing­ar, nakrar greinar um Klaks­­víkar Sjúkrahús og ein odda­­grein um støðuna í Javnaðar­flokki­­num. Kenni meg noydd­an at gera nakrar viðmerkingar. Leiklutur Klaksvíkar býrað  Týsdagin seinnapart fáa vit býráðslimir ein teldupost frá borgarstjóranum, um at eitt serblað av Norðlýsinum skal, í samráð við Klaksvíkar kommunu, sendast út í hvørt húski í Føroyum. Orsøkin til blaðið er tann ágangur, ið Klaksvíkar Sjúkrahús hevur verið útfyri í miðlunum. Um vit, sum býráðslimir hava hug at skriva í blaðið, so skal hetta tilfar vera blaðnum í hendi kl 17 dagin eftir. Eg setti meg í samband við hinar flokkarnar í minni­ lutanum fyri at vita, hvørja støðu tey høvdu til hetta “hovsa” tiltak, og um tey fóru at skriva í blaðið. Fekk onki svar uttan at tey visti onki um hetta.  Sendi síðan teldupost til býráðið, har eg spurdi hvat endamálið var við blaðnum og skeyt upp, at býráðið saml­ að kundi viðgera spurn­ingin um Klaksvíkar sjúkra­hús og orða eitt felags skriv. Í mín­ um hugaheimi hevði tað víst styrki, um eitt samlað býráð hevði eina felags støðu. Síðan spurdi eg, hvønn fígg jar­ligan leiklut býráði hevði í hes­um blað. Tað átti eitt proff býráð at gjørt og spurdi hvat øk leiklut kk hevði. Fekk svar frá býráðnum morgunin eftir, at hetta átak, hóast ófyrireikað, var ein góður máti at kasta ljós á Klaksvíkina og tey tilboð, ið býurin hevur at bjóða. Fígg jarliga var tað bert nakrar lýsingar, ið høvdu farið í vanliga blaðið. Eg ávarðaði ímóti, at vandi var fyri at býráðið óbeinleiðis kom at legg ja navn til eitt innihald, sum kundi verða óheppi, tá ið man ikki visti, hvat stóð í blaðnum annars. Tíverri fekk eg rætt. Klaksvíkar Sjúkrahús At Javnaðarflokkurin ikki skal vilja verja og útbygg ja Klaks­ víkar Sjúkrahús, sum er undir­ tónin í flestu av grein­u­n­­um í blaðnum, er so langt úti og so lítið í familju við veru­­­leikan, at eg havi ikki orð fyri tí. Vænti at bæði starvs­fólk á Klaks­ víkar Sjúkra­húsi og borg­ar­ar í Klaks­vík vita betur. Lýsingar frá Klaksvíkar Kommunu goldnar av øllum borgarum í Klaksvík Blaðið inniheldur góðar 6 heilar síður av lýsingum frá Klaks­víkar Kommunu. Veit at tað kostar nógvan pening at senda eitt blað út í hvørt hús í Føroyum, so neyvan hava lýsingarnar verið ókeypis. Eitt er, um tað er fígg jar­ligt umhugsni at brúka so nógvan pening í einum. Annað er, um ein hevur hugs­ að um, hvat tað er ein betalir fyri, og ikki minst legg ur navn til. Sjálvt um Fólkaflokkurin ræður fyri borgum í Klaks­ vík, so er í hvussu so er borgar­stjórin, tá ið hon er vald, borgarstjóri fyri allar borgar­ar í hesum býnum. Tí er tað átaluvert at nýta skattaborgarans pening til eina slíka partapolitiska herferð, har ein ikki so lítil partur av borgarnum kann kenna seg stoyttan. Haldi at man eigur at verða meira umhugsin við, hvussu man brúkar tann pening, ið vit øll gjalda til kommunukassan fyri at fáa góðar tænastur í býnum. Serliga tá ið hugsað verður um, hvussu høgur kommunuskatturin er, og hvussu fígg jarliga hart kroystir nógvir av okkara borgarum eru. Oddagrein um Javnaðarflokkin At Norðlýsið tilskilar sær rætt til at greina, hvussu Javnaðarflokkurin og enntá fleiri navngivinir persónar í flokkinum eru, tað hava teir sjálv­andi rætt til. Teir hava eisini rætt til, at taka støðu fyri Gerhard og skriva eina langa verjurøðu fyri hann. Men at teir koma til ta niðurstøðu, at Javnaðar­ flokkurin má koma aftur á beint og aftur fara at arbeiða fyri javnstøðu millum menni­ skjur og økir í landi­num, tá haldi eg teir fara eitt sindur lætt um sannleikan. Álvaratos, hygg at Norð­ oygg jum hetta val­skeið­ið. Er tað ikki Javnaðar­flokkurin, ið hevur: Lagt Heilsutrygd í Klaks­ vík, skipað nýgg ja mat­­vøru­ útbúgving, skipað maritiman depil, uppraðfest endur­ venjing og játtað pen­ing til rygg ambolatorii. Bara fyri at nevna nøkur dømir. Úrslitini tala fyri seg, men tá ið veruleikin skal kroystast niður í eina ónøgd við at føðideildin er niður­løgd, tá verður man noyddur at lata eyguni og oyru aftur, fyri at fáa alt at passa saman. Umvent kundi eg spurt Norðlýsið, hvat hava Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin lagt niður í Klaksvík, kanska blaðið kundi lýst henda spurningin. Bjørn Kalsø og Jákup Mikkelsen hava sjálvir trýst á grøna knøttin. At tveir løgtingslimir, Bjørn Kalsø og Jákup Mikkel­ sen, ið báðir sita í samgongu, nú gera sær dælt av støðuni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og royna at tváa hendur er átaluvert. Hesir báðir politik­ arar, sum dag og dagliga júka um at skerja tað almenna, og at øll mugu spara, latast nú sum um, at teir als ikki ynskja sparingar. Hetta er ein sera bíligur máti at skora sær nøkur politisk poeng. Hallið á fígg jarlógini er oman fyri hálva milliard, og miðlarnir hava ikki manglað lesarabrøv, har teir báðir hava ført fram, at Javnaðarflokkurin ikki vil spara. Tað er rætt at Javn­ aðarflokkurin hevur mutað ímóti skila­leys­um sparingum og pleni­klippara­num, sum hesir báðir, av onkr­ari orsøk, eru so glaðir fyri at brúka. Í veruleikanum kann man takka Javnaðarflokkinum fyri, at heilsuverkið og m. a. Klaks­víkar Sjúkrahús ikki lá í skeljasori orsakað av sparing­unum, ið hesir báðir fegin vildu hava framdar. Vit bardust í vikur fyri at fáa lønar­endur­gjald fyri hækk­­ingina í lønum til heilsu- almanna- og skúla­ verk, og illa hevði staðið til á Klaks­víkar Sjúkrahúsi, um vit ikki høvdu fingið hetta ígjøgnum. Ongin skal ivast, neyðugt er at spara. Vit áttu at takkað landstýrismanninum í heilsu­ málum fyri, at hann hóast alt fekk skipað spar­ing­­arnar við so frægum úrsliti, sum hesum. Taka vit lønarhækkingina við, so var spari­kravið til Klaksvíkar sjúkra­hús 2,3 mió. Hóast hetta hevur lands­stýrismaðurin útvegað pening at upprað­festa endur­ venjing, rygg­ambo­latorii og vónandi eisini urologiina. Sjálvandi er tað sárt fyri okkum, ið búgva her norði, at føðideildin er niðurløgd. Men haldi vit áttu at spurt Jákup Mikkelsen og Bjørn Kallsø, hvat alternativið var, um teirra egnu sparikrøv skuldu náast á Klaksvíkar Sjúkhúsi. Eri bangin fyri, at teir høvdu vilja brúkt pleniklipparan, ið hevði viðført hópuppsagnir og at fleiri funktíonir á KS tá høvdu verið spardar so langt inn á bein, at tær als ikki virkaðu. Tá hevði verið lætt at ført fram, at tá ið hesar virkaðu so illa, so var betur at niðurlegg ja tær. Men ikki so frægt at nakar hevur sett henda spurning. Branda Klaksvík Havi fyrr sett spurning við, hvussu vit branda Klaks­víkina. Tað gera vit við at hugsa okkum um og fyrireika okkum innan vit t. d. gera serbløð. At renna aftaná og koma við hovsa loysn­um er ikki rætti mátin. Hesu­ferð var skoðbráið so stutt, at tað eru hópin av stovnum í Klaksvík, ið kanska høvdu hug at branda seg í tí sonevnda serblaðnum, t. d. Húsarhaldsskúlin og Summarfestivalurin, men tað hava teir nokk ikki havt stundir til, tí skoðbráið var so stutt. Kommunan kundi gjørt eitt veruligt serblað, ið snúði seg um at branda býin og ikki var vavt upp í partapolitikk, tá fingu vit óivað meira fyri peningin. At luttaka í tiltøkum, ið bert lýsa eina síðu ella enntá sáa iva í um vit øll vilja standa saman um okkara lokalsamfelag, er ikki rætti mátin. Landsumfatandi herferð móti Javnaðarflokkinum – óbeinleiðis fíggja av Klaksvíkar kommunu?